Summarmorgun bjóðar beinleiðis frásagnir kring landið, aktuellar gestir, kappingar og eisini er møguleiki hjá lurtarum hvønn morgun at gera kropsligar venjingar í táttinum Summarvælvera. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:50.
Vit tosa við Hanus Kjølbro, veðurmann, um veðurforsøgnina. Hvussu er at vera familja, tá ið bústaðurin er tengdir at arbeiðinum sum vitapassari? Hvussu var at vera í Akrabergi, tá jólaóðnin herjaði í 1988? Og hvør er søgan um stórslidna vitan á Borðuni í Nólsoy? Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit ? nú vitaverkið varð yvirtikið 1. juni, seta Hans Petur Kjærbo, ið starvaðist sum vitapassari í 42 ár. Í kvøld fara Økistónar av barkastokki í Kolshøll á Eiði. Vit fregnast um átakið, tá ið Marianna Winther Nagata og Dánial á Neystabø koma á gátt.
Hanus Kjølbro letur okkum veðurforsøgnina fyri vikuna, vit skifta orð við íslendsku sendikvinnuna i Føroyum, Ágústu Gísladóttir, um íslendska tjóðardagin, og Jóannes Jakobsen tosar um EM-kappingina í fótbólti.