Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (l…

"Róligur, Sámal Mathias, róligur" Í 1977 gav Jens Pauli Heinesen skaldsøguna Rekamaðurin út á egnum forlagi, og hon gjørdist ein føroyskur klassikari. Nú, næstan 50 ár seinni eru bókin seld tveimum av heimsins størstu feløgum, W.W. Norton í USA og Canongate í Bretlandi, har hon verður lýst sum eitt møguligt høvuðsverk í samtíðarbókmentum. Enska heitið er The Driftwood Man, og aftanfyri týðingina standa dóttir rithøvundan og gitni amerikanski týðarin Damion Searls. Vit práta við Elina Brimheim Heinesen. ”Hans Ellefsen hevur verið ein týðilig fakliga grundað rødd í kritiska kjakinum um fiskivinnubúskapin og -politikkin seinastu árini.” Soleiðis stendur millum annað í grundgevingini fyri, at Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, fekk ársins miðlaheiðursløn hjá Granskingarráðnum, sum var handað á Vìsindavøkuni í síðstu viku. Hans Ellefsen vitjar sendingina.

Í morgun greiðir Erla Thorsteinsson frá Hagstovu Føroya frá, at í dag er dagurin, tá flestir føroyingar hava føðingardag. Turid Laksá gevur okkum veðrið í dag og í morgin

Ein norðurlendskur kokkadystur sum samanbar seg við stóra bakidystin var fyri tveimum vikum síðan leiktur í Washington, og okkara kæri sjónvarpskokkur Gutti Winther var við, umboðandi Føroyar. hann gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina. Náttúrugrundaðar loysnir verða alsamt meira umrøddar sum ein møguleiki at loysa samfelagsligar og umhvørvisligar avbjóðingar. Men tað er ikki altíð so einfalt at fáa tær fínum sáttmálum og orðingum og út í veruleikan. Í eini nýggjari grein hevur Jóna Ólavsdóttir, ph.d.-lesandi saman við øðrum granskarum hugt eftir, hvørjar forðingar eru, og hvussu samstarv millum ymiskar partar kann hjálpa. Gestir: Gutti Winther Jóna Ólavsdóttir

Samrøða við Dortheu Joensen um, at Búnaðarstovan hevur fingið meira ull inn í ár enn undanfarin ár (uml. 42 tons). Greitt verður frá nýtsluni av føroyskari ull – bæði til binding, pløgg og møguleikan fyri bjálving – umframt eini nýggjari norðurlendskari verkætlan saman við NordGen, har dygdin og eginleikarnir á ullini verða kannaðir. Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe eru í útvarpsstovuni og tosa um plátuna Frændur 2, sum kom út í 1986 fyri júst 40 árum síðani. Teir líta aftur á byrjanina í 1980-árunum, friðarboðskapin í tekstunum (undir Kalda krígnum), tónleikabandsupptøkur og sjónvarpssendingar. Afturat hesum boða teir frá, at tær báðar fagnaðarkonsertirnar í Klaksvík vórðu útseldar alt fyri eitt, og at ein eykakonsert tí er løgd afturat leygardag. Gestir: Dorthea Joensen Rani Noløe Steintór Rasmussen

Vit práta við Fríðrik Bláhamar. Hann greiðir frá síni persónligu søgu, har hann – sum fyrrverandi maratonrennari og virkin maður – fekk staðfest álvarsama lungnasjúku (IPF) og nú nýtir súrevni í gerandisdegnum. Hann greiðir frá avbjóðingunum við sjúkuni og ynskinum um ikki at standa einsamallur. Tí verður kunnandi fundur í hølunum hjá MEGD við tí endamáli at kanna grundarlagið fyri at stovna eitt felag fyri fólk við lungnasjúkum og teirra avvarðandi. Tosað verður eisini við samskiparan hjá Tryggur Ítróttur um, hvat tað merkir at hava eitt trygt og samt umhvørvi í ítróttinum uttan ágang, harðskap og happing. Dentur verður lagdur á felags ábyrgd, persónlig mørk og mannagongdir hjá feløgum og sersambondum. Greitt verður eisini frá, hvussu fólk – bæði íðkarar, foreldur og venjarar – kunnu venda sær dulnevnt til ráðgevingina, um tey uppliva ótryggar støður. Gestir: Fríðrikur Bláhamar Eyðvør Klakkstein

Nú Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur 70 ár á baki, tosa vit við Sigfríð Sólsker, stjóra, og Jóhonnu Wolles, sum tekur sær av marknaðarføring. Gráa gullið er annað evnið í sendingini, og vit tosa við tvey teirra, sum eru mitt í málbólkinum. Annemi L. Joensen og Hans Jacob Hermansen vitja í útvarpsstovuni

Flemming Østergaard vitjaði morgunsendingina í samband við, at tað er altjóða Alzheimerdagur. Alzheimerfelagið í Føroyum verður 25 ár, og tað verður hátíðarhildið við ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Flemming Østergaard prátar um at vera avvarðandi, sum hann eisini hevur skrivað bók um. So práta vit eisini við Vár Guriardóttir Hansen, sum hevur luttikið í EM í Beach Sprint í Spania.

Vit práta við Janu Ejdesgaard Thomsen, sum júst hevur hátíðarhildið 40 ár við venjing í Føroyum. Eisini hava vit kapping, har lurtarin skal gita røddir.

Vit práta við Bergtóru Høgnadóttir, sum samantvinnar arbeiði og rørslu. Har hevur hon gongufund við sínum starvsfeløgum. Bergtóra greiðir frá fyrimuninum við at hava gongufund. Gestir: Bergtóra Høgnadóttir Hanus Kjølbro

Sendingin snýr seg um møguleikarnar hjá Føroyum í altjóða rúmdarvinnuni – herundir at taka niður fylgisveinadátur ella skjóta smærri rakettir upp, tørvin á lóggávu, og hvørji nýggj hátøknilig arbeiðspláss hetta kundi skapt. At enda er eitt stutt innslag um plátuhúsar hjá D-A-D og Kim Larsen. Gestir: David Arge Klevang (lektari á DTU Space) Bjarni Kárason Petersen (løgtingslimur) Søren Alfred Olsen (grafikari, hoyrist í stuttum innslagi)

Í dag eru 25 ár síðan, at tvey flogfør um morgunin rendu seg inn í tvíburatornini á World Trade Center í New York. Eitt triðja stoytti seg í Pentagon, og tað fjórða var helst á veg móti Hvítu húsunum, men ferðafólkini tóku ræði á flogfarinum, so tað datt niður. Ein hending, sum sjálvandi skakaði heimin og hevði stórar avleiðingar - fyri alheims politikk, trygd, kríggj og frið. Vit minnast flestøll hendingarnar, og hvar vit vóru ... Í dag minnast vit dagin fyri 25 árum síðan. Í útvarpsstovuni vitjar Heini í Skorini, lektari og varadekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.

Vit tosa um brøv, tí at í samband við at mentanardagar nærkast Sunda kommmunu, fara tey í skúlanum á langasandi at hava eitt tiltak, sum kallast Beinleiðis brøv, og tað greiðir Vár Solbjerg Hansen frá Fyrr í summar kom út bók við heitinum Vestur á Eiðið, sum Óli Holm hevur skrivað um fyrstu hundrað árini hjá Vágs bóltfelag, VB. "Hetta er ein bók, sum nógv orka og kærleiki er løgd í. Hon lýsir ikki bara VB, men eisini eitt týdningarmikið tíðarskeið í føroyskari fótbóltssøgu, tá ítróttagreinin tók síni fyrstu fet," sigur rithøvundurin, sum vit tosa við seinni í sendingini.

Vit tosa við gest, sum valdi at gerast útróðrarmaður seint í lívinum. Eisini práta vit um rørsluvikuna, sum fer av bakkastokki í næstu viku. Gestir: Niels Jacob Heinesen Katrin á Neystabø Rúni Bláfoss

Vit prátaðu við hjún, sum bæði eru prestar. Eisini var gartnarin á gátt og greiddi frá, hvussu vit gera havan kláran til heystið og veturin. Gestir: Ida Lykke Kannuberg Tummas Lykke Kannuberg Haraldur Hammer

Prestahjún og gartnari vitja morgunsendingina. Gestir: Tummas Lykke Kannuberg Ida Lykke Kannuberg Haraldur Hammer

Peter Tulinius er nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum. Hann er dani, men hevur eisini norskan ríkisborgararætt, og so hevur hann íslendskar røtur. Vit práta við nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum um bakgrund og ætlanir. Fyri hálvum øðrum ári síðan, lat Reyði krossur upp handil í Klaksvík, og vit spyrja, hvussu undirtøkan hevur verið.

Kappingin hesaferð er spurnarkapping. At missa húsini í eldsbruna er hart, men tað, at so nógv fólk komu til hjálpar á degum og í tíðini aftaná, hevur havt sera stóran týdning, sigur Elian á Hørg.

Hesaferð er tað Hanus Kjølbro, sum er til reiðar við veðrinum

Eitt av størstu listafólkunum, sum Fuglafjørður hevur fostrað, man vera Niels Midjord, sáli. Hann var føddur í 1949 og andaðist fyri fimm árum síðan, men tónleikurin livir enn. Ikki minst á mentanardøgum, sum vera í Fuglafirði um vikuskiftið, og sum hava Niels Midjord í miðdeplinum. Eitt av tiltøkunum, sum eru á skrá, er ein sjónleikakonsert til heiðurs fyri Niels Midjord. Vit práta við Kjartan Hansen og Dánjal á Neystabø, sum standa fyri sjónleikakonsertini. Boys boys boys er heitið á nýggjari uppvakstrarskaldsøgu úr Føroyum og ein søga um ein vaksnan son, sum roynir at finna frið við sítt upphav. Ein nemandi skaldsøga, sum festir seg í sinnið, um longsul, girnd og maskulinitet úr útjaðaranum av Evropa. Vit práta við Rúna Weihe, rithøvund.

Nýggjur føroyskur filmur verður frumsýndur í kvøld. Filmurin ber heitið No Rest for the Wicked. Vit práta við Jón Hammer, framleiðara, og Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sjónleikara. Eisini práta vit um nýggju Erasmus+ skipaa. Gestur eru Marjun Lützen, fulltrúi við ábyrgd fyri Erasmus+, og Salua Manai, leiðari á Margarinfabrikkini, sum júst hevur verið í Grønlandi sum umboð fyri ungdómspartin av Erasmus+.