Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir. Tey arbeiða bæði sum DAT-viðgerðar á ávíkavist DAT ung og Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein einfaldan og lætt brúkiligan máta, sum bæði tey, sum hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur kunnu njóta gott av.
Tá ið tú upplivir og vilt regulera vreiði, kanst tú spyrja teg tveir grundleggjandi spurningar: Passar mín vreiði til fakta, og er tað effektivt at geva míni vreiði rúm? Í hesum partinum tosa Birna og Arni um hvussu tú praktiskt talað kanst regulera vreiði.
Tá ið tú upplivir og vilt regulera sorg, kanst tú spyrja teg tveir grundleggjandi spurningar: Passar mín sorg til fakta, og er tað effektivt at geva míni sorg rúm? Í hesum partinum tosa Birna og Arni um hvussu tú praktiskt talað kanst regulera sorg.
Tá ið tú upplivir og vilt regulera ótta, kanst tú spyrja teg tveir grundleggjandi spurningar: Passar mín ótti til fakta, og er tað effektivt at geva mínum ótta rúm? Í hesum partinum tosa Birna og Arni um hvussu tú praktiskt talað kanst regulera ótta.
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni svartsjúku. Gestur í hesum partinum er Ann-Britt Mortensen, sum er sosialráðgevi og leiðari í Kvinnuhúsinum. Hon hevur útbúgving í kognitivari og positivari sálarfrøði. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Datvarpinum her: http://www.blakrossheimid.fo/datvarp
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni gleði. Gestur í hesum partinum er Petur Háberg, sum millum (mangt) annað ger barnasjónvarp um kenslur. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni skuldarkensla. Gestur í hesum partinum er Mona Breckmann Westcott, sum millum annað sjálv podcastar um m.a. kenslur og eisini lesur sálarfrøði. Lurta eftir Tankaføði, podcastinum hjá Monu her: https://www.buzzsprout.com/1028251 Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Jólini kunnu vera avbjóðandi. Tað kunnu aðrar høgtíðir eisini vera, tí tað verður væntað, at vit eru saman við okkara familjum og øll eru glað og fróð og góð. Hvørjar DAT førleikar kunnu vit brúka, tá ið høgtíðin er trupul at handfara sálarliga? Í hesum partinum av Datvarpinum tosa Birna og Arni við Casper Aaen um hendan spurningin. Umframt at vera ein royndur sálarfrøðingur, sum hevur arbeitt við DAT í nógvum ymiskum samanhangum bæði í Danmark og Norra, so er tað Casper, sum hevur lært viðgerðarnar á Blákrossheiminum upp í DAT. Tað var í samband við eitt skeið av slagnum, at Casper var í Føroyum og høvið var at gera samrøðu við hann. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni skomm. Gestur í hesum partinum er Rógvi B. Dam, sum er námsfrøðingur og undirhaldari. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni sorg. Gestur í hesum partinum er Jákup Dahl, útvarpsmaður og sjónleikari. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni kærleiki. Gestur í hesum partinum er Ranvá Knudsen, sum er námsfrøðingur og bólkaleiðari í verkætlanini hjá Bláa Krossi Føroya, Øll hava rætt til góð barnaár. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni vaml og andstygd. Gestur í hesum partinum er Kuno Iversen, sum er sálarfrøðingur á Blákrossheiminum. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna og ein gestur eftir grundkensluni vreiði. Gestur í hesum partinum er Súsanna Skaale, sum er sálarfrøðingur hjá verkætlanini hjá Bláa krossi Føroya, Øll hava rætt til góð barnaár. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni ótti. Gestur í hesum partinum er Magni Højgaard, verkætlanarleiðari í Megna títt lív. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Hóskar tín kensla til fakta? Tað er ein tann týdningarmest spurningurin, tú kanst spyrja, tá ið tú arbeiðir við tínum kenslum. Í hesum partinum greiða Birna og Arni frá júst hvat spurningurin merkir, men eisini hvussu tú svarar honum. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Kensluregulering er eitt av førleikamodulunum í DAT. Við júst hesum førleikunum kunnu vit vinna fram til eitt stað, har pínufullar og óhjálpsamar kenslur ikki stýra okkum longur. Í hesum partinum greiða Birna og Arni frá hvat kenslur eru og hvat vit kunnu brúka tær til. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á Blákrossheiminum. Vertir eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen. Tey eru DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo
Í hesum partinum svara Birna og Arni spurningum um DAT. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Uppmerksemisførleikarnir eru lykilin til allar aðrar DAT førleikarnar. Førleikar mugu venjast, skulu vit duga at brúka teir. Og tí er tað orduliga týdningarmikið, at venja júst uppmerksemisførleikar. Soleiðis venja Arni og Birna sítt uppmerksemi. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Uppmerksemisførleikar eru grundleggjandi í DAT. Hetta at vera uppmerksamur um veruleikanum, innan og uttan, beint her og nú. Men hvussu skulu vit fyrihalda okkum til tað, sum vit eygleiða við uppmerkseminum? Hesin parturin av Datvarpinum snýr seg um "Hvussu" uppmerksemisførleikan. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
DAT snýr seg um tvey ting: broyting og aksept. Hvat hava vit tørv á at broyta, og hvat hava vit tørv á at hava aksept yvirfyri? Og hvussu gera vit so tað? Fyrsta stigið er uppmerksemi. "Hvat" uppmerksemisførleikin snýr seg um hvussu vit kunnu vera meira til staðar í okkara innara og uttara lívi, og soleiðis finna effektivar loysnir uppá okkara sálartrupulleikar. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Tá ið vit líða órætt ella okkurt annað hendir, sum skapir sálarlíðing, so er tann mest effektivi mátin at radikalt akseptera veruleikan, júst sum hann er. Tí við radikalar aksept bæði viðurkenna vit, at lívið er vert at liva, eisini hóast tað inniheldur pínu, og fáa vit neyðuga innlitið í veruleikan, so vit kunnu gera effektivar broytingar. Gestur í Datvarpinum er Leivur á Lakjuni, sum er sálar- og DAT viðgerði á Blákrossheiminum. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Hví menna summi menniskju sálarlíðing? Sambært DAT er tað orsaka samspælinum millum einstaklingin og umhvørvið, einstaklingurin er føddur inní. Um einstaklingurin er føddur serliga sárbærur kensluliga og umhvørvið er óviðurkennandi, kann sálarlíðing verða ment. Hetta verður kallað "biososiala modellið". Gestur í Datvarpinum er Leivur á Lakjuni, sum er sálar- og DAT viðgerði á Blákrossheiminum. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Samskifti er týdningarmikið í eini relatión. Hvussu tú samskiftir spælir ein týdningarmiklan leiklut í hvørt tú nært tínum málum í relatiónini ella ikki gert tað. Hesin førleikin, styttur LÚSA URT, snýr seg um effektivt samskifti: hvussu umvegis títt samskifti kanst fáa tað, tú vilt hava.Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo Skriva til Datvarpið á datvarp@blakrossheimid.fo
"Klára sinnið" er ein uppmerksemisførleiki, sum hjálpir tær at ríva teg leysan úr svørt-hvítu tankagongdini, sum eyðkennir tað at hava ein rústrupulleika. Finn vísa og klára millumvegin millum bundna sinnið og fría sinnið. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Vit hava kenslur og vit hava skynsemi. Tá ið kenslurnar stýra okkum, eru vit í okkara kenslusinnið. Og tá ið skynsemið stýrir okkum, eru vit í okkara skynsama sinnið. Ynskja vit at velja effektivar loysnir og betra um okkara sálarheilsu, hava vit tørv á eini javnvág millum kenslusinnið og skynsama sinnið. Hetta kalla vit í DAT vísa sinnið. Og tað er tað, sum hesin førleikin snýr seg um. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Eitt er at savna sær jaligar kenslur stutttíðar. Men vit kunnu eisini innrætta okkara lív langtíðar soleiðis, at vit uppliva jaligar kenslur oftari. Tað gera vit við at raðfesta virðir og meining í tí, vit gera og í sambandinum, vit hava við onnur. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Neiligar kenslur eru ofta torførar og tær kunnu ávirka okkum nógv í gerandisdegnum. Savna vit okkum tilvitað jaligar kenslur, so kunnu tær viga upp ímóti teimum neiligu. Hetta er ein kensluførleiki, sum hjálpir okkum at stýra okkara kenslum, so tær ikki stýra okkum. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Sterkar kensluligar kreppur leggja upp til atferð. Kreppuatferð er ofta skaðilig og ger alt verri. Tað er týdningarmikið, at meta um fyrimunir og vansar við at gera, sum kreppan sigur. Og somuleiðis við ikki at gera, sum hon sigur og heldur at halda út. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Tá ið vit uppliva kensluligar kreppur, kann tað vera torført at steðga skaðiligari atferð. HÓTT førleikin gevur okkum atgongd til kenslurnar umvegis kroppin og við honum kunnu vit steðga kreppuni, áðrenn hon ger alt uppaftur verri. H - Hitastig Ó - Ógvuslig venjing T - Títtleiki av andadrátti T - Tvinna saman andadrátt og vøddar Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Vit standa øll í relatiónum til menniskjuni rundanum okkum. Tað er týdningarmikið - fyri okkara egnu sálarheilsu, fyrst og fremst - at okkara relatiónir eru góðar. Vit kunnu betra um okkara relatiónir við at vaksa um og varðveita virðingina, vit hava fyri okkum sjálvum. R - Ver rímiligur O - Bið ikki ov nógv um orsaka S - Ver sannur A - Ver avgjørdur Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Okkara relatiónir ávirka okkum nógv, bæði positivt og negativt. Men vit ávirka eisini okkara relatiónir, somuleiðis positivt og negativt. Hesin DAT-førleikin snýr seg um hvussu vit kunnu betra og varðveita relatiónir. M - Ver mildur Á - Vís áhuga L - Hav lætt sinni A - Vís ans Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Relatiónir eru týdningarmiklar. Konfliktir í relatiónum kunnu vera keðiligar og oyðileggjandi. Hesin DAT-førleikin snýr seg um hvussu tú kanst gera fyri at minka um og klára teg ígjøgnum konfliktir. F - Fríkorter E - "Eg føli"-mál L - Lat vera við at skuldseta og kritisera L - Lurta A - Altíð saman Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Kensluligar kreppur er tá ið negativar kenslur blíva ovurhondsstórar og vit fáa hug at gera ting, sum gera altíð verri. Tá er tað týdningarmikið at brúka DAT-førleikar. Júst hesin snýr seg um at steðga og hugsa seg um. S - steðga tí, tú gert T - traðka eitt stig aftur EÐ - eygleið støðuna, tú ert í G - ger tað, sum er mest effektiv Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Onkuntíð uppliva vit sterkar og pínufullar kenslur. Blívar tær for stórar og pínufullar, kunnu tær menna seg til eina kreppu, sum kann fáa okkum at gera støðuna uppaftur verri. Ein máti at klára seg ígjøgnum eina kreppu er at brúka alduførleikan. Við hesum førleikanum vísir tú tínum kenslum ans, júst soleiðis sum tær eru. Tað minkar um hvussu sterkar tær eru. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: http://www.datung.fo
Tá ið vit eru kropsliga óstabil, so eru vit eisini kensluliga óstabil. Ynskja vit at verða minni stýrd av okkara kenslum, so kunnu vit fara kropsliga til verka. MR SMS er DAT-førleikin, sum hjálpir tær at blíva meira stabilur kensluliga. M - Motión - Íðka regluliga motión. R - Rúsur - Ikki rúsa teg. S - Sjúka - Tak tær av sjúku. M - Matur - Javnviga tín mat. S - Svøvnur - Javnviga tín svøvn. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: http://www.datung.fo
Hvussu skalt tú gera, tá ið tú hevur eina kensluliga kreppu? Tá ið kenslurnar blíva so sterkar, at tær hótta við at taka yvir fullkomiliga og fáa teg at gera okkurt orduliga býtt? Tá kanst tú avleiða teg sjálvan. Her eru ALSKYNS mátar at avleiða títt uppmerksemi í eini kreppu. A - Aktivitetur L - Legg aftrat S - Samanber K - Kenslur Y - Ypp øksl N - Nágreina S - Sansirnir Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: http://www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: http://www.datung.fo