Podcasts about Hetta

Village in Lapland, Finland

  • 106PODCASTS
  • 619EPISODES
  • 24mAVG DURATION
  • 5WEEKLY NEW EPISODES
  • May 16, 2026LATEST
Hetta

POPULARITY

20192020202120222023202420252026


Best podcasts about Hetta

Latest podcast episodes about Hetta

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 16.mai 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later May 16, 2026 13:05


Hoyr lesturin her.

Plátubarrin
TEMAPLÁTAN 40: 'The Final Countdown', Europe '86

Plátubarrin

Play Episode Listen Later May 9, 2026 50:32


Hetta er tann triðja og eisini best umtókta útgávan hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Kend løg eru heitislagið, sum er 'The Final Countdown', 'Carrie', og 'Rock the Night'. Talan er ikki um ein av mongu varðunum á leiðini, tí heitislagið er eitt av stóru eyðkennunum fyri øll fýrsini í rokki. Sambært Bestsellingalbums.com er sølutalið fyri heildarverið 6-7 milliónir eintøk, ella kanska er talið størri, hvat aðrar netsíður vilja vera við. Vit spæla Temaplátuna sum eina fjøruti ára heiðran. Hon hevur almennan útgávudag 26. mei 1986. Sangarin, Joey Tempest, skrivaði einmanna níggju av teimum tíggju sangunum, sum eru við í The Final Countdown heildarverkinum. Í USA rakk útgávan til nr. 8 á albumlistanum, Billboard 200, meðan Europe plátan í 1988, Out of This World, var á amerikanska Top 20. Onga aðrar útgávur enn hesar báðar hevur Europe havt á Top 20 vestan hav. Tær eru tvær av trimum, sum bólkurin hevur givið út hjá Epic Records. Í september 1985 byrjaði manningin upptøkurnar í Zürich, Sveis. Eftir viðmæli frá plátufelagnum, Epic, var amerikanski produsarin Kevin Elson settur at stjórna upptøkunum, sum umframt Sveis fóru fram í Svøríki og í tveimum støðum í USA; Atlanta, Georgia og Berkeley, Kalifornia. Plátubarrin 9. mai 2026 (endabrestur hetta sendiskeiðið)  

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 9.mai 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later May 9, 2026 12:39


Hoyr lesturin her.

Plátubarrin
TEMAPLÁTAN: 'Wrap Your Arms Around Me', Agnetha Fältskog 1983 + eykaløg

Plátubarrin

Play Episode Listen Later May 2, 2026 54:51


Hetta er tann fyrsta og eisini best umtókta einstaklingaútgávan hjá abbasangaranum, Agnethu Fältskog, á enskum máli. Talan er um popptónleik og Mike Chapman var framleiðari. Frammanundan hevði Chapman havt stóra undirtøku sum lagskrivari og framleiðari fyri nøvn sum Blondie, Sweet, Smokie, og Suzi Quatro. Ein útbygd 'Wrap Your Arms Around Me' varð endurútgivin á fløgu í 2005 við fimm eykaløgum, harímillum eru báði tann enska og tann spanska útgávan av duettlagnum, 'Never Again', sum Agnetha og Tomas Ledin høvdu sungið inn í 1982; árið fyri temaplátuna. Kend løg á temaplátuni eru heitislagið, "Wrap Your Arms Around Me", og "Can't Shake Loose", "Take Good Care of Your Children", og "The Heat is On", ið verður mett at vera hennara best umtókta í altjóða høpi. Hinvegin var "Can't Shake Loose" á Top 30 í USA og tí kann ein altíð kjakast um handan spurningin. Virkesemið í Abba var steðgað upp árið fyri, seint í 1982 og Agnetha Fältskog royndi eins og hin kvinnuligi abbasangarin, Frida, at fóta sær sum solistur á altjóða pallinum. Aftrat temaplátuni gav Fältskog tvey onnur ensktmælt heildarverk út í fýrsunum; 'Eyes of a Woman' í 1985 og 'I Stand Alone' í 1987. Plátubarrin 2. mai 2026  

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 2.mai 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later May 2, 2026 13:51


Hoyr lesturin her.

Við Tórði á túri
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall

Við Tórði á túri

Play Episode Listen Later Apr 27, 2026 51:53


Saman við leirvíkinginum Mariusi Jacobsen og norðragøtumanninum Áranti Hansen ganga vit ein sera vakran dag eftir varðagøtuni úr Leirvík og upp um Dvørgjaskarð, sum er góðar 300 metrar høgt, til Norðragøtu. Teir báðir greiða frá tí vit síggja á túrinum. Hetta er ein góður gongutúrur, ið ikki er so krevjandi fyri fólk sum tora at ganga úti í náttúruni. Ovast norðragøtumegin er brattari, men góða rekkverkið ger, at fólk kunnu kenna seg trygg. Teir báðir halda, at henda gamla varðagøtan er ímyndin av væl eydnaðu kommunusamanleggingini millum Leirvík og Gøtu. Á túrinum hoyra vit tvey brot úr kvæðnum um Lorvíks Páll, sum Eysturoyar Dansifelag kvøður.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 25.apríl 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Apr 25, 2026 14:10


Hoyr lesturin her.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 19.apríl 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Apr 19, 2026 14:25


Hoyr lesturin her.

Plátubarrin
TEMAPLÁTAN: 'Vejen væk', Thomas Helmig, 1988 + eykalag

Plátubarrin

Play Episode Listen Later Apr 18, 2026 60:05


Tann fjórða og samstundis best umtókta Thomas Helmig útgávan við løgum sum 'Det er mig der står herude og banker på' og 'Nu hvor du har brændt mig af'. Eisini er eitt Gasolin' tøkulag frá 1976 á tikið við, og tað er eisini tað einasta, sum Helmig ikki skrivaði sjálvur til 'Vejen væk'.160.000 eintøk vórðus seld av 'Vejen Væk' og útgávan var tann best umtókta í Danmark um tað mundið. Blaðmaðurin Martin Kongstad skrivaði árið eftir í 1989 í tíðarritinum Gaffa: "Miðskeiðis í áttatiárunum bleiv ein bláur drongur sjónligur í tónleikinum. Í dag lyfta øll hattin fyri honum, sum stigvíst, plátu fyri plátu, vann sær offiserstign millum soldátar Tordenskjolds". Hetta seinasta sipar til afturvendandi somu sangararnar, sum næstan áttu danska popularitesbarometrið í 80'unum. Handa avmarkaða soldátarheimin viðmerkti Helmig soleiðis: "Eg hugsaði, at har innar vil eg fegin sleppa at vera við. Eg sá upp til Peter A.G., Steffen Brandt, og Kim Larsen, Anne Linnet og Lis Sørensen, og eg hevði eina stálstinna sannføring um, at tað fór eg at megna. Tað hevði onki at gera við at drikka vín afturvið laksi, tað, eg havi vunnið, er eitt fantastisk frælsi." Temaplátan frá 1988 gjørdi Thomas Helmig til eitt risastórt navn og fjepparaidol av teimum stóru. Plátubarrin 18. apríl 2026  

pl danmark bla liss vejen tann handa kim larsen hetta gasolin thomas helmig anne linnet helmig steffen brandt martin kongstad
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 11.apríl 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Apr 11, 2026 12:31


Hoyr lesturin her.

Plátubarrin
TEMAPLÁTAN: 'Diana', Diana Ross, 1980 + eykalag '82

Plátubarrin

Play Episode Listen Later Apr 11, 2026 54:38


'Diana' var tann 11. einstaklingaútgávan hjá Dianu Ross. Hon er við sínum øðrumplássi á US Billboard 200 og stórari sølu hennara best umtókta. Eisini vórðu fleiri singleplátuhitt tikin frá henni: 'Upside Down', 'My Old Piano', og 'I'm Coming Out', harav 'Upside Down' var plettskot á US Billboard Hot 100. Átta løg eru á plátuni; fýra á hvørjari síðu. Hetta var tann triðja við 'Dianu' í albumheitinum. 'Diana Ross' vóru útgávur í bæði 1970 og 1976, og so bara 'Diana' her í 1980. Nile Rodgers og Bernard Edwards úr Chic skrivaðu øll løgini til plátuna og løgdu tey eisini til rættis. Albumið 'Diana' kom út hjá Motown Records tann 22. mai í 1980, men Diana Ross broytti sjálv mixingina, uttan at teir báðir áðurnevndu vistu av tí. Tað hendi eftir at plátuvendarin, Frankie Crocker, hevði ávarað Dianu um, at útgávan sum hon lág kundi gera enda á hennara karrieru. Millum annað tí disco hevði rættiliga brádliga fingið ringt orð á seg í USA. Saman við Russ Terrana, einum tøkningi hjá Motown, endavendi hon ljóðsporunum og setti meira ferð á løgini, áðrenn plátan varð givin út. Eisini vóru fleiri drúgvar, instrumentalar disco-passagur tiknar burtur. Framleiðandi lagskrivararnir báðir, Bernard Edwards og Nile Rodgers, mótmæltu handlingini og stevndu síðani. Men tey samstarvaðu aftur seinni, so tað rættaði seg. Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Plátubarrin 11. apríl 2026  

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 4.apríl 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Apr 4, 2026 13:36


Hoyr lesturin her.

Plátubarrin
TEMAPLÁTAN 50: 'High and Mighty', Uriah Heep, 1976

Plátubarrin

Play Episode Listen Later Apr 4, 2026 52:33


Talan er um ta seinastu Uriah Heep útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini. Stílistiskt sæð er plátan rættiliga fesjut; alt frá bluesrokki til harmoniløg í misjavnari framleiðslu, men ikki er vist, at tað bara er ringt. Útgávudagur var í mai 1976. Fimti ára útgávdagur er sostatt í mai 2026. Hetta var eisini tann seinna Uriah Heep plátan við John Wetton, bassisti og sangara, ið bleiv enn kendari seinni við bólkinum Asia. Tá teir fóru á konserferð eftir útgávu av 'High and Mighty', vísti tað seg, at alkoholimsan hjá sangaranum, David Byron, hevði tikið valdið á honum. Ken Hensley hevur sagt, at vanliga hevði atferðin verið, at Byron drakk seg fullan eftir eina konsert, men nú drakk hann alsamt og var tí svikaligur á palli. Fyrr hevði tað verið soleiðis, at David Byron raðfesti framførslurnar fremst, men í 1976 hevði fløskan tikið hesa støðu, segði Hensley. Framleiðarin, Gerry Bron, førdi fram, at stór sosial frástøða var komin í millum sangaran og hinar bólkalimirnar. Ja, tá 'High and Mighty' var tøk í juni '76, nærkaðist tónleikaliga náttin hjá David Byron. Skjótt fór Uriah Heep at senda hann á dyr. Tað fór at verða um ein mánaða ella so, í juli. Ein kann metaforiskt sæð siga, at í juni vóru báðir klokkupinnarnir á 12-talinum, ið er midnátt, ella 'Midnight', hvat ein 'High and Mighty' sangur eisini hevur sum heiti. Fleiri viðmerkjarar halda, at sum heildarverk er temaplátan misjøvn, meðani hon stendur seg betri lag fyri lag. Okkurt av løgunum er framúr væl úr hondum greitt. Plátubarrin 4. apríl 2026  

The Second Studio Design and Architecture Show
#494 - After Hours: Snøhetta and BIG's Layoffs and Architecture's Workplace Challenges

The Second Studio Design and Architecture Show

Play Episode Listen Later Apr 1, 2026 71:49


This week, David and Marina have a casual chat about unions in architecture, internships, workplace culture, architects' salaries, the starchitect era, preparing students for the profession, Marina's acting audition, tv shows, and more. This episode is supported by Chaos • Programa • Future London Academy SUBSCRIBE  • Apple Podcasts  • YouTube  • Spotify CONNECT  • Website: www.secondstudiopod.com • Office  • Instagram • Facebook  • Call or text questions to 213-222-6950 SUPPORT Leave a review  EPISODE CATEGORIES  •  Interviews: Interviews with industry leaders.  •  Project Companion: Informative talks for clients.    •  Fellow Designer: Tips for designers.  •  After Hours: Casual conversations about everyday life. •  Design Reviews: Reviews of creative projects and buildings. The views, opinions, or beliefs expressed by Sponsee or Sponsee's guests on the Sponsored Podcast Episodes do not reflect the view, opinions, or beliefs of Sponsor.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 28.mars 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Mar 28, 2026 14:04


Hoyr lesturin her.

Plátubarrin
TEMAPLÁTAN 50: 'Take the Heat off Me', Boney M. 1976 + trý eykaløg

Plátubarrin

Play Episode Listen Later Mar 21, 2026 54:52


Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'. Hetta fyrsta heildarverkið hjá Boney M., hvørs 50 ára útgávudagur er í 2026, hevði størstu søluna í Spania og Fraklandi, har 300.000 eintøk vórðu seld í hvørjum landi. Sølan á týska heimamarknaðinum var 250.000 útgávueintøk. Í Svøríki fóru 100.000 plátur og kassettubond um søludiskin, hvat roknað út eftir fólkatalinum gevur størstu undirtøkuna av øllum. Í Bretlandi knógvaði 'Take the Heat off Me' akkurát Top 40. 'Daddy Cool' var stóra singleplátuhittið. Tað var plettskot í londum sum Svøríki, Noregi og Belgia, men eisini á stóru plátumarknaðunum í Vesturtýsklandi, Fraklandi, og Spania, meðani tað rakk til nr. 6 á UK Singles Chart. Hinvegin varð onnur singleplátan frá útgávuni, lagið 'Sunny', nr. 3 í Bretlandi. Av stóru londunum var 'Sunny' plettskot í Vesturtýsklandi og Fraklandi. Í Føroyum spældi Útvarp Føroya løg frá sjálvari LP-plátuni. Millum annað hevði tað við sær, at endurinnspælingin hjá Boney M. av Bob Marley sanginum, 'No Woman No Cry', bleiv kend millum manna her á landi. Talan er um europeiskan diskotónleik við góðum ljóði og nógvum fiólum. Týskarin, Frank Farian, átti Boney M., og at hjálpa sær at leggja til rættis hevði hann annan týskan tónleikamann, Stefan Klinkhammer, ið eins og Frank Farian ikki livir meira. Teir dugdu sítt handverk, tí eisini við nútíðar oyrum ljóðar útgávan avbera væl. Eykaløg í sendingini eru: 'Love for Sale' (album: Love for Sale), 'King of the Road' (album: Nightflight to Venus), 'Two of Us' (album: Oceans of Fantasy). Plátubarrin 21. mars 2026  

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 21.mars 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Mar 21, 2026 12:25


Hoyr lesturin her.

Jonhard's Podcast
Harri, tað er gott, at vit eru her!

Jonhard's Podcast

Play Episode Listen Later Mar 19, 2026 21:13


Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju.   Prædika Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall. Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið. Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann. Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: «Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.» Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!» Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir. Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: «Reisið tykkum upp og óttist ikki!» Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan. Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: «Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum» (Matt 17,1-9).   “Andsfyltir dagar eru ofta róligir dagar”, hevur ein sagt. Fyri hesar tríggjar lærusveinarnar tóktist hesin túrurin óiva at vera ein heilt vanligur og róligur túrur niðan á fjallið fyri at hvíla seg og at biðja saman við Jesusi. Lærusveinarnir væntaðu nokk ikki, at tað heilt villa fór at henda har uppi. Men sum sagt eru andsfyltir dagar ofta róligir dagar. Í januar mánaði er tað siðvenja hjá prestunum at fara til Viðareiðis til kyrrudagar. Har hendir heldur ikki tað heilt villa. Tað eru stillir og róligir dagar, har ið ein hugsavnar seg um Jesus og er í bøn. Men mínar persónligu royndir siga mær kortini, at tað ofta er í kvirru og bøn at Andin sleppur fram at. Kyrrudagarnir eru eisini andsfyltir dagar! Í sær sjálvum kann ein heilt vanligur gongutúrur úti í náttúruni eisini vera ein andsfyltur túrur, har ið ein merkir Guds nærveru í hansara undurfulla skapanarverki! Sjálvur havi eg ikki verið vitni til slíkt, sum lærusveinarnir vóru vitni til henda dagin, men kortini eiga vit ikki at forsmáða teir heilt vanligu gongutúrarnar! Og onkuntíð hendir okkurt heilt óvæntað. Tá eg var smádrongur, fortaldi omma mín, Jensa, mær ofta um eina heilt serliga hending, sum langabbi, Palli, upplivdi, tá ið hann var ein ungur maður. Í Keraldinum nr. 18 frá 2018 kann man eisini lesa um júst hesa somu hending: “Dánjal Pauli Højgaard, betur kendur sum Gamli Palli ... varð umvendur, tá ið hann var 26 ára gamal. Hann hevur ofta sagt frá hesum nakað soleiðis: Ein dagin hann var í ferð við at seta hegn upp, kallaði Gud ógvuliga sterkt á hann. Hann var sorgarbundin, tí hann kendi seg at vera í syndaneyð, men mitt í øllum hoyrdi hann eina rødd siga: “Palli, Jesus doyði á krossinum fyri alla verðins synd, eisini tínar!” Hann tveitti amboðini frá sær og rann heim til konu sína og segði henni, at nú var hann frelstur, tí hann hevði sjálvur hoyrt Jesus siga, at hann var deyður fyri sínar syndir. Hetta broytti hansara lív.” Hetta eigur eisini at minna okkum á, at vit liva lívið her á fold við einum opnum himli, og at Gud kann brádliga grípa inn í okkara lív á ein undurfullan hátt! Hetta var júst tað, sum hendi, tá Jesus tók Pætur, Jákup og Jóhannes við sær niðan á fjallið!   Bjart lýsir sólin, mildari er mánin, glógvandi himmalsins stjørnulind; meir ljómar Jesus, meir lýsir Jesus enn himmalsins øll glæstrimynd.   Vøkru orðini í sálminum Dýrasti Jesus hóska so væl saman við hesum, sum lærusveinarnir vóru vitni til henda dagin. Hetta hevur eisini verið ein heilt serstøk hending, sum hevur brent seg óloysiliga fast í minnið hjá teimum. Teir vóru eygnavitni bæði til Jesu hátign, og eisini til hansara líðing og deyða. Og Jesu umbroyting á fjallinum skal nevniliga síggjast í ljósinum av Jesu líðing, deyða og uppreisn! Talan var ikki um nakra mótsøgn millum Jesu hátign og Jesu líðing. Tvørturímóti var Jesu líðing og deyði fullkomiliga í tráð við allar Skriftirnar! Seinni váttar Pætur og sigur: “Tað vóru ikki snildiliga samanpentaðar søgur, sum vit fylgdu, tá ið vit kunngjørdu tykkum várs harra Jesu Krists mátt og komu, men vit høvdu verið eygnavitni til hátign hansara. Tí at hann fekk av Guði faðir heiður og dýrd, tá ið ein tílík rødd kom til hansara frá hini hátignarmiklu dýrd: “Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi tokka til”” (2 Pæt 1,16-17). Talan var als ikki um samanpentaðar søgur. Tvørturímóti var talan um eina uppfylling av lyftunum í Gamla Testamenti! Hetta er eisini tað, sum Jesus undirstrikar í einum øðrum samanhangi: “Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg” Jóh 5,39). Skriftirnar vitna um Jesus! Júst hesin sannleikin verður opinberaður fyri lærusveinunum, tá ið bæði Móses og Elia koma til sjóndar og samtala við Jesus hesa heilagu løtu uppi á fjallinum. Hjá Lukasi fáa vit eisini at vita, hvat teir samtalaðu um: “Og sí, tveir menn vóru í talu við hann, og tað vóru Móses og Elia; teir sýndu seg í dýrd og talaðu um burturferð hansara, sum hann skuldi fullføra í Jerúsalem” (Luk 9,30-31). Samtaluevnið snúði seg sostatt um tað, sum Jesus skuldi fullføra í Jerúsalem og uppi á krossinum, har ið hann jú, áðrenn hann gav upp andan, rópti: “Tað er fullgjørt!” (Jóh 19,30). Jesus kom inn í henda heim fyri at fullføra Guds frelsuætlan við tær og mær! Sostatt kunnu vit eisini siga, at Jesus, Móses og Elia samtalaðu um teg og meg har uppi á fjallinum. Jesu gerningur á krossinum snýr seg jú um teg og meg og okkara frelsu! Í undanfarna kapitlinum hjá Matteusi lesa vit um Kristusjáttan Pæturs: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs” (Matt 16,16). Og vit lesa eisini, at Jesus frá teirri stund tók “...at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur” (Matt 16,21). Hetta fataðu lærusveinarnir als ikki. Pætur tók enntá Jesus til síðis og segði við hann: “Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!” (Matt 16,22). Pætur og hinir lærusveinarnir fingu ikki Jesu líðing at hanga saman við Jesu hátign. Men júst hetta var boðskapurin til teirra: Jesus fer ígjøgnum líðing og deyða sum tann, ið hann veruliga er: Sonur hins livandi Guds! Ella sum vit lesa í Filippibrævinum: Hann, sum var í Guðs mynd, helt tað ikki fyri rán at vera Guði líkur, “...men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi” (Fil 2,6-8). Jesus setti seg sjálvan lágt, fyri at seta okkum høgt og geva okkum ævigt lív! Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju. Teir sleppa at síggja hann í hansara dýrd – hesi dýrd, sum tey frelstu eisini skulu njóta í allar ævir har heima í himli. Ella sum vit lesa í Opinberingini: “Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara” (Opb 21,23-24). Í eina løtu uppi á fjallinum eru lærusveinarnir vitni til dýrdina, sum tey frelstu skulu njóta í ævinleikanum, tá ið tey skulu “ganga í ljósi hansara.” Á evsta degi skulu øll menniskju verða vitni til hetta undurfulla ljósið. Henda dagin finst eingin ateistur longur, tí at tá skulu øll menniskju síggja Jesus soleiðis, sum hann veruliga er í allari hansara dýrd. Ella sum vit lesa í Opinberingini: “Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann, og eisini teir, sum stungu hann, og allar ættargreinir á jørðini skulu gráta so sáran uppi yvir honum. Ja, Amen” (Opb 1,7). Í ljósinum frá hesum stóra og avgerandi degi ljóðar spurningurin nú til tín og mín: Samsvarar tann áskoðanin, sum vit nú hava av Jesusi, við tað dýrd, sum vit á evsta degi skulu skoða hann í? Síggja vit hann einans sum ein neyðarsligan, tornakrýndan og deyðan mann? Ella síggja vit hann sum tað, ið hann veruliga er: konganna kongur og harranna harri - hetta, sum vit eisini játta í Nikensku trúarjáttanini: Jesus er Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi. Tað var ein staðfesting av júst hesum sannleika, sum lærusveinarnir fingu henda dagin, tá ið Jesus umbroyttist á fjallinum: “Andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vóru hvít sum ljósið” (Matt 17,2). Ja, tann líðandi Jesus er sanniliga eisini drottur alla drotta! Ella sum vit syngja:   Dýrasti Jesus, drottur alla drotta, sonur av Guði og Mariu moy, teg vil eg elska, teg vil eg æra, tú lív mítt ert, mín dýri eyð'.   Vit kunnu einans tilbiðja Jesus og syngja um hann á henda hátt, tá ið vit við trúarinnar eygum síggja hann soleiðis, sum hann veruliga er: Dýrasti Jesus / drottur alla drotta! Og um vit við trúarinnar eygum síggja Jesus soleiðis, ja, tá verður Jesu afturkoma ikki ein ræðuligur dómadagur og ein myrkursins dagur fyri okkum. Nei, tá verður dagurin tvørturímóti ein sannur frelsudagur: Dagurin, tá ið vit ganga inn í hina ævigu dýrdina – dýrdina, sum Jesus hevur vunnið okkum við sínum blóði, tá ið hann setti seg sjálvan lágt og leið deyðan á krossinum í okkara stað. Tí kann Jesus eisini í dag nema við teg og meg, taka í okkara hond og siga: Óttast ikki! Lærusveinarnir óttaðust sjálvandi, tá ið teir vóru vitni til hesa stóru hending uppi á fjallinum. Teir fullu “fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir” (Matt 17,6). Og hvat annað kunnu syndafull menniskju gera í slíkum ljósi, har ið okkara egna myrkur verður so opinlýst? Uttan Frelsaran hava øll menniskju góða grund til at verða ógvuliga rædd fyri at møta hinum livandi Gudi. Tí, sum tað stendur í Hebrearabrævinum: “Guð okkara er oyðandi eldur” (Hebr 12,29). Hann er ein oyðandi eldur yvir fyri øllum órættvísi og allari synd! Tá syndarar eru vitni til Guds dýrd, er ræðsla sostatt náttúrlig. Sjálvur Jesus upplivdi eisini ræðslu í Getsemane, har ið Pætur, Jákup og Jóhannes eisini vóru við Jesusi: “Ótti og angist kom á hann. Og hann sigur við teir: “Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið!” Og hann gekk eitt sindur longur fram og fell til jarðar og bað, at tann tímin mátti fara um hann, um tað var gjørligt. Og hann segði: “Abba, faðir! Alt er gjørligt hjá tær. Tak hesa skál frá mær; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt”” (Mark 14,34-36). Hví var Jesus so ræðslusligin? Hví var hann í deyðaangist? Hví sveittaði hann blóð í Getsemane? (Luk 22,44). Jú, hann visti, hvat hann skuldi uppliva á krossinum! Hann visti, at hann skuldi sjálvur ígjøgnum Guds oyðandi eld fyri at frelsa menniskju. Í lýdni og kærleika bað hann tí: “Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt.” Jesus er tann, sum Gud sjálvur sigur hann vera: “Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til” (Matt 17,5). Hesin sonurin, sum Gud hevur góðan tokka til, upplivdi sjálvur Guds oyðandi eld á krossinum fyri at frelsa menniskju frá hesum sama oyðandi eldi. Og í ljósinum frá Jesu fullgjørda verki á Golgata ljóðar nú ein gleðiboðskapur til syndarar: Um tú hevur Sonin, so hevur tú eisini alt við honum! Eftir at hava sæð Jesus í samtalu við Móses og Elia, sóu teir at enda “...ongan uttan Jesus einsamallan” (Matt 17,8). Soleiðis er tað eisini við frelsuni. Eingin uttan Jesus einsamallur kann frelsa okkum! Ella sum vit syngja:   Tú ert tann einasti, heilagsti, reinasti, gev mær títt reina og heilaga sinn! Hjálp tú úr vanda mær, bjarga frá grandi mær! Før meg at enda til dýrd tína inn!   Jesus er tann einasti, sum kann føra okkum inn í dýrdina! Við trúnni á hann er alt hansara nú vorðið okkara! Og alt okkara er vorðið hansara! Hann fær alla okkara synd, og vit fáa alla hansara dýrd! Og tey somu orðini, sum Gud sigur um sonin, sigur hann nú um teg og meg: Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til! Hetta er dóttir mín, hin elskaða, sum eg havi góðan tokka til! Við Jesusi gevur Gud okkum tað, sum hann, í sínum ríka kærleika, ætlaði okkum til: at hava barnakor hjá sær sjálvum! Tí talar hann nú um okkum, sum hann talar um sonin: Hetta er sonur mín! Hetta er dóttir mín! Hesin gleðiboðskapurin rekur allan ótta burtur og gevur okkum í staðin gleði í Harranum og eina livandi vón bæði í hesum lívi og í tí komandi, tá ið vit skulu njóta Guds dýrd í allar ævir og ganga í ljósi hansara! Hesi orð, sum standa undir altartalvuni (í Rituvík), og sum ein ørkymlaður Pætur segði á sinni, verða tá til ævigan veruleika fyri okkum: “Harri, tað er gott, at vit eru her!” (Matt 17,4).

Plátubarrin
TEMAPLÁTAN: 'Saints and Sinners', Whitesnake, 1982.

Plátubarrin

Play Episode Listen Later Mar 14, 2026 54:22


Here I Go Again og Crying in the Rain. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni, harav annað nógv spælt lag er Rough an' Ready. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum. Talan var um Whitesnake svanasangin hjá gittaristunum báðum, Mickey Moody og Bernie Marsden, og bólkaleiðarin, Davdi Coverdale valdi at fara víðari við øðrum manningarlista. Okkara Temapláta, Saints and Sinners, frá 1982 var tað fimta studioalbumið í røðini við útgávum hjá Whitesnake, og tað triðja, ið rakk Top 10 í Bretlandi. Nógv spæld løg eru Here I Go Again, Crying in the Rain, sum við stórari eydnu vórðu endurinnspæld til stóru Amerika- sjálvheitisplátuna í '87, tá John Sykes var komin við á gittarin. Tá var Whitesnake ikki longur eitt hard- og bluesrokkorkestur, men eitt meira hard- og heavyorkestur við nógvum spælingum á MTV, tí John Sykes orkar ikki fyri bluesrokki Here I Go Again hevði størri týdning fyri bólkin, enn ein kanska gevur sær far um. Áðrenn tað lagið fer frá í táttinum, hoyra vit annan av lagskrivarunum, Bernie Marsden, greiða kringvarpsmanninum, Ragnari A. Jacobsen, frá sanginum og hvat hann hevði havt at siga fyri seg. Hetta er eitt brot tikið úr sendingini 'RagnarRokk' tann 6. januar í 2022. Henda Saints and Sinners útgáva frá 1982 var rættiliga nógv Deep Purple. Whitesnake sangarin, David Coverdale, hevði jú eina fortíð í DP og eftir Whitesnake plátuna, Snakebite, var nevniliga annar purplari komin uppí Whitesnake; tangentspælarin John Lord, sum loysti av fyri Peter Solley. Meira Purple: Dave "Duck" Dowle varð longu í 1979 tikin frá trummunum og enn ein ex-Deep Purple tónleikari, Ian Paice, kom í hansara stað. Duck hevði spælt við á teimum tveimum fyrstu studioalbumunum, Trouble í '78 og Lovehunter í '79. Hinvegin varð Saints and Sinners tann seinasta innspælingin hjá Ian Paice við Whitesnake. Sostatt eru tríggir við á Saints and Sinners, sum eisini spældu seinastu sjeytiáraplátuna hjá Deep Purple, Come Taste The Band, frá 1975. Tað gjørdu teir eisini á báðum Whitesnake studioútgávunum frammanundan hesari, Ready an' Willing í '80 og Come And Get It í '81. Plátubarrin 14. mars 2026  

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 14.mars 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Mar 14, 2026 13:10


Hoyr lesturin her.

Plátubarrin
TEMAPLÁTAN: 'Gemini', Gemini, 1985 - ABBA aftaná ABBA

Plátubarrin

Play Episode Listen Later Mar 7, 2026 53:48


Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá ABBA, aðrar løtur á ferð við CHESS. Soleiðis er henda Tema- og frumpláta hjá Gemini frá '85, ið systkini Karin og Anders Glenmark sungu. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'. Hesin temaplátutáttur er eisini ein minnissending um Karin Glenmark, sum doyði í oktober 2025. Hon var eina av Chess-sangaranum og saman við bróðrinum, Anders Glenmark, stovnaði hon duettbólkin Gemini, hvørs frum- og sjálvheitisútgáva, 'Gemini', koma árið eftir Chess-plátuna, har Karin hevði leiklutin sum Svetlana, ið sang frá kórinum á konsertum. Tónleikin til Chess skrivaðu Benny Andersson og Björn Ulvaeus, og teir skrivaðu eisini ein fittan part av hesi Temaplátu, sum teir haraftrat framleiddu saman við Anders Glenmark. Tað var soleiðis, at Björn og Benny høvdu einar 20-25 minuttir av tilfari, sum teir ikki fingu nýtt í samband við sangleikin og útgávuna Chess, og sumt av tí vit hoyra frá hesi temaplátu, var nevniliga avlop frá Chess sangleikinum, umframt Abba avlop. Á Gemini systkina-debutini spæla eisini fleiri av gomlu Abba-tónleikarunum við, eitt nú bassgittaristurin, Rutger Gunnarsson, sáli, og Benny Andersson spælir allar tangentarnar. Haraftrat tók upptøkumaðurin hjá Abba, Michael B. Tretow, tvey av løgunum upp. Hetta nú gott 40 ára gamla verk hava onnur enn eg, verturin, lýst sum dapurt, myrkt, við vónloysi og sorblýdni lagt aftrat. Tó eins og hjá Abba kunnu tekstir vera tungir, samstundis sum lagið er lívligt, okkurt dømi um tað er á Gemini. Talan er um eitt fleirstreingjað og minimalistisk ljóðlandskap, hvørs treytir Benny setti við sínum synthezisara. Sangtekstirnir hjá Bjørn fylgja eisini hasum, tó teir harumframt prógva góðu evnini hjá Bjørn Ulvaes sum orðasmiði. Aftrat Ulvaeus og Andersson skrivaðu Ingela Forsman og Anders Glenmark tilfar til útgávuna. Plátubarrin 7. mars 2026  

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 7.mars 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Mar 7, 2026 14:38


Hoyr lesturin her.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 28.februar 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Feb 28, 2026 14:36


Hoyr lesturin her.

Jonhard's Podcast
Fylg mær!

Jonhard's Podcast

Play Episode Listen Later Feb 22, 2026 19:44 Transcription Available


Lívið sum ein kristin er eitt lív á einum ávísum vegi. Hetta er eisini grundin til, at tey fyrstu kristnu kallaðu seg fyri tey, sum hoyrdu til “vegin” (Áps 9,2). At hoyra Jesusi til, var at hoyra einum ávísum vegi til í hesum lívi: at fylgja í Jesu fótasporum dagliga, at verða inndekkaður av støvinum frá honum, at læra av honum, at vera sum hann og at gera sum hann. (Konfirmantagudstænasta í kirkjuni við Norðskála, 22.02.2026. Prædikutekstur: Mark 2,13-17).

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 21.februar 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Feb 21, 2026 14:26


Hoyr lesturin her.

Innopodden
Verdens beste sosiale verktøy - arkitektur: Kjetil Trædal Thorsen, Snøhetta.

Innopodden

Play Episode Listen Later Feb 18, 2026 42:50


Det jeg er mest opptatt av nesten til enhver tid, er de prosjektene vi jobber med akkurat nå. Vi forestiller oss hva fremtidige minner kan innebære. Det sier Kjetil Trædal Thorsen, som mener at arkitektur er verdens beste sosiale verktøy. Den kan stenge deg ute eller invitere deg inn. Håkon Haugli og Kjetil Svorkmo Bergmann lot seg invitere til Snøhetta, et av verdens fremste arkitektkontorer og en internasjonal merkevare med norske verdier.Du kan lese Innopodden som tekst her. Hosted on Acast. See acast.com/privacy for more information.

Við Tórði á túri
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)

Við Tórði á túri

Play Episode Listen Later Feb 16, 2026 51:45


Nám skipar í hesum døgum fyri evnisdøgum fyri øllum starvsfólkunum í Fólkaskúlanum fyri at lýsa, hvat rørir seg í Fólkaskúlanum. Arbeitt verður í verkstovum og allir fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar og av Setrinum. Sólvá Jónsdóttir, deildarleiðari í Námi, Frida Poulsen, undirvísari og granskari á Námsvísindadeildini, og Ingi Wiberg, lærari á GIljanesi, greiða frá. Ingi heldur, at tað er avgjørt ein fyrimunur at fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar. Summarskeiðini í føroyskum fyri útlendingum, sum eru á hvørjum sumri, eru ógvilga væl umtókt. Lena Reinert umsitur skeiðini, og hon sigur, at tey lesandi koma ymsa staðni úr heiminum, og vanliga megna tey at tosa føroyskt tá tey hava verið á skeiði í tríggjar vikur. Sandra Saxov Lamhauge stóð royndina og hevur nú heitið ph.d í málfrøði. Hon vardi sína ph-d-ritgerð í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Ritgerðin hevði heitið A sociophonetic study of preaspiration and sonorant devoicing in Faroese og snúði seg um ávís frábrigdi í dialektini ymsa staðni í Føroyum. Sandra hevur starvast og verið innskrivað á Føroyamálsdeildini. Hon sigur, at hon hesa tíðina hevur merkt at fólk yvirhøvur eru áhugað í dialektum. Mékhala Kollslíð av Skála er farin ímóti streyminum. Hon  tók bachelor í Danmark og nú er hon í gongd við eina master-útbúgving í stjórnmálafrøði og samfelagsvísind á Setrinum. Hon hevur avgjørt at masterritgerðin fer at viðgera trygdar og verjupolitikk, tí tey evnini eru sera viðkomandi í hesum broytingartíðum. -Hóast vit eru lítil, eru vit ein partur av spælinum sum gongur fyri seg í hesum døgum. Eg fari at skriva um hvat okkara leiklutur er í hesum spælinum er, sigur Mékhala. Heini í Skorini, lektari á Setrinum, sigur, at áhugin fyri Grønlandi, Norðuratlantshavinum, Arktis og harvið eisini Føroyum og uttan um okkum er nógv vaksin tey seinastu árini - ikki minst síðani Donald Trump, forseti í USA, kom fram við kravinum um at eiga Grønland. Frá at hava verið eitt lágspenningsøki er Norðuratlantshavið og Arktis nú er háspenningsøki. M.a. Tí at Russland hevur útbygt sínar hernaðarstøðir í Arktis. Føroyar blíva nú partur av Erasmus+, sum er stóra stuðulsskipanin hjá ES, ið stuðlar útbúgving, frítíðarvirksemi og ítrótti. Hetta hendir í 2028 og er komið í lag eftir at  Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, var í Føroyum fyri einum lítlum ári síðani, og hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir eitt semjuskjal millum Føroyar og ES. Við hesari E-skipan eru nógv lond, ið ikki eru limir í ES. -Erasmus+ fær stóran týdning fyri Føroyar, tí skipanin letur stóran stuðul. Tí er tað umráðandi at vit eru klár í 2028, tá vit eru partur av skipanini, sigur Marjun Lützen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, sum umsitur Erasmus+-skipanina í Føroyum. Marjun Lützen umsitur stuðulsskipanina Erasmus+, sum Føroyar væntandi verða partur av frá 2028. Hetta hendir eftir at Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, var í Føroyum fyri einum lítlum ári síðani, og hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir eitt semjuskjal millum Føroyar og ES. Erasmus+ stuðlar útbúgving, ungum og ítrótti og Marjun Lützen sigur, at hetta fær stóran týdning fyri Føroyar. -Tað er umráðandi at vit eru klár í 2028, tá vit eru partur av skipanini, sigur Marjun Lützen. Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum, ivast ikki í, at Erasmus-skipanin fær stóran týdning fyri Setrið, tí møguleikarnir hjá teimum lesandi verða so nógv betri enn í dag. Tá ber til at lesa á Setrinum og t.d. fara uttanlands at taka onkur semestur, og Setrið væntar harumframt at fáa nógv fleiri útlendingar til Føroya at lesa. Samanlagt fer tað at skapa eitt meira spennandi lestrarumhvørvi fyri tey ungu, sigur rektarin á Setrinum. 

Plátubarrin
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982

Plátubarrin

Play Episode Listen Later Feb 14, 2026 44:49


'Blackout' er ikki bara ein pláta. 'Loudersound.com' hevur hana sum bestu útgávu bólksins yvirhøvur. Ein grundgeving er, at eftir rættiliga nógv virkin ár, var tað í samband við 'Blackout', at bólkurin fann sítt vælkenda stev. Hetta mentist síðani til ein rættiliga breiðan stíl, ið vit kenna so væl, og tað uttan at rokkurin varð ofraður. Útgávan var á Top 10 á Billboard 200. Plátubarrin 14. februar 2026 (handritið skrivað í 2022)  

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 14.februar 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Feb 14, 2026 17:06


Hoyr lesturin her.

Góðan morgun Føroyar
Hava spurt børn um tað góða lívið

Góðan morgun Føroyar

Play Episode Listen Later Feb 10, 2026 18:17


Hvat halda børn og ung, at eitt gott lív er? Tað kann mann lesa um í frágreiðingini hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum er gjørd í sambandi við arbeiðið at smíðja Barnalógina, sum nú hevur verið til almenna hoyring. Synnøve av Rana er samskipari av barnaverkætlanini. Tilsamans 670 børn hava sagt sína hugsan um tað góða lívið. - Við kreativiteti, práti og spæli hava børn og ung millum 4 og umleið 20 ár sagt sína hugsan um nógv viðurskifti, sum upp á ymiskar mátar snúgva seg um tey, sigur Synnøve av Rana. Hetta er fyrstu ferð, at ein so stór og umfatandi kanning er gjørd av føroyskum børnum og ungum, og sambært Synnøve av Rana er ein stórur partur av vitanini nýggjur og kann fáa bæði foreldur og stovnar at hugsa um barnalívið. - Fyrst og fremst vísir kanningin, at børn og ung trívast, tá tey kenna seg trygg heima, í skúla, á stovni og og í grannalagnum. Harafturat útrykkja børnini púra greitt, at náttúran og djór geva teimum frið og tryggleika. Kortini siga fleiri teirra, at tað onkursvegna er trupult at fáa skjóta atgongd til náttúruna, sigur Synnøve av Rana. Seinastu árini hava vit hoyrt, hvussu nógv børn og ung eru knýtt at snildtelefonum, men sambært hesi kanningini hava snildtelefonir ikki so stóran týdning fyri trivnaðin hjá børnum. - Børnini fingu sum uppgávu at raðfesta ymiskt á eini linju, sum skuldi vísa, hvat hevði størst og minst týdning fyri teirra trivnað. Har vísti tað seg, at telefonin als ikki hevði so høga raðfesting, og samanumtikið ber til at siga, at sambært børnunum gera sosialir miðlar og ótrygg netnýtsla tey ótrygg, sigur Synnøve av Rana. Í morgunsendingini forklárar Synnøve av Rana um frágreiðingina hjá Barna- og útbúgvarmálaráðnum.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 7.februar 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Feb 7, 2026 14:11


Hoyr lesturin her.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 31.januar 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Jan 31, 2026 15:29


Hoyr lesturin her

Breddin
Breddin: Skotini í Minneapolis

Breddin

Play Episode Listen Later Jan 27, 2026 42:43


Leygardagin var ein amerikanari aftrat skotin til deyðis, eftir at hann hevði mótmælt harðrenda átakinum hjá marknaløgregluni ICE at finna og útvísa tilflytarar, sum eru ólógliga í landinum. Hetta hevur elvt til ógvislig mótmæli, serliga í býnum Minneapolis, har skottilburðurin var. Men hetta er ikki fyrsti skottilburður av hesum slag í býnum, tí tann 7. januar drupu ICE-agentar eina amerikanska kvinnu - eisini í Minneapolis. Men hvat er ICE? Hví hava tveir skottilburðir verið í júst Minneapolis, og hvussu stóran leiklut spæla mótmælini móti ICE í býum - sum eitt nú í Minneapolis - fyri politisku dagsskránna í USA í løtuni? Gestur: Erik Løksagarð Absalonsen. Gjørt sendingina hava Katrin Johannessen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 24. januar 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Jan 24, 2026 13:54


Hoyr lesturin her.

Breddin
Reform UK

Breddin

Play Episode Listen Later Jan 23, 2026 35:11


Í bretskum politikki hevur stríðið um valdið, søguliga verið millum tveir flokkar.  Labour og Conservatives. Ein sosial-demokratiskur flokkur og ein konservativur. Men nú meldar ein annar flokkur seg av álvara uppí stríðið um at sjórna Bretlandi.  Reform UK er ein rættiliga nýggjur flokkur uttaliga á høgra vonginum, og hann hevur ligið á odda í veljarakanningum síðani apríl í fjør. Hvør er hesin flokkurin, hvat eyðkennir politikkin hjá honum, hví klárar hann seg so væl í veljarakanningum? Og er sannlíkt at flokkurin kann vinna eitt parlamentsval - eisini hóast valskipanin, í Bretlandi, so at siga er gjørd til at halda flokkum ytst á vongunum úti? Hetta spyrja vit á Breddanum í dag.

Breddin
Breddin: Revsitollur og handilskríggj

Breddin

Play Episode Listen Later Jan 22, 2026 37:59


Revsitiltøk, tollur, revsitollur og handilskríggj. Hetta eru orð, sum vit hoyra dag og dagliga. Men hvat er hetta, og hvussu ávirkar tað búskapin í londunum kring okkum? Og hvørjar kunnu avleiðingarnar av hesum hugsast vera fyri føroyskan búskap og føroyska vinnu? Hesar spurningarnar seta vit í sendingini í dag. Gestir: Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur. Vertir: Hansa Hansen

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 17.januar 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Jan 17, 2026 14:06


Hoyr lesturin her.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 17.januar 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Jan 17, 2026 13:55


Hoyr lesturin her.

Fótbóltsprát
Slutur fyri ein slatur í januar

Fótbóltsprát

Play Episode Listen Later Jan 12, 2026 59:26


Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge gorlakkast um flytingar og fótbólt Sendingin er redigerað 13.01.26 Vit kliptu eitt brot úr sendingini, tá hon varð løgd út í gjár. Hetta vísti seg at vera óneyðugt fyrivarni. Nú er upprunaliga sendingin løgd út í staðin.  Vinarliga, Tróndur Vatnhamar

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 10.januar 2026

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Jan 10, 2026 13:31


Hoyr lesturin her.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 3.januar 2025

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Jan 3, 2026 13:45


Hoyr lesturin her.

Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið skrivar 27.desember 2025

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Play Episode Listen Later Dec 27, 2025 13:44


Hoyr lesturin her.

Jonhard's Podcast
Trúgvin á Jesus

Jonhard's Podcast

Play Episode Listen Later Dec 22, 2025 15:30


Tá ið tú spyrt: “Nær eri eg ein kristin?” so svarar Gud: “Tá ið tú trýrt á Jesus!” Og tá ið tú spyrt: “Hvussu verði eg ein kristin?” so svarar hann: “Við at trúgva á Jesus!” Hetta er eitt einfalt, men samstundis eisini eitt undurfult svar - eitt svar, sum opnar vegin fyri øllum hjálparleysum og glataðum sálum. (Prædikutekstur: Jóh 3,25-36).

Góðan morgun Føroyar
Hetlendskur politikari á íblástrarferð í Føroyum

Góðan morgun Føroyar

Play Episode Listen Later Nov 20, 2025 12:57


- Bara 200 míl eru ímillum Hetland og Føroyar. Oyggjabólkarnir líkjast á mangan hátt, og tí er tað undrundarvert, at ikki meira samstarv er millum londini. Tað heldur Hannah Mary Goodlad úr Hetlandi, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hon er limur í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og stillar upp til skotska parlamentsvalið í 2026. Føroyaferðin er ein íblástrarferð fyri at kunna seg um politisk og mentanarlig viðurskifti í grannaoyggjabólkinum. Hannah Mary Goodlad vísir á, at hóast fjarstøðan millum Hetland og Føroyar er stutt, so var neyðugt hjá henni at ferðast 400 míl í ein sunnan, áðrenn tað var gjørligt at flúgva til Føroya. Hon saknar møguleikarnar, ið vóru við Norrønu, sum í fleiri ár sigldi millum Føroyar, Hetland og Norra. Londini bæði hava eisini í stóran mun somu avbjóðingar. Bústaðarútboðið er lítið, kostanaðarstigið høgt og ungdómurin fer av landinum og kemur ofta ikki aftur. Sjálv hevur Hannah Mary Goodlad starvast kring heimin. Eitt nú í Asia og í Norra, men fyri hálvum ári síðani gjørdi hon av at flyta aftur til Hetlands, og tá var tað sum um, at brikkarnir í puslispælinum loksins lógu rætt. Eitt tað týdningarmesta, um vit ynskja at fáa ungdómin heim aftur, er áhaldni í politisku skipanini. At tey fólkavaldu duga at hyggja longur fram enn bara eitt tingskeið. Eisni gott altjóða samstarv hevur alstóran týdning. Hetta kann ikki loysast, um vit ikki hava góðar vinir úti í heimi, sigur Goodlad. Fólk í Hetlandi hyggja at Føroyum við eitt sindur av øvundsjúku. Sjálvstýrið er á einum stigi, sum nógvir hetlendingar droyma um. Búskapurin er fjølbroyttur. Olju- og gassgrunnurin er júst mettur til hálva milliard pund, og tí er fíggjarligi grundvøllurin so mikið góður, at Hetland er ført fyri at taka ræði á ymsum økjum. Skotland er á sjálvstýriskós, og Goodlad er sannførd um, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn stigið verður tikið. Goodlad sær fyri sær eina framtíð við einum sjálvstøðugum Skotlandi og sjálvstýri í Hetlandi. Ráðini, hon hevur fingið úr Føroyum, eru, at tað ræður um at taka fyrstu stigini nú. Við tíðini verða tey so umfatandi, at endaliga stigið mest sum hendir av sær sjálvum. - Eingin fer at geva Hetlandi sjálvstýri. Vit mugu sjálvi fara eftir tí, sigur Hannah Mary Goodlad at enda.

Lundströms Bokradio
Ingen skrev som hon – om Mare Kandre och hennes arv

Lundströms Bokradio

Play Episode Listen Later Oct 25, 2025 44:23


2005 dog författaren Mare Kandre bara 42 år gammal. Katarina Wikars faller ner i radions arkiv och söker svar på frågan hur hon inspirerar samtiden. Lyssna på alla avsnitt i Sveriges Radio Play. Mare Kandre debuterade med en skräll vid 22 med I ett annat land. Redan då verkade hon så säker på sin talang och hade ett helt eget språk. Romanen Bübins unge anses vara hennes mästerverk, och har liknats vid Kafka och Dostojevskij. Ingen skrev om flickskap och revolt som Mare Kandre. Under 90-talet blev hon mer satirisk och gotisk innan hon i Hetta och Vitt närmade sig mer realistiska miljöer, som kriget i Jugoslavien.– För alla på skrivarskolor är hon smittsam, säger författaren Andrea Lundgren, som liknar jaget i Bübins unge vid en gotisk filifjonka. Kritikern Annina Rabe har läst hennes efterlämnade textfragment Den underjordiske brudgummen, som till skillnad från mycket annat Kandre skrev röjer en längtan efter förening.Ur arkiven träder Mare Kandre fram från 1984 fram till minnesprogrammet 2005, och vi hör bland annat författarna Aase Berg, Anneli Jordahl, Ebba Witt Brattström, Horace Engdahl, Kristina Lugn och Joen Gustavsson. Och intervjuer gjorda av Louise Epstein, Maria Edström, Monika Lauritzen, Kerstin Berggren, Göran Willis m.fl. Ett reportage av och med Katarina Wikars.Skriv till oss! bokradio@sverigesradio.se

willis ett ingen mare lyssna ur kafka hennes skriv redan arv vitt sveriges radio play skrev jugoslavien hetta dostojevskij horace engdahl ebba witt brattstr kristina lugn louise epstein aase berg katarina wikars kerstin berggren anneli jordahl bokradio
Retro Radio Podcast
Abbott and Costello – Running A Newspaper with Hetta Hopper. Ep54, 440302

Retro Radio Podcast

Play Episode Listen Later Sep 29, 2025 29:44


Costello has learned he just inherited a fortune. As mayor of Sherman Oaks, Abbott plans to help him invest it. Costello shows off what he knows about the newspaper industry.…

KAP Podcast über Kunst, Kultur, Architektur, Wissenschaft und Forschung
#101 Architekt Patrick Lüth von Snøhetta: Über ihr Opernhaus in Shanghai und die Stadt der Zukunft.

KAP Podcast über Kunst, Kultur, Architektur, Wissenschaft und Forschung

Play Episode Listen Later Aug 25, 2025 44:43


Das neue Opernhaus am Huangpu Flussufer in Shanghai ist viel mehr als ein Konzertsaal. Ein spiralförmiges Dach erinnert an einen überdimensionalen Fächer und wird zur Bühne für die Stadt. Das Architekturstudio Snøhetta hat hier einen öffentlichen Raum kreiert, ohne Konsumzwang, ohne Eintritt. Warum wir solche Orte brauchen und was sie für die Stadt von morgen bedeuten, darüber sprechen wir heute mit Patrick Lüth. Birgit Eller Krumm ist Kapitän der Folge 101 von KAP Podcast. Das transdisziplinäre Architekturstudio Snøhetta wurde 1989 in Oslo gegründet und hat aktuell acht Standorte auf vier Kontinenten. Seit 2011 leitet Patrick Lüth das Studio in Innsbruck. Links zur Folge: www.snohetta.com Instagram: snohetta KAP unterstützen - Wenn ihr Sponsor von KAP Podcast werden wollt, ist es ganz einfach. Patreon werden und mit einem Betrag eurer Wahl unsere Arbeit unterstützen. Hier ist der Link dazu patreon.com/kap_podcast KAP Homepage: www.kapture.ch Instagram: @kap_kapture Foto credit: Thomas Schrott

Naturmorgon
Insekterna på ett naturvänligt jordbruk och Vattenrikets svarttärnor

Naturmorgon

Play Episode Listen Later May 31, 2025 94:56


Vi letar insekter och hör om ny forskning om naturvänligt jordbruk på Röbäcksdalen i Umeå. Och hör svarttärnornas gälla läten i Kristianstad vattenrike. Lyssna på alla avsnitt i Sveriges Radio Play. Morgonens fältreporter Maria Viklands sänder från forskningsladugården Röbäcksdalen i Umeå. Roger Mugerwa Petterson, entomolog vid Sveriges Lantbruksuniversitet, tar reda på vilka insekter som finns på gården. Här pågår också forskning om hur jordbruket kan bli mer natur- och miljövänligt. Mårten Hetta som är husdjursagronom guidar oss bland gårdens mjölkkor och visar bland annat virtuella stängsel.Och så spanar vi in svarttärnorna som häckar i Hercules naturreservat i Kristianstad vattenrike i Skåne tillsammans med naturvägledare Josefin Svensson. Mörka tärnor som är graciösa som fjärilar!Årets trädgårdskryp är tvestjärten. Varför är den så svår att älska för många människor, och vad finns det för anledning att uppskatta den? Vi ringer upp entomolog Julia Stigenberg.Vi får också en vårhälsning från skogarna mellan Storforsen och Moskosel strax söder om polcirkeln, där björkarna är precis i lövsprickningen och det är full fart på tofsmesarna. Reporter Lisa Henkow följer med renskötaren Brita Stina Sjaggo som hittat vårtecknet blommande norna.I veckans kråkvinkel av Mats Ottosson ryms näbbmöss och gråsuggor. Spillkråkor och blåstång. Nakensnäckor och den första blåsippan. En innehållsförteckning på det som kallas biologisk mångfald.Programledare är Jenny Berntson Djurvall.

ett hercules varf lyssna ume programledare kristianstad sveriges radio play naturv hetta sveriges lantbruksuniversitet jordbruk morgonens naturmorgon jenny berntson djurvall moskosel
Góðan morgun Føroyar
Nýggi bóndin í Skúvoy bjóðar ferðafólki pakkatúrar

Góðan morgun Føroyar

Play Episode Listen Later Apr 3, 2025 10:24


Ferðavinnan er nógv vaksin í Skúgvi. Og tey royna nú at skipa hana betri. Ein, sum nú av álvara bjóðar seg fram at taka ímóti ferðafólki í Skúgvi, er nýggi bóndin í oynni, Jóanis í Hoygarðinum.   Hagapartarnir í oynni saman við Ramsarnevndini hava gjørt av at seta skipanina við ferðaleiðara í verk. Hetta kemur til viðgerðar á borgarafundi í skúlanum í Skúgvi í annaðkvøld.   Jóanis í Hoygarðinum, bóndi, sigur, at Skúvoyggin er ein tann viðkvæmasta oyggin í Føroyum tá talan er um heiðafugl og annan fugl.    Kortini hevur Jóanis í Hoygarðinum stórar ætlanir longu í ár. Hoyr hann her.  

Willy Willy Harry Stee...
Extraordinary Lives of Medieval Women

Willy Willy Harry Stee...

Play Episode Listen Later Dec 27, 2024 50:58


What was life really like for women in the medieval period? How did they think about sex, death and God? Could they live independent lives? And how can we hear their stories?Lucky for us, Hetta Howes has asked all these questions and come up with some pretty compelling answers, all neatly told in her new book Poet, Mystic, Widow, Wife. In this special episode, Charlie Higson chats with Hetta about the lives of four incredible women from this period, Marie de France, a poet; Julian of Norwich, a mystic and anchoress; Christine de Pizan, a widow and court writer; and Margery Kempe, a "no-good wife".It's a fabulous listen! Hosted on Acast. See acast.com/privacy for more information.