Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.
"Hugskot við Ellu" eitur ein nýggj sending, sum Biit ger. Ì sendingini ummælir miðlagrafikarin Ella útvald føroysk búmerki. Hon kemur millum annað við ymiskum boðum uppá, hvussu búmerkini kundi riggað betri. Í fyrsta parti viðger Ella búmerkini hjá ávíkavist Betri-samtakinum, Føroya Keypssamtøku, Trin 27, Býarbókasavninum og Kringvarpi Føroya.
Jens Jákup Hansen hevur gjørt upptøkurnar, har hann fylgir við fjallmonnunum, tá teir sleptu seyðunum, tá teir fóru aftur eftir teimum um heystið og til krovini vóru hongd í hjallin