Derhard

Follow Derhard
Share on
Copy link to clipboard

Hetta poddvarpið er ætlað sum lívgandi orð á tíni lívsleið. Her verða nýggjastu prædikurnar og fyrilestrarnir at hoyra. Tær til uppbyggingar, lærdóms og menningar. Flestu upptøkurnar eru frá gudstænastum í Vesturkirkjuni og Argja kirkju, har eg er eri prestur umframt Kirkjubøar kirkju og Hests kirkj…

Derhard


    • May 11, 2023 LATEST EPISODE
    • monthly NEW EPISODES
    • 18m AVG DURATION
    • 22 EPISODES


    Search for episodes from Derhard with a specific topic:

    Latest episodes from Derhard

    Munkavanar 2

    Play Episode Listen Later May 11, 2023 30:19


    Munkavanar 1

    Play Episode Listen Later May 11, 2023 32:27


    LOL 056 Ein annar tók brotssparkið

    Play Episode Listen Later Nov 24, 2020 16:26


    Í levnaðinum standa vit mangan fyri ymiskum dómstólum, har vit skulu dømast fyri okkara avrik. Hava vit gjørt væl, er dómurin góður. Hava vit gjørt illa, er hann harður. Hvussu verður við seinasta dómstólinum, tá ið eg veit, at eg havi gjørt so nógv skeivt í levnaðinum?

    LOL 055 Trúvirðið svíður fyrst, men gleðir so

    Play Episode Listen Later Nov 17, 2020 14:54


    Hví sigi eg ikki tað, eg hugsi? Hví geri eg ikki tað, eg sigi? Kennir tú teg aftur í hesum spurningum? Hvar man markið ímyllum hykl og trúvirði vera? Og man nakar vera, sum veruliga er trúverdur?

    LOL 052 Tað, tú fylgir, myndar teg

    Play Episode Listen Later Oct 13, 2020 14:13


    LOL 050 Broytir tú teg sjálvan, broytir tú hini!

    Play Episode Listen Later Jul 9, 2020 16:06


    Ímynda tær ein persón, sum tú hatar. Eg veit, at tað kanska kann vera eitt sindur torført, nú tú situr her í Guds húsi, yvirhøvur at viðganga, at tú hatar nakran. Men ivaleyst man tað vera onkur í tínum lívi og í tíni fortíð, sum tú ikki hevur tað líka gott við, sum tey menniskjuni, tú elskar. Tú hatar kanska ikki hetta menniskjað, men tú elskar tað heldur ikki. Hetta var tann, sum happaði teg. Tann, sum sveik teg. Tann, sum vrakaði teg. Tann, sum sló teg. Ja, tann, sum hatar teg. Um tú ikki vilt viðganga, at tú hevur nakran, ið tú hatar, kanst tú ímynda tær henda persónin, sum tú hevur varhugan av hatar teg, tí viðkomandi hevur gjørt – og heldur kanska fram við at gera – tær fortreð. Ímynda tær henda persónin! Hvørjar kenslur koma fram í tær? Gerst tú illur? Slær pulsurin títtari? Hugsar tú um hendingina? Hvussu alt gekk fyri seg, hvussu persónurin sá út og hvussu tú hevði tað?Les meira her!

    LOL 049 Um Gud fyrigevur eigi eg at fyrigeva

    Play Episode Listen Later Jul 2, 2020 15:08


    Fyri nøkrum árum síðani tosaði eg við ein mann, sum í longri tíð hevði livað á lívsins skuggasíðu. Eftir at hava prátað saman um leyst og fast, segði maðurin: “Eg trúgvi á Gud.” Hann vildi vissa meg um, at einki var galið við hesum partinum av lívinum. Hann trúði á Gud og tað, Gud stendur fyri. “Eg trúgvi á Gud, men eg havi gjørt so nógv skeivt.” Maðurin hevði torført við at sameina trúnna á Gud við levnaðin, sum var merktur av so nógvum føllum. Hann trúði á Gud, men mundi tað nú vera nokk, tá ið fortíðin ikki var so vøkur? Eitt er at trúgva á Gud, men tá ið Gud eisini er ein rættvísur Gud, sum krevur rættvísi frá okkum, hvussu skulu vit tá hava tað í øllum tí skeiva, vit gera. Tað var greitt fyri mær, at hesin maðurin hevði torført við bæði at hvíla í trúnni á Gud, og samstundis kenna fortíðina við øllum tí, sum Gud ikki kundi gleðast um. Men maðurin steðgaði ikki her. Nú hevði hann sligið fast fyri mær, at hann fyri tað fyrsta trúði á Gud. Fyri tað næsta hevði hann lutað fyri mær, at tað var so nógv skeivt, hann hevði gjørt í sínari fortíð. Síðani helt hann fyri tað triðja fram: “Tað er torført at liva eitt kristiligt lív.” Við hesum orðunum viðurkendi maðurin, at hóast tú hevur trúgv á Gud og kanst finna hvíld í hansara fyrigeving fyri tað skeiva, sum er gjørt í fortíðini, fylgir ikki neyðturviliga, at tað frameftir er lætt at liva eitt kristiligt lív.Les víðari her!

    LOL 048 At geva gevur

    Play Episode Listen Later Jun 16, 2020 14:44


    Ongantíð í heimssøguni munnu vit menniskju hava havt so nógv um hendið, sum vit hava í dag. Hús, bilar, møblar, klæðir, amboð, tól... við øllum tí peningi, vit hava, er tað fyri fleiri okkara soleiðis, at vit stórt sæð kunnu ogna okkum tað, vit peika á.Sjálvandi eru øll í heiminum ikki í hesi støðuni og tú hevur kanska hug at siga, at tú ikki eigur so nógv og stórt sæð ikki kanst ogna tær tað, tú so fegin ynskir. Men spyr teg sjálvan: “Kann eg nevna alt tað við navni, sum eg havi um hendið? Minnist eg alt, sum eg havi ognað mær? Veit eg, hvar allir mínir lutir, míni amboð og míni tól eru?”

    LOL 044 Í kvirruni loyvi eg Gudi framat

    Play Episode Listen Later Jun 12, 2020 16:32


    Kennir tú støðuna, at tú ikki hoyrdi, hvussu nógv tað larmaði umkring teg, fyrr enn larmurina sløknaði? Útvarpið, sum leikaði í, meðan tú sat saman við familjuni umkring døgurðaborðið og royndi at tosa og hoyra, hvat hini søgdu? Amboðið, sum dukaði, meðan tú royndi at fáa savnað tínar tankar um nakað, tú skuldi fáa skil á? Ferðslan, sum dundi, meðan tú sat í stovuni við vindeyga út ímóti vegnum og las eina bók? Í huganum sigur tú við teg sjálva ella sjálvan “Okkurt er, sum órógvar”, men skjótt skúgvar tú tankan til viks og heldur fram við tí, tú ætlar. Tá ið so útvarpið verður sløkt, amboðið tagnar, og ferðslan minkar, skilir tú brádliga, at tað var hetta, sum larmaði. Tað kennist nærum sum um at tú nú hoyrir kvirruna og tú ásannar, hvussu ríkt tað er at uppliva eina løtu uttan larm.

    LOL 046 Hvussu kanst tú fata Gud?

    Play Episode Listen Later Jun 5, 2020 13:53


    “Er nakað hægri enn eg? Nakað størri? Nakað máttmiklari enn menniskju? Nakað ævigt? Er nakar Gud til?” Hetta eru spurningar, flest okkara seta okkum frá tíð til aðra. Hetta er eisini eitt evni, sum hevur verið kjakast um í øldir. “Er nakar Gud? Og um nakar Gud er, hvør er hann og hvussu kann eg kenna hann? Vil hann mær nakað?”Um eingin Gud er, hevur okkara hugsan og prát um hann onga avleiðing í nøkrum ævinleika, hóast tímiligar avleiðingar kunnu standast burturúr ímillum menniskju.Um Gud hinvegin er til, eru vit øll til av eini ávísari grund. So hevur okkara levnaður ikki bert tímiligar avleiðingar, men ævigar. Tá fylgir sum ein natúrligur spurningur: “Er tað møguligt hjá mær sum menniskja at kenna Gud? Hvussu kann eg vita, hvat hann vil mær? Kann eg síggja hann? Kann eg hoyra hann? Kann eg vera í samfelagi við hann?”Les meira her.

    LOL 045 Hvat avdúkar mín levnaður?

    Play Episode Listen Later May 29, 2020 17:19


    Kennir tú støðuna at vera á einum vegamóti í lívinum og ikki vita, um tú skalt fara til vinstru ella høgru, aftur ella fram? Tú skalt kanska taka eina stóra avgerð, sum fer at hava ávirkan á lívið, men hevur torført við at taka avgerðina, tí tú illa dugir at síggja, hvat endaliga málið er? Ella kanska mást tú taka eina avgerð, men hevur torført at velja júst hvørja avgerð tú skalt taka, tú tað tykist verða ógreitt, hvørja avleiðing henda ella handa avgerðin fer at hava?

    LOL 043 Bønin batar

    Play Episode Listen Later May 22, 2020 17:17


    Uttan mun til, hvør tú ert, hvat tú gert og hvussu tú sært umheimin og tilveruna, er tað sannlíkt, at tú av og á biður. At tú við orðum innantanna ella hart gert vart við okkurt, sum liggur tær á hjarta. Tað fylgir sum ein sjálvfylgja við, tá ið tú trýrt á Jesus, at tú biður til hansara. Men tað eru ikki bara kristin menniskju, sum biðja. Bøn er eisini partur av øðrum trúargreinum, hóast móttakarin av bønini ikki er tann sami. Kanska sigur tú: “Eg eri gudloysingur, so tí biði eg ikki!” Tað kann væl vera, men hvør er móttakarin av tínum orðum, tá ið tú í neyðini hart ella innantanna nevnir tað, sum er í tínum sinni? Kanska kunnu vit ikki kalla tað bøn, men kortini tykist ein felagsnevnari vera hjá øllum menniskjum, uttan mun til, hvørja heimsmynd vit hava: Vit samskifta í felagsskapi. Í teimum felagsskapum, vit eru í, er tað ein natúrligur partur, at vit samskifta. Og samskifti er mangan bøn: Tað at biðja eitt annað menniskja um nakað.Les meira her.

    jesus christ men vit samtala batar
    LOL 042 Leiðin lagar lívið

    Play Episode Listen Later May 12, 2020 14:08


    Spyrt tú nakrantíð teg sjálva ella teg sjálvan: “Hví er mítt lív, so sum tað er?” Undrast tú um lívsstøðuna og sigur: “Hvussu ber tað til, at mítt lív endaði soleiðis?” Tú hyggur kanska ónøgd og ónøgdur at tínum lívi og hugsar um, hvussu lívið lagaði seg soleiðis, sum tað gjørdi: “Hví livdi eg ikki øðrvísi? Hví gjørdi eg ikki á ein annan hátt? Tí um eg visti fyri 20 árum síðani, tað eg veit í dag, hevði eg jú sjálvandi livað øðrvísi og so hevði lívið verið betri í dag!”Ivaleyst kenna vit øll hesar spurningar, hesa hugsan og grundan. Vit síggja okkum sjálv í núverandi støðu likamliga, sinnisliga og andaliga. Hesin er staðurin á okkara lívsleið heilsuliga, fíggjarliga og samfelagsliga. Vit kunnu undrast og hyggja aftureftir, fyri at finna útav, hvørja leið vit valdu at ganga, sum førdi okkum higar.Les víðari her!

    LOL 003 Eg livi í kallinum

    Play Episode Listen Later May 5, 2020 22:19


    Ímynda tær títt lív eina løtu. Ert tú nøgd/ur við støðuna? Dámar tær væl títt arbeiði og gleðist um tíni viðurskifti við familju, vinir og starvsfelagar? Hevur tú frið og gleði í gerandisdegnum? Kennist tað, sum um meining er við lívinum og tí tú ert og gert? Ella kennir tú iva, óró og ørkymlan? Spyrt tú teg sjálva/n: “Er hetta tað, eg skal? Hvat er meiningin við mínum lívi?”, meðan tú leitar eftir meining, tí at lívið tykist at fara framvið, meðan tú ikki veitst, hvat tú skalt og hví tú ert til yvirhøvur?Les meira her!

    LOL 002 Eg gleðist í hvíldini

    Play Episode Listen Later Apr 28, 2020 23:45


    Leingist tú eftir hvíld? Kennir tú møði, ónøgdsemi, ørkymlan og strongd? At vera í gongd við høgari ferð í longri tíð og vilja fáa frí og frið? Eru vikuskiftini hæddarpunktið í lívinum, samstundis sum tú mestsum hatar mánadagar, tí tá er ein long arbeiðsvika ímillum frítíðina og teg? Nú kann tað eisini vera, at tú gleðist um at tað er mánadagur, tí vikuskiftini eisini eru so strævin. Kanska spyrt tú teg sjálvan: “Er hetta alt, lívið hevur at bjóða? Er hetta meiningin? At vera ónøgdur um arbeiðið og liva frá frítíð til frítíð?”Les meira her!

    LOL 001 Eg hoyri í kvirruni

    Play Episode Listen Later Apr 21, 2020 22:15


    Leingist tú viðhvørt eftir kvirru? Eftir at hava verið í larmi eina løtu at kenna stilli og frið? Fleiri okkara kenna til larm í lívinum. Larmurin kann vera um teg, til dømis tá ið tú ert til ein føðingardag, har nógv fólk eru. Øll hesi menniskjuni, sum tosa saman, meðan tónleikur hoyrist í bakgrundini, kunnu tykjast sum larmur í tínum oyrum. Larmurin kann vera við teg, tí mangan tykjast útvarp, sjónvarp, telda, snildfon og onnur hent tól at gerast larmur, hóast ikki alt hetta hevur nakað ljóð. Larmurin kann eisini vera í tær, tí hvussu mangan hevur tú ikki roynt at fáa ró í sinnið, tá ið tú skal finna frið. Røddir og tankar flúgva runt í huganum leingi eftir, at tað er kvirt.Les meira her!

    LOL 017 Rís upp frá gamla lívinum!

    Play Episode Listen Later Apr 14, 2020 18:38


    Er lívið steðgað upp? Vónleyst, keðiligt, deytt? Kennir tú tað, sum um at tínir bestu dagar eru aftanfyri teg? At tú nú ikki veruliga livir, men bert yvirlivir? Fyrr vart tú spent ella spentur um lívið og hvat tað mundi fara at bjóðað tær. Men nú vísir lívið seg ikki at vera tað, tú sást fyri tær, og tú hevur givið upp ella ert um at gera tað. Tað kann vera, at tú relatiónelt ikki fært tingini at hanga saman. Uttan mun til, hvussu nógv tú roynir at gera alt væl og rætt, miseydnast aftur og aftur. Tað kann vera, at tú fíggjarliga hevur torført við at fáa endarnar at røkka. Uttan mun til, hvussu mangan tú sigur við teg sjálvan: “Nú fari eg at ansa betur eftir!”, so kemur tú í somu støðu. Ella tað kann vera, at tú heilsuliga sært, at tú ikki livir tað sunna og góða lívið, tú so fegin vilt. Uttan mun til, hvussu tú aftur og aftur roynir at broyta levnað, vísir gamla gongulagið at venda aftur ferð eftir ferð.Les meira her!

    LOL 008 ERT TÚ TRÚVERD/UR?

    Play Episode Listen Later Mar 24, 2020 12:19


    Ert tú ein góðtrúgvin persónur, sum hevur lætt við at líta á orðini frá tínum medmenniskjum? Ella kennir tú tað soleiðis, at tú í stóran mun ikki hevur álit á tí, onnur siga? “Tað valdast persónin, sum prátar!”, sigur tú kanska. “Eg havi lættari við at trúgva teimum, sum standa mær nær, enn teimum, eg als ikki kenni.” Ja, men er tað alt? Snýr tað seg um kennskap, ella er tað nakað annað, sum í veruleikanum avger, um hví tú trýrt nøkrum menniskjum, og ikki øðrum. Hvat ger, at ein boðskapur er trúverdur ella ikki?Les meira her!

    LOL 007 Lít jaligt á morgindagin!

    Play Episode Listen Later Mar 16, 2020 19:43


    Broytingar eru partur av lívinum. Natúrligu broytingarnar eru ymisku stigini í lívinum at fara frá barndómi ígjøgnum ungdóm til vaksna lívið og síðani til ellisárini. Natúrliga broytast okkara viðurskifti í lívinum, tá ið vit flyta heimanífrá, finna ein maka og fáa børn. Men ónatúrligar broytingar merkja eisini lív hins einstaka. Brádliga rakar sjúka teg og tú kanst ikki liva á sama hátt, sum fyrr. Ella missir tú onkran kæran og tín gerandisdagur er ikki tann sami í dag, sum áður. Allar hesar broytingar eru partur av lívinum. Tað vita vit. Men hvat hugsar tú, tá ið lívið broytist frá einum til okkurt annað? Hugsar tú jaligt um møguligu broytingarnar í framtíðini? Ella neiligt? Er tað ótti fyri sjúku, neyð, sorg, trupulleika og deyða, sum merkir títt sinni, ella gleðin um lív, eydnu, kærleika, frælsi og møguleikar?Les meira her!

    LOL 006 Jesus endaði endan!

    Play Episode Listen Later Mar 12, 2020 16:38


    Hevur tú upplivað kreppu í lívinum? Tað kann vera onkur sjúka, sum hevur rakt teg og tikið vanliga gerandisdagin frá tær. Tað kann vera skuld, sum er vorðin so stór, at tú ikki longur hevur nakað frælsi at liva. Tað kann vera hjúnaskilnaður, sum rakti so meint, at hugurin at liva ikki er tann sami. Kanska sigur tú við teg sjálva/n: “Nú er yvirstaðið! Eg eri liðug/ur! Hetta endaði meg!”Les meira her.

    LOL 005 Ver fyrimyndin!

    Play Episode Listen Later Mar 4, 2020 18:54


    Tá ið vit síggja eitt menniskja, sum stríðist í gerandisdegnum og ger okkurt neiligt, kunnu vit siga ella hugsa: “Ja, hann hevði ringan uppvøkstur.” Ella: “Hvussu kann hon annað, tá ið foreldrini vóru, sum tey vóru?” Ella: “Viðkomandi hevur ongar góðar fyrimyndir!”Les meira her!

    LOL 004 Títt virði er ikki grundað í tær, men Gudi!

    Play Episode Listen Later Feb 29, 2020 16:52


    Hugsar tú nakrantíð: “Eg eri einki verd/ur”? Hetta kann vera vegna tína fortíð. Tú hevur gjørt okkurt, sum tú ikki átti at hava gjørt, og nú hugsar tú, at títt virði sum menniskja ikki er tað sama. Hetta kann kanska vera vegna tínar umstøður og førleikar. Tú heldur tínar umstøður ikki vera góðar og tínar førleikar ikki hjálpa nøkrum. Tí kanst tú finna uppá at siga: “Eg dugi einki! Eg kann einki! Eg havi einki!”

    Claim Derhard

    In order to claim this podcast we'll send an email to with a verification link. Simply click the link and you will be able to edit tags, request a refresh, and other features to take control of your podcast page!

    Claim Cancel