Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini, Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9:05 og endursend leygardag klokkan 14:00.
Í seinasta Málteigi verður tosað um okkara kæra móðurmál, hvussu tað hevur tað í dag, hvussu vit áhaldandi kunnu menna tað og ikki minst varðveita tað. Serliga nú trýstið uttaneftir og innaneftir er stórt. Spurningurin er, um vit vita av, hvussu stóran part av okkum sjálvum vit spæla okkum av við, um vit ikki ansa eftir málinum. Føroyskt er okkara mentan, okkara samleiki, okkara móðurmál, okkara felags fatanarstøði og grundarlag, og soleiðis skal tað helst halda fram við at vera. - Verið góð við málið, er inniliga áheitanin frá Elini Henriksen.
Hví siga vit bólta rút, hundavakt, manga takk, "banka upp undir borðið"? Onnur evni eru: Forråelse, gentunavnið Vár og munurin á menniskja- og menniskjansligt. Hetta er næstseinasta sending.
Tríggjar ymsar orðingar eru til viðgerðar í dagsins sending. Vit viðgera, um tað eitur tað lív lagað ella lívið lagað, vit umrøða eisini orðingina at bíta høvdið av allari skomm og so tosa vit eisini um, hví vit siga við eymk og fret.Vit viðgera eisini, hví oyggjarnar í Føroum eita, sum tær eita, eins og orðið umlæra eisini verður umrøtt.
Tá ið eg var barn, hildu vit, at tað bara vóru smá børn, sum søgdu babba, meðan stór børn og vaksin søgdu pápi. Men hvussu er støðan í dag, spyr lurtari. -Babba, pápi ella pabba - hvør sigur sítt, og eingin kann siga, at eitt er betri enn hini. Eg kenni fólk, ið eru farin um pensjónsaldur, ið siga babba, so tað kann neyvan roknast sum barnamál, svarar Elin Henriksen, málkøn. Mansnøvn sum enda við i Tvær ymiskar bendingar eru av mansnøvnum, sum enda við i.
Í dag er føroyskur Móðurmálsdagur, og í dag hava Føroyar fingið eina Stavsetingarorðabók, sum er at finna á heimasíðuni hjá Málráðnum. Størsti parturin av sendingini fer til at tosa um Stavsetingarorðabókina. Fleiri móðurmálsdagar Fyrstu ferð, Móðurmálsdagurin varð hildin, var í 2019, sum var 200 ára føðingardagurin hjá V.U.Hammershaimb, og tí varð eisini dagurin 25. mars valdur til móðurmálsdag í Føroyum. Vit hava okkara móðurmálsdag ein annan dag enn restin av heiminum.
Í morgunlestrinum herfyri var orðið vreiði brúkt sum kvennkynsorð, tá ið prestur segði: "Vreiðan hevur ræðuligar fylgjur" "Vreiða er ein sterk kensla". Tað eru tvær ymiskar bendingar av kvennkynsorðum, sum enda við -i. Onnur fevnir um orð sum t.d. gleði, elli, møði, vreiði, -frøði, -semi, -speki. Hesi orðini eita tað sama í øllum føllum í eintali:
Í dag tosa vit um orðið heilsufrøði, og hvat tað merkir. Lurtari ivast í, um fólk vita, hvat orðið merkir, og spyr samstundis, um tað kann brúkast fyri danska orðið hygieinu? Talan er um sera stóran og áhugaverdan spurning, sigur Elin Henriksen og samanumtikið heldur hon, at tað, at nýta orðið heilsufrøði um hygieinu, er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv.
Flestu okkara munnu kenna orð sum sólskinstøgn og motormani. Hetta eru dømi um skaldsligt orðasmíð hjá Martini Joensen. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at so leingi, sum høvundar og skald hava verið virkin, hava tey sett saman nýggj orð, ofta burtur úr orðum, sum vóru til frammanundan, men sum verða sett saman soleiðis, at tey fáa annað innihald. Til eru nógv sløg av slíkum orðum, og bókmentafrøðin hevur eina heila vísindagrein um slík orð, sum tað eru skrivaðar tjúkkar bøkur um.
Í dagsins Málteigi tosa vit um orðasmíð. Hetta evnið er so mikið stórt, at vit fara at viðgera tað í fleiri sendingum. Hesa ferð tosa vit um reglurnar, tá ið navnorð verða gjørd til sagnorð, og í tí sambandinum tosa vit millum annað um, hví danska orðið omsorgssvigt ikki kann eita umsorganarsvik ella umsorganarsvíkur á føroyskum. Ongar avgjørdar reglur eru um orðasmíð, men vit hava ymsar siðvenjur, nakrar mátar, sum hava verið nýttir í øldir og framvegis kunnu nýtast.
Tá ið vanlukkur henda á sjónum og greiða skal fáast á tí, sum er hent, er vanligt at hava sjóforkláring, sigur lurtari og vísir á, at miðlar brúka ofta orðið sjóforhoyr. Tað orðið er ikki at finna í lógartekstunum og aðrastaðni. Er tað tí ikki betri at brúka orðið, sjóforkláring/sjófrágreiðing, spyr lurtarin. Elin Henriksen, málkøn, tekur undir við lurtaranum og sigur, at út frá lógarteksti og øðrum leitingum er ongin ivi um, at rættast er at siga sjófrágreiðing. Tørvur
Hesa ársins tíð kemur meira so fyri, at lop eru í náttúruni, men nær er tað skalvalop, áarlop, omanlop og skriðulop? Málteigurin viðgerð hesi lopini, og hvat tey merkja. Eisini sleppa onnur sløg av lopum upp í part. Orðaraðið hevur stóran týdning
Í dagsins Málteigi hava vit fingið bræv frá manni, sum spyr um gentunavnið Elisabet/Elisabeth. Nú kjakast eg og konan um, hvussu komandi diddan hjá okkum skal eita. Av eini ella aðrari orsøk gangi eg nógv uppí, at navnið verður stavað so “rætt” sum til ber. Nú eru vit samd um navni/nøvnini (for-millumnavn) og eitt teirra er Elisabet, ella sum konan ynskir tað skal stavast, tí tað er pent, (eingin ivi um tað) Elisabeth. Mín spurningur er. Er tað góðkent at eita (Lis-, Lisa-, Els-, Elsu-,)-beth á føroyskum?
Lurtari hevur hoyrt ungan mann siga: Tað áhugar meg ... Og tað fær lurtaran at spyrja, um fólk eru farin at siga so. - Hetta er ikki so sjáldsamt, sigur Elin Henriksen, málkøn, og vísir samstundis á, at áhugi annars bert er til sum navnorð. Hvørt/um og orðingar Hvussu skal setningurin 'hvørt um annað' skiljast, tá ið orðið hvørt verður brúkt við merkingini um. Dømi: Eg veit ikki, hvørt tað loysir seg. At vága troyggjuna ella eg vági ikki troyggjuna.