Credo

Follow Credo
Share on
Copy link to clipboard

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge

Kringvarp Føroya


    • May 17, 2026 LATEST EPISODE
    • every other week NEW EPISODES
    • 40m AVG DURATION
    • 164 EPISODES


    More podcasts from Kringvarp Føroya

    Search for episodes from Credo with a specific topic:

    Latest episodes from Credo

    Credo: Open doors

    Play Episode Listen Later May 17, 2026 38:57


    Open doors er ein millumtjóða, tvørkirkjuligur felagsskapur, sum hevur sum endamál at hjálp kristnum, sum verða forfylgd úti í heimi. Í 1950'unum var hesin felagsskapur stovnaður av faðiri Andreas, sum smuglaði bíbliur inn í kommunistisk lond. Í dag arbeiðir Open doors í 60 londum og hevur skrivstovur í 25 londum. Gestir í útvarpsstovuni eru Jens Kristian Lund Jensen, sum er aðalskrivari í Open doors í Danmark, Klæmint Eliasen, sum er formaður í føroyska arbeiðsbólkinum og Jóannis Fonsdal, sum er nevndarlimur í Open doors í Danmark.

    Credo: Ora et labora.

    Play Episode Listen Later May 10, 2026 48:09


    Er títt arbeiði tín samleiki ? Hvør ert tú, tá tú onki vinnuligt arbeiði hevur ? Hevur arbeiði bert virði, tá tú kanst umrokna tað í peningi? Hevur tað heimliga arbeiði tá nakað virði ? Við munkaskipanum í kleystrum varð dagurin lutaður sundur í "at biðja og arbeiða". Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sigur frá.

    Credo:"Eg vil fegin ganga meg frískan"

    Play Episode Listen Later May 3, 2026 46:14


    Fríðrikur Bláhamar livdi sítt fria, frælsa lív við konu, børnum og egnum virki. Hann hevur altíð verið aktivur gongumaður og runnið fleiri hálv og heilmarathon. Men brádliga varð hann sjukur í lungunum. Hann hevði fingið lungnafibrosu. Í dag er hann skrivaður á lista um møguliga at fáa nýggj lungu. Men Fríðrikur vil berjast ímóti sjúkuni, so hann aftur vinnur sær heilsubót.

    Credo: C.S.Lewis 3:3

    Play Episode Listen Later Apr 26, 2026 35:46


    C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". C.S.Lewis hitti amerikonsku Joy og teimum untist fýra ár saman. Filmurin Shadowland er um teirra ár saman. Símun Absalonsen er gestur í útvarpsstovuni.

    Credo: C.S.Lewis 2:3

    Play Episode Listen Later Apr 19, 2026 38:26


    C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". Fyrsti heimsbardagi brast á og Lewis og vinmaðurin lovaðu hvørjum øðrum, at doyði annar skuldi hin taka sær av húskinum, sum sat eftir. Símun Absalonsen sigur frá og hetta er seinna av trimum sendingum. Páll Danielsen lesur. Jónsvein Heinesen setur sendingina saman.

    Credo: C.S.Lewis 1:3

    Play Episode Listen Later Apr 12, 2026 32:59


    C.S.Lewis varð  borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum og undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". Símun Absalonsen sigur frá og hetta er fyrsta av trimum sendingum. Jónsvein Heinesen setur sendingin a saman. Páll Danielsen lesur.

    Credo: Fangaði í frumskóginum

    Play Episode Listen Later Mar 22, 2026 41:03


    Gracia og Martin Burnham arbeiddu fyri New Tribes mission á Filipsoyggjunum við teirra trimu børnum. Brádliga vóru tey við øðrum tikin gíslar í langa tíð. Hesir dagar gav teimum innlit í, hvørji tey vóru og hvussu broyttar vandamiklar umstøður kunnu skaka. Endin av gíslatøkini var, at Martin varð skotin. Gracia hevur ferðast runt og sagt frá søguni og hevur eisini verið í Føroyum. Meta av Fløtum hevur týtt bókina "Í nærveru fígginda mína", sum Gracia hevur skrivað.

    credo fanga
    Credo: "Eg vil stríðast, so tað verður betur".

    Play Episode Listen Later Sep 7, 2025 38:48


    Kaj Leo Holm Johannesen kenna vit frá almenna rúminum, tí hann hevur verið landsstýrismaður, býráðslimur, for maður í HB, málmaður í bestu deild, skipari á Mærsk skipi, løgmaður. Brádliga hevur hann fingið staðfest autoimmuna, neurologiska sjúku, sum eitur CIDP, sum hevur sett hann í koyristól. Men Kaj Leo fellur ikki í fátt, men hevur tikið stig til at sovna felag fyri fólk við skerdum kropsligum førleika. Tí ein sannroynd er, at fólk, sum sita í koyristóli hava ikki eins atgongd til okkara bygdir t.d. sum onnur. Kaj Leo sigur hetta hevur verið ein strævin tíð fyri seg og sína familju, men øll lyfta í felag.

    Credo: "Eg eri bara ein lítil drongur úr Sandavági".

    Play Episode Listen Later Aug 31, 2025 38:44


    Agnar Falkvard Joensen er giftur og eigur fýra børn. Hann er maskinverkfrøðingur og starvast sum stjóri í familjufyritøkini "J.K.Joensen". Brádliga í vár small hann um. Kanningar vístu, at hann hevði ágangandi krabba í heilanum. Læknar hava ikki givið honum góð framtíðarútlit, so Agnar roynir at samskipa øll viðurskifti, so kona og børn fara at hava tryggan gerandisdag. Agnar hevur klettafasta trúgv og kennir og veit seg í tryggum hondum og hann biður inniliga um heilsubót og at sleppa at síggja børnini vaksa og mennast. Men um so ikki verður, so óttast hann als onki, tí tá er hann heima hjá Kristusi.

    Credo: "Bert ein dag..." 2:2

    Play Episode Listen Later Apr 21, 2025 45:10


    Lina Sandell varð borin í heim 3. oktober 1832 og andaðist í 1903. Hon hevði skirviliga heilsu og kundi tí ikki spæla sum onnur børn. Skjótt varnaðist pápin, presturin Jónas Sandell, at Lina hevði serstaka góða gávur at skriva og yrkja. Lina hevði eina avbjóðandi lívsleið, men kendi seg altíð í tryggum hondum. Hon yrkti yvir 650 sálmar og sangir og eru teir fólkaogn í mongum londum enn dagin í dag. Eisini var hon íðin brævskrivari og yvir 300 brøv eru til skjals í dag. Símun Absalonsen sigur frá.

    credo skj sandell lina sandell
    Credo: "Bert ein dag..." 1:2

    Play Episode Listen Later Apr 20, 2025 44:46


    Lina Sandell varð borin í heim 3. oktober 1832 og andaðist í 1903. Hon hevði skirviliga heilsu og kundi tí ikki spæla sum onnur børn. Skjótt varnaðist pápin, presturin Jónas Sandell, at Lina hevði serstaka góða gávur at skriva og yrkja. Lina hevði eina avbjóðandi lívsleið, men kendi seg altíð í tryggum hondum. Hon yrkti yvir 650 sálmar og sangir og eru teir fólkaogn í mongum londum enn dagin í dag. Eisini var hon íðin brævskrivari og yvir 300 brøv eru til skjals í dag. Símun Absalonsen sigur frá.

    credo skj sandell lina sandell
    Credo: Jesper Brochmand

    Play Episode Listen Later Dec 18, 2024 54:56


    Jesper Brochmand varð føddur 1585 og doyði 1652. Hann var eitt vitugt barn og á ungum árum varð hann professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og Sæland biskupur og soleiðis eisini biskupur í Føroyum. Hann skrivaði eina lestrabók, sum kom í allar kirkjur í Føroyum. Hesir lestrar vóru langir og drúgvir og fólk høvdu ilt við at halda seg vakin í kirkjuni. Soleiðis kom hugtakið, sum enn er livandi í føroyska málinum at nakað "er sum ein brochmandslestur". Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, sigur frá.

    Credo: Tøgnin hevur mong andlit

    Play Episode Listen Later Nov 29, 2024 43:22


    Í 1963 varð staðfest, at trý ára gamli Jógvan Andrias hevði Calvé Pertes sjúkuna. Hann varð sendur til Danmarkar við sjúkrarøktarfrøðingi. Í hálvt triðja ár lá hann bundin í sjúkrasong. Tá so foreldrini komu eftir honum kendi hann tey ikki og móðurmálið varð farið í gloymskuna. Ikki varð tosað um slíkar upplivingar, ístaðin bylgdist alt sum eitur minni og kenslur frá hesi sváru tíð seg í honum. Men tað kom út í orðum og tónum hjá Jógvan Andriasi og eisini fór hann á pall við einrøðuleikinum "Kom bara inn, eg skal ikki gráta".

    Credo:Spurningar og svar, til tannáringar, um kristnu trúnna

    Play Episode Listen Later Nov 24, 2024 32:45


    Arni Zachariassen er guðfrøðingur og arbeiðir á níggjunda ári hjá Bláa krossi. Eisini er hann virkin í bókaforlagnum Leirkerinum. Hann hevur týtt bókina "10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna - til tannáringar. Rebecca McLaughlin hevur skrivað.

    Credo: Hvussu skal eg siga lívinum farvæl ?

    Play Episode Listen Later Nov 10, 2024 38:15


    Annika Magnussen Gaard skrivaði undir guðfrøðislestrinum ritgerð í kirkjusøgu um prædikuna aftaná trúbótina, sæð í ljósinum av "Ars moriendi" siðvenjuni, sum merkir "kynstrið at doyggja". Hetta er ein gomul siðvenja, ið er frá katólskari tíð, men Ars moriendi fann eisini sínar røtur í protestantismuni, tí Martin Luther skrivaði eina tílíka vegleiðing, sum hevur heitið :" En sermon om Beredelse til at dø". Í hesi vegleiðing, ið er skrivað sum ein prædika, viðgerð Luther, hvussu vit skula siga farvæl til tað verðsliga lívið, við at skapa sátt og semju, áðrenn deyðin kemur.

    Credo: Floymandi nærvera

    Play Episode Listen Later Nov 3, 2024 49:31


    Hans Jacob Kollslíð sigur frá sínum samarbeiði við tónleikaranum Hans Marius Ziska. Teirra vøkru orð og tónar eru vorðin fólkaogn. Eisini sigur H.J. Kollslíð frá síni tíð í Thailandi og hví honum dámar so væl Karamasov brøðurnir.

    Credo: Aria hevur 22q11

    Play Episode Listen Later Oct 27, 2024 35:08


    Jovina og Allan Olsen eiga Ariu, sum fekk staðfest syndromið 22q11. Allan sigur frá sváru og truplu gongdini, tá tey varnaðust, at alt ikki ruggaði rætt. Tá ein tíð varð frálíðin var staðfest, hvør sjúkan var. Ein av hvørjum 2000 nýføðingum hava hetta syndromið, men tað varierar ymiskt frá einum menniskja til annað.

    credo allan olsen
    Credo: Eru tað eini mannarættindi at taka lív ?

    Play Episode Listen Later Sep 29, 2024 41:40


    Sámal Matras Kristiansen er samfelagsfrøðingur. Hann skrivaði eina grein herfyri, har hann hugleiddi, um tað er ein mannarættur at taka lív, bæði tá tað byrjar og tá tað endar.

    Credo: "Fráverandi nærvera"

    Play Episode Listen Later Sep 22, 2024 32:47


    Hilda Bolstad Mortensen hevur saman við trimum øðrum lesandi skrivað ritgerð um fyribrigdið "phubbing". Hetta er orð sett saman av phone og snubbing, tað hendir tá tú stendur og prátar við ein, og tú tá so heldur velur at taka telefonina. Hetta gevur fólki lítilsvirði. Umsorganarsvíkur er eisini, tá foreldur ikki lurta eftir barninum, men heldur velja skíggjan framum barnið.

    Credo: "Eg prísi fría og frælsa tankanum"

    Play Episode Listen Later Sep 15, 2024 34:58


    Pál Weihe helt ein fyrilestur í Sandavágs kirkju, har hann hugleiddi um trúgv og vísindi. Vísindin, sum kann mátast og vigast í mun til trúnna, sum vónar á tað, sum ikki ikki sæst.

    Susan Jacobsen: "Eg fann pápa mín"

    Play Episode Listen Later Sep 8, 2024 32:46


    Mamma Susan Jacobsen var stødd í Danmark í 1963. Tá hitti hon amerikanskan hermann og árið eftir varð Susan fødd. Seinni varð mamman gift donskum manni og fekk børn. Susan hevði tryggan og góðan barndóm. Tá hon var vaksin, fór hon at leita eftir pápanum, og hon fann hann í USA.

    Credo: Okkara ár í Tansania

    Play Episode Listen Later Mar 10, 2024 48:19


    Beinta og Havstein Klein eru sjúkrarøktarfrøðingur og prestur. Tey hava búð og arbeitt í Tansania í fleiri ár. Tey siga frá hesi merkisverdu tíð, sum er so ólík lívinum her heima.

    Credo: Lívið er dýrabært

    Play Episode Listen Later Feb 25, 2024 41:33


    Ann Randi Jacobsen misti pápan at sínum fyrsta dreingjabarni. Hann doyði í ólukku í Grønlandi. Seinni møtti hon manninum, sum hon hevur verið gift við í nógv ár. Í 2014 doyði verdóttirin í barsilssong, og tá fór Ann Randi í móður stað.

    Credo: Nunna í Føroyum

    Play Episode Listen Later Feb 18, 2024 33:26


    Marisa Spiteri Cremona er úr Malta. Hon er úr katólskari familju og longu, tá hon var tjúgu ár, fór hon í kleystur. 15. juli í 1981 kom Marisa til Føroyar at vera. Hon hevur verið sera aktiv og hevur stóran vinaskara. Men nú hevur Róm tikið avgerð, at kleystrið skal seljast og systrarnar skulu fara tl onnur lond. Marisa fer í juni mánaða til Dublin at búgva í einum kleystri.

    Credo: "Tú komst í góðar hendur".

    Play Episode Listen Later Feb 11, 2024 32:44


    14. februar í 1945 doyði Sigga Maria, mamma Signar á Brúnni í barsilssong, bara 34 ára gomul. Eftir sat pápin, Jógvan, við trimum smádreingjum. Hvat var til ráða at taka ? Góð menniskju og familjan øll slógu ring um teir og gjørdu sítt ítarsta fyri lítlu viðbreknu familjuna, sum høvdu mist tað kærasta teir áttu. Og allur kærleikin og øll umsorganin hevði verið góð, tí Signar sannar í dag, at tað, sum varð gjørt var gott.

    Credo: Pausuleysa samfelagið

    Play Episode Listen Later Jan 18, 2024 33:49


    Anne Mette Greve Klemensen hugleiðir um nýggjárið, hví mann setir sær fyri, at onkur broyting skal vera í nýggja árinum. Men hvat forðar menniskjanum í at seta sær mál annað enn mannaótti ? Tí, hvat um tað nú miseydnast og mann verður til láturs ?  

    Credo: Føgur er foldin

    Play Episode Listen Later Dec 26, 2023 48:51


    Credo: Tá ið foreldur sleppa og børn lofta.

    Play Episode Listen Later Dec 3, 2023 42:25


    Credo: Maðurin livir ikki nóg væl

    Play Episode Listen Later Nov 26, 2023 41:17


    Credo: Hermeneutikkur

    Play Episode Listen Later Nov 19, 2023 34:22


    Credo: Tað góða lívið

    Play Episode Listen Later Nov 12, 2023 42:18


    Credo: Hendurnar hjá kirkjuni

    Play Episode Listen Later Oct 15, 2023 46:54


    Credo: "Ongin segði nakað".

    Play Episode Listen Later Oct 8, 2023 42:21


    Credo: Guð hevur altíð verið trúfastur

    Play Episode Listen Later Oct 1, 2023 38:51


    Credo: Vitlíki

    Play Episode Listen Later Sep 24, 2023 39:47


    Credo: "Hvar ert tú nú ?"

    Play Episode Listen Later Sep 17, 2023 42:45


    Credo: Fanny Crosby 2:2

    Play Episode Listen Later May 28, 2023 37:51


    Credo: Fanny Crosby 1:2

    Play Episode Listen Later May 21, 2023 40:56


    Credo: Leiðarar sum skamma seg.

    Play Episode Listen Later May 14, 2023 32:00


    Credo: Vinn á tí ónda við tí góða

    Play Episode Listen Later Apr 30, 2023 45:28


    Credo: "Tann falski spegilin"

    Play Episode Listen Later Apr 16, 2023 34:44


    Credo: "Eg skar mítt navn" 2 (2:2)

    Play Episode Listen Later Apr 7, 2023 45:07


    Claim Credo

    In order to claim this podcast we'll send an email to with a verification link. Simply click the link and you will be able to edit tags, request a refresh, and other features to take control of your podcast page!

    Claim Cancel