Trok.fo prátar um hondbólt í Føroyum og úti í hemi - við føroyskum sjónarhorni
Bára Krossteig Hansen trokaði seg framat at práta um EM-endaspælið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bára er serfrøðingur til eitt endaspæl, men hetta er fyrstu ferð at hon viðgerð endaspælið úr føroyskum sjónarhornið. Og líkt er til at heitt verður á hana aftur næsta ár, tí at enda í poddinum verður hugt aftur á ein serligan dyst niðri í Sveis fyri seks árum síðani. Tá basti Føroyar Litava - Ella tað er nakað hóvliga tikið til. Rættari sagt, so hølvaði Føroyar Litava av. Takk fyri í ár - Vit gleða okkum til aprílæ 2025 - og hava longu eyguni á HM-endaspælið, desember 2025
EM-trok #3: Frøin og arganin eftir Bragdið í Basel 03-12-2024 Føroyska kvinnulandsliðið hevði leitað eftir einum úrsliti ímóti einum av teimum stóru í nógv ár. Tað eydnaðist við 17-17 og fyrsta EM-stiginum nakrantíð hjá kvinnulandsliðnum. Millum áskoðararnar var Maria Halsdóttir Weyhe, sum hevur verið partur av ferðini at flyta kvinnuhondbólt upp á hendan pallin. Maria hevur trokað vanliga viðvertin til viks - so at hon kann greiða Sjúrði frá, hvussu nógv hetta hevði at siga fyri føroyskan kvinnuhondbólt. Og um Sjúrður ikki tá er sannførdur, hjálpa landsliðsleikararnir Annika Fríðheim Petersen, Súna Krossteig Hansen, Jana Mittún og Brynja Høj Men í øllum hesum argar tankin um at Føroyar kundu vunnið dystin - eins og fyrsta dystin. Rætt og slætt kenslan av at hetta føroyska liðið hevði uppiborið at frøtt seg um uppaftur størri úrslit. Ein argan. Tað ber enn til. Ein sigur ímóti Danmark skuldi givið møguleikan at spælt seg víðari.Tað skuldi ljóðað sum ein ørur dreymur. Men tað hevði tað eisini gjørt, um tú fyri júst fýra á
Kringvarpið og Kvinnulandsliðið hava kveikt poddarhugin hjá Trokbrøðrunum, sum eftir ein longri steðg, hava sett sær fyri at máta átrokandi hondbóltsfepurin í Basel. Til tess hava vit hitt Biritu Wardum og Katrina Dam á Neystabø - Tær seta orð á hvussu tær sóu dystin ímóti Sveis úr føroyska sjónarhorninum. Harafturat hitta vit Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Simon Olsen, sum greiða frá sínum áskoðanum á dystin ímóti Kroatia Og sum altíð: Dagsins leikarar, dagsins detalja og annað átrokandi
Vónríku viðmerkjararnir, Sjúrður og Ingi práta um óveruliga veruleikan at enn einaferð skula síggja føroyskt landslið bjóða av í EM-endaspælinum Harafturat hoyra vit frá tíðindafundinum hjá Claus Mogensen, landsliðsvenjara, og práta við Turið Arge Samuelsen, sum spældi ímóti Sveis í 2018, Maritu Mortensen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum spældu ímóti Sveis í 2021, og so Pernille Brandenborg, sum spældi báðar hesar dystirnar. Føroyski liðskiparin spælir eisini saman við sveisiska stórtalentinum, strikuspælaranum Tabea Schmid, í gerandisdegnum. Jú vit kenna Sveis væl og hava fylgst við teimum niðan á hendan pallin. Poddurin er upptikin hósdagin 28. november. Dagin fyri dystin, Føroyar - Sveis
Seinasti partur av Trok fyri kappingarárið 2023/24 er her! Hugsar tú eisini hvør dystur var kulast, hvør hevur ment seg mest sum leikari, hvør ársins veteranur er? So fært tú svarið her. Vit seta eisini okkara ársins lið, ársins keyp, ársins finurliga leikara, og at enda við ársins WTF løtu í Burn, SMS og Faxe Kondi kappingini fyri í ár.
"Her følir mann ein positivitet í høllini og tað verður stuðlað og tað er við kærleika, men so tá vit koma oman har sunnudagin, tá verður hatur, tað verður eldur, tað verður kríggj. So vit hava brúk fyri teimum sjey málunum", segði Hákun West av Teigum eftir sigurin. Tað var tó ikki hatrið, sum fylti í tonkunum hjá leikarunum, sum komu í tokutrupulleikar í Føroyum. Meðan bíðað var, tosaðu vit við Vilhelm Poulsen, sum mitt í øllum rokanum kundi staðfesta leysasøgurnar um at hann skal eitt øgiligt stig upp í Bundesliguna. Tá ið landsliðið endaliga slapp á flog fingu vit stutt orðið á Trónd Mikkelsen og Pætur Mikkjalsson - Áðrenn vit rundaðu av við hjálparvenjaranum Julian Johansen á dystardegnum sjálvum
Yvirskriftir hesa ferð: Kyndil er føroyameistari, hóast STÍF gjørdi okkara greining fyri skommum H71 er meistari fyri triðju ferð á rað - kollfirðingar kláraðu ikki meiri í fjórða finaludystinum - Barnagarðurin vann á eldasambýlinum Føroyskt Final Four x2 Enn ein føroyingur í Bundesliguna
Gev okkum meria av hesum! Tað er niðurstøðan eftir enn eina spennandi finalu ímillum H71 og KÍF. Agnar skilti hvi at vit høvdu kallað teir eldrasambýlið, men tað vóru tveir u18 leikarar sum sendu KÍF í longda leiktíð ímóti H71, við góðari hjálp frá eldri kreftum. Kyndil spælir so at siga ímóti sær sjálvum, og tað gera tær ógvuliga væl. Tær lótu ongan stúra fyri at tær ikki verða føroyameistarar. Yvirskriftirnar hesa ferð: Blóðugur bardagi hjá monnum Sorl hjá kvinnunum Spurningar frá lurtarum Spennandi evropeisk vika farin, og fyri framman
Tað er 1-1 millum H71 og KÍF í FM-finalunum, og tað krevur eina samanumtøku. Vit hildu tað var avgjørt, men Milenko Jelic Jelkan í KÍF málinum vildi tað ørðvísi.
Fyrsta FM finalan er longu avgreidd, og nógv er hent síðan vit trokaðu seinast. Vit tosa um Kyndil, sum ikki steðgar, H71 við teirra ungu rutinu, og endaspælsleistin sum gevur okkum nógvar feitar dystir.
Vit taka saman um báðar 18-máls-sigrarnar hjá landsliðnum og tey átjan málini Bjarni í Selvindi skoraði í vikuskiftinum. Bjarni setir orð á hvussu tað kennist tá alt riggar!
Sjúrður ringdi til Andrias og Agnar, meðan lutakastið til HM-undandystirnir fór fram
Trokbrøðurnir eru komnir aftur úr Berlin og hyggja serliga eftir SMS-deildini
Seinasti EM-poddurin úr Berlin er ein róligur poddur, har Sjúrður Hildarson Hoydal og Djóni Gaard Joensen taka saman um - umframt at Leivur Mortensen, Teis Horn Rasmussen og Óli Mittún stutt seta orð á teirra EM. Tað tykist so langt síðani at Sjúrður og Djóni tóku upphitingarpoddin upp í Føroyum fyri 10 døgum síðani. So ófatiliga nógv søga er skrivað - Søga, ið seinni má granskast úr størri fjarstøðu. Einasta niðurstøða, ið vit kunnu gera nú er hendan: Føroyingar lótu als einki liggja eftir í Berlin. Øll góvu sítt ítasta. Leikarar kýttu seg at kasta bóltarnar á rætta leið undir ovurstórum trýsti frá risastórari mótstøðu - Fjeppararnir kýttu seg, at stuðla leikarunum í hvørjum tvídysti - í hvørjari takkling og í hvørjum einasta tveitta bólti í Týsklandi. Einki lá eftir. Eingin takkling á vøllinum, eingin leysur bóltur og ongin rødd á nøkrum fjeppara.
EM-Trokið tekur saman um størstu løtuna í føroyskari ítrottarsøgu og størsta kvøldið í berlinskari ballingarsøgu sunnukvøldið, tá ið sensasjónin er sodnað nakað. Sjúrður hevði boðið Inga Olsen og summum av teimum áskoðarunum, ið hann stóð trokaður saman við í høllini, at koma at seta orð á dystin, kvøldið og náttina annars. Vit hoyra: Tórmóð P. Djurhuus, Ova Lutzen, Dánjal Ragnarsson og Jóhannes Bjørgvin umframt Inga Olsen.
Tróndur Kragesteen og Hjalti Mohr Jacobsen vitjaðu EM-studio í Berlin
Trok.fo hevur fingið fólk úr kringvarpinum á vitjan - ella tað var í veruleikanum vit, sum vitjaðu tey. Sjúrður tók eina meting av støðuni saman við Inga Olsen og Jógvani Skeel Nolsøe kvøldið fyri fyrsta føroyska EM-dystin
Trok.fo prátaði við seks landsliðsleikarar mikudag fyrrapart um EM, sum fer av bakkastokki hóskvøldið
EM-hýrurin trokar seg alsamt meira á eftir fyrsta venjingardystin ímóti Belgia. Andrias og Djóni eru komnir á vitjan, har teir saman við Sjúrði royna at fáa greiðu á átrokandi EM-hýrinum. Báðir eru teir sera vanir at hyggja at EM-endaspølum og vit spyrja hvat verður øðrvísi hesaferð (Hint: Tað byrjar við F og endar við øroyar) Í felag metir panelið um EM-endaspælið, har Sjúrður trokar serfrøðingarnar inn í eina ónda støðu, tá ið hann krevur teir at svara við høvdinum heldur enn hjartanum. Vit spæla við á Holdet.dk og seta millum annað ein kassa av Faxe Kondi upp á spæl. Og yvirhøvur gleða vit okkum bara til átrokandi føroysku innrásina í Berlin.
Kenslan var ikki at danir vóru betri enn vit - men vit tóku ikki av møguleikanum at endurtaka sigurin á Danmark frá í fjør. Vit brendu ov illa, dómararnir vóru sum vanligt elendigir og hóast vit minnast verri ósigrar ímóti Danmark (Helgi sigur seg millum annað, hava fingið bank "op til flere gange"), so er tað upp aftur meira frustrerandi, nú tá ið sigurin var so mikið møguligur. Vit tóku saman um eitt gott avrik í einum irrerandi dysti í Trok nummar 46, valdu dagsins leikarar, detaljur og annað í Trok nummar 46
Eingin hevur enn hótt føroysku u-21 mennirnar meira enn eitt vist. Nú troka medaljudreymar seg av álvara á. Tikin upp beint eftir at Føroyar bastu Brasil í HM-meginumfarinum.