Jonhard's Podcast

Follow Jonhard's Podcast
Share on
Copy link to clipboard

New podcast weblog

jonhard


    • Mar 19, 2026 LATEST EPISODE
    • every other week NEW EPISODES
    • 16m AVG DURATION
    • 275 EPISODES


    Search for episodes from Jonhard's Podcast with a specific topic:

    Latest episodes from Jonhard's Podcast

    Harri, tað er gott, at vit eru her!

    Play Episode Listen Later Mar 19, 2026 21:13


    Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju.   Prædika Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall. Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið. Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann. Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: «Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.» Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!» Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir. Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: «Reisið tykkum upp og óttist ikki!» Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan. Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: «Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum» (Matt 17,1-9).   “Andsfyltir dagar eru ofta róligir dagar”, hevur ein sagt. Fyri hesar tríggjar lærusveinarnar tóktist hesin túrurin óiva at vera ein heilt vanligur og róligur túrur niðan á fjallið fyri at hvíla seg og at biðja saman við Jesusi. Lærusveinarnir væntaðu nokk ikki, at tað heilt villa fór at henda har uppi. Men sum sagt eru andsfyltir dagar ofta róligir dagar. Í januar mánaði er tað siðvenja hjá prestunum at fara til Viðareiðis til kyrrudagar. Har hendir heldur ikki tað heilt villa. Tað eru stillir og róligir dagar, har ið ein hugsavnar seg um Jesus og er í bøn. Men mínar persónligu royndir siga mær kortini, at tað ofta er í kvirru og bøn at Andin sleppur fram at. Kyrrudagarnir eru eisini andsfyltir dagar! Í sær sjálvum kann ein heilt vanligur gongutúrur úti í náttúruni eisini vera ein andsfyltur túrur, har ið ein merkir Guds nærveru í hansara undurfulla skapanarverki! Sjálvur havi eg ikki verið vitni til slíkt, sum lærusveinarnir vóru vitni til henda dagin, men kortini eiga vit ikki at forsmáða teir heilt vanligu gongutúrarnar! Og onkuntíð hendir okkurt heilt óvæntað. Tá eg var smádrongur, fortaldi omma mín, Jensa, mær ofta um eina heilt serliga hending, sum langabbi, Palli, upplivdi, tá ið hann var ein ungur maður. Í Keraldinum nr. 18 frá 2018 kann man eisini lesa um júst hesa somu hending: “Dánjal Pauli Højgaard, betur kendur sum Gamli Palli ... varð umvendur, tá ið hann var 26 ára gamal. Hann hevur ofta sagt frá hesum nakað soleiðis: Ein dagin hann var í ferð við at seta hegn upp, kallaði Gud ógvuliga sterkt á hann. Hann var sorgarbundin, tí hann kendi seg at vera í syndaneyð, men mitt í øllum hoyrdi hann eina rødd siga: “Palli, Jesus doyði á krossinum fyri alla verðins synd, eisini tínar!” Hann tveitti amboðini frá sær og rann heim til konu sína og segði henni, at nú var hann frelstur, tí hann hevði sjálvur hoyrt Jesus siga, at hann var deyður fyri sínar syndir. Hetta broytti hansara lív.” Hetta eigur eisini at minna okkum á, at vit liva lívið her á fold við einum opnum himli, og at Gud kann brádliga grípa inn í okkara lív á ein undurfullan hátt! Hetta var júst tað, sum hendi, tá Jesus tók Pætur, Jákup og Jóhannes við sær niðan á fjallið!   Bjart lýsir sólin, mildari er mánin, glógvandi himmalsins stjørnulind; meir ljómar Jesus, meir lýsir Jesus enn himmalsins øll glæstrimynd.   Vøkru orðini í sálminum Dýrasti Jesus hóska so væl saman við hesum, sum lærusveinarnir vóru vitni til henda dagin. Hetta hevur eisini verið ein heilt serstøk hending, sum hevur brent seg óloysiliga fast í minnið hjá teimum. Teir vóru eygnavitni bæði til Jesu hátign, og eisini til hansara líðing og deyða. Og Jesu umbroyting á fjallinum skal nevniliga síggjast í ljósinum av Jesu líðing, deyða og uppreisn! Talan var ikki um nakra mótsøgn millum Jesu hátign og Jesu líðing. Tvørturímóti var Jesu líðing og deyði fullkomiliga í tráð við allar Skriftirnar! Seinni váttar Pætur og sigur: “Tað vóru ikki snildiliga samanpentaðar søgur, sum vit fylgdu, tá ið vit kunngjørdu tykkum várs harra Jesu Krists mátt og komu, men vit høvdu verið eygnavitni til hátign hansara. Tí at hann fekk av Guði faðir heiður og dýrd, tá ið ein tílík rødd kom til hansara frá hini hátignarmiklu dýrd: “Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi tokka til”” (2 Pæt 1,16-17). Talan var als ikki um samanpentaðar søgur. Tvørturímóti var talan um eina uppfylling av lyftunum í Gamla Testamenti! Hetta er eisini tað, sum Jesus undirstrikar í einum øðrum samanhangi: “Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg” Jóh 5,39). Skriftirnar vitna um Jesus! Júst hesin sannleikin verður opinberaður fyri lærusveinunum, tá ið bæði Móses og Elia koma til sjóndar og samtala við Jesus hesa heilagu løtu uppi á fjallinum. Hjá Lukasi fáa vit eisini at vita, hvat teir samtalaðu um: “Og sí, tveir menn vóru í talu við hann, og tað vóru Móses og Elia; teir sýndu seg í dýrd og talaðu um burturferð hansara, sum hann skuldi fullføra í Jerúsalem” (Luk 9,30-31). Samtaluevnið snúði seg sostatt um tað, sum Jesus skuldi fullføra í Jerúsalem og uppi á krossinum, har ið hann jú, áðrenn hann gav upp andan, rópti: “Tað er fullgjørt!” (Jóh 19,30). Jesus kom inn í henda heim fyri at fullføra Guds frelsuætlan við tær og mær! Sostatt kunnu vit eisini siga, at Jesus, Móses og Elia samtalaðu um teg og meg har uppi á fjallinum. Jesu gerningur á krossinum snýr seg jú um teg og meg og okkara frelsu! Í undanfarna kapitlinum hjá Matteusi lesa vit um Kristusjáttan Pæturs: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs” (Matt 16,16). Og vit lesa eisini, at Jesus frá teirri stund tók “...at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur” (Matt 16,21). Hetta fataðu lærusveinarnir als ikki. Pætur tók enntá Jesus til síðis og segði við hann: “Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!” (Matt 16,22). Pætur og hinir lærusveinarnir fingu ikki Jesu líðing at hanga saman við Jesu hátign. Men júst hetta var boðskapurin til teirra: Jesus fer ígjøgnum líðing og deyða sum tann, ið hann veruliga er: Sonur hins livandi Guds! Ella sum vit lesa í Filippibrævinum: Hann, sum var í Guðs mynd, helt tað ikki fyri rán at vera Guði líkur, “...men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi” (Fil 2,6-8). Jesus setti seg sjálvan lágt, fyri at seta okkum høgt og geva okkum ævigt lív! Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju. Teir sleppa at síggja hann í hansara dýrd – hesi dýrd, sum tey frelstu eisini skulu njóta í allar ævir har heima í himli. Ella sum vit lesa í Opinberingini: “Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara” (Opb 21,23-24). Í eina løtu uppi á fjallinum eru lærusveinarnir vitni til dýrdina, sum tey frelstu skulu njóta í ævinleikanum, tá ið tey skulu “ganga í ljósi hansara.” Á evsta degi skulu øll menniskju verða vitni til hetta undurfulla ljósið. Henda dagin finst eingin ateistur longur, tí at tá skulu øll menniskju síggja Jesus soleiðis, sum hann veruliga er í allari hansara dýrd. Ella sum vit lesa í Opinberingini: “Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann, og eisini teir, sum stungu hann, og allar ættargreinir á jørðini skulu gráta so sáran uppi yvir honum. Ja, Amen” (Opb 1,7). Í ljósinum frá hesum stóra og avgerandi degi ljóðar spurningurin nú til tín og mín: Samsvarar tann áskoðanin, sum vit nú hava av Jesusi, við tað dýrd, sum vit á evsta degi skulu skoða hann í? Síggja vit hann einans sum ein neyðarsligan, tornakrýndan og deyðan mann? Ella síggja vit hann sum tað, ið hann veruliga er: konganna kongur og harranna harri - hetta, sum vit eisini játta í Nikensku trúarjáttanini: Jesus er Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi. Tað var ein staðfesting av júst hesum sannleika, sum lærusveinarnir fingu henda dagin, tá ið Jesus umbroyttist á fjallinum: “Andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vóru hvít sum ljósið” (Matt 17,2). Ja, tann líðandi Jesus er sanniliga eisini drottur alla drotta! Ella sum vit syngja:   Dýrasti Jesus, drottur alla drotta, sonur av Guði og Mariu moy, teg vil eg elska, teg vil eg æra, tú lív mítt ert, mín dýri eyð'.   Vit kunnu einans tilbiðja Jesus og syngja um hann á henda hátt, tá ið vit við trúarinnar eygum síggja hann soleiðis, sum hann veruliga er: Dýrasti Jesus / drottur alla drotta! Og um vit við trúarinnar eygum síggja Jesus soleiðis, ja, tá verður Jesu afturkoma ikki ein ræðuligur dómadagur og ein myrkursins dagur fyri okkum. Nei, tá verður dagurin tvørturímóti ein sannur frelsudagur: Dagurin, tá ið vit ganga inn í hina ævigu dýrdina – dýrdina, sum Jesus hevur vunnið okkum við sínum blóði, tá ið hann setti seg sjálvan lágt og leið deyðan á krossinum í okkara stað. Tí kann Jesus eisini í dag nema við teg og meg, taka í okkara hond og siga: Óttast ikki! Lærusveinarnir óttaðust sjálvandi, tá ið teir vóru vitni til hesa stóru hending uppi á fjallinum. Teir fullu “fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir” (Matt 17,6). Og hvat annað kunnu syndafull menniskju gera í slíkum ljósi, har ið okkara egna myrkur verður so opinlýst? Uttan Frelsaran hava øll menniskju góða grund til at verða ógvuliga rædd fyri at møta hinum livandi Gudi. Tí, sum tað stendur í Hebrearabrævinum: “Guð okkara er oyðandi eldur” (Hebr 12,29). Hann er ein oyðandi eldur yvir fyri øllum órættvísi og allari synd! Tá syndarar eru vitni til Guds dýrd, er ræðsla sostatt náttúrlig. Sjálvur Jesus upplivdi eisini ræðslu í Getsemane, har ið Pætur, Jákup og Jóhannes eisini vóru við Jesusi: “Ótti og angist kom á hann. Og hann sigur við teir: “Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið!” Og hann gekk eitt sindur longur fram og fell til jarðar og bað, at tann tímin mátti fara um hann, um tað var gjørligt. Og hann segði: “Abba, faðir! Alt er gjørligt hjá tær. Tak hesa skál frá mær; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt”” (Mark 14,34-36). Hví var Jesus so ræðslusligin? Hví var hann í deyðaangist? Hví sveittaði hann blóð í Getsemane? (Luk 22,44). Jú, hann visti, hvat hann skuldi uppliva á krossinum! Hann visti, at hann skuldi sjálvur ígjøgnum Guds oyðandi eld fyri at frelsa menniskju. Í lýdni og kærleika bað hann tí: “Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt.” Jesus er tann, sum Gud sjálvur sigur hann vera: “Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til” (Matt 17,5). Hesin sonurin, sum Gud hevur góðan tokka til, upplivdi sjálvur Guds oyðandi eld á krossinum fyri at frelsa menniskju frá hesum sama oyðandi eldi. Og í ljósinum frá Jesu fullgjørda verki á Golgata ljóðar nú ein gleðiboðskapur til syndarar: Um tú hevur Sonin, so hevur tú eisini alt við honum! Eftir at hava sæð Jesus í samtalu við Móses og Elia, sóu teir at enda “...ongan uttan Jesus einsamallan” (Matt 17,8). Soleiðis er tað eisini við frelsuni. Eingin uttan Jesus einsamallur kann frelsa okkum! Ella sum vit syngja:   Tú ert tann einasti, heilagsti, reinasti, gev mær títt reina og heilaga sinn! Hjálp tú úr vanda mær, bjarga frá grandi mær! Før meg at enda til dýrd tína inn!   Jesus er tann einasti, sum kann føra okkum inn í dýrdina! Við trúnni á hann er alt hansara nú vorðið okkara! Og alt okkara er vorðið hansara! Hann fær alla okkara synd, og vit fáa alla hansara dýrd! Og tey somu orðini, sum Gud sigur um sonin, sigur hann nú um teg og meg: Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til! Hetta er dóttir mín, hin elskaða, sum eg havi góðan tokka til! Við Jesusi gevur Gud okkum tað, sum hann, í sínum ríka kærleika, ætlaði okkum til: at hava barnakor hjá sær sjálvum! Tí talar hann nú um okkum, sum hann talar um sonin: Hetta er sonur mín! Hetta er dóttir mín! Hesin gleðiboðskapurin rekur allan ótta burtur og gevur okkum í staðin gleði í Harranum og eina livandi vón bæði í hesum lívi og í tí komandi, tá ið vit skulu njóta Guds dýrd í allar ævir og ganga í ljósi hansara! Hesi orð, sum standa undir altartalvuni (í Rituvík), og sum ein ørkymlaður Pætur segði á sinni, verða tá til ævigan veruleika fyri okkum: “Harri, tað er gott, at vit eru her!” (Matt 17,4).

    Vit avnokta djevulin

    Play Episode Listen Later Mar 8, 2026 19:10


    Tað er ikki uttan grund, at vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans! Vit hava jú ein fígginda, sum “roynir svikaráð og okkum herjar á…” (3. sunnudag í føstu. Prædikutekstur: Jóh 8,42-51. Sálmur fyri prædiku: 255 Vár Guð er føst og haldgóð borg).

    Fylg mær!

    Play Episode Listen Later Feb 22, 2026 19:44 Transcription Available


    Lívið sum ein kristin er eitt lív á einum ávísum vegi. Hetta er eisini grundin til, at tey fyrstu kristnu kallaðu seg fyri tey, sum hoyrdu til “vegin” (Áps 9,2). At hoyra Jesusi til, var at hoyra einum ávísum vegi til í hesum lívi: at fylgja í Jesu fótasporum dagliga, at verða inndekkaður av støvinum frá honum, at læra av honum, at vera sum hann og at gera sum hann. (Konfirmantagudstænasta í kirkjuni við Norðskála, 22.02.2026. Prædikutekstur: Mark 2,13-17).

    Mátturin í Guds orði

    Play Episode Listen Later Feb 8, 2026 24:16 Transcription Available


    1. Gud hevur “andað” Skriftina; hon er innblást av honum. 2. Andi Guds talar gjøgnum Skriftina enn við sama lag. 3. Skriftin sjálv veitir okkum Gud við at veita okkum Anda hansara. Sunnudag seksagesima. Epistul: 2 Tim 3,10-17. Evangelium: Mark 4,26-32.

    Far inn til gleði harra tíns!

    Play Episode Listen Later Feb 1, 2026 16:47


    Í líknilsinum um talentirnar boðar Jesus okkum ein sera álvarsaman boðskap, nevniliga at vit í trúfesti eiga at brúka tær gávurnar, sum vit hava fingið frá Gudi. Um vit á hinari hondini goyma hesar gávurnar burtur, so verður tað við okkum, líkasum hjá hinum ódugna húskallinum, sum fjaldi talentina í jørðini. 3. sunnudag fyri føstu (sunnudag septuagesima). Prædikutekstur: Matt 25,14-30. Sálmur fyri prædiku: 145 (Ójavnt Harrin gávur býtir).

    Dópsins sakramenti

    Play Episode Listen Later Jan 11, 2026 16:06


    1. sunnudag eftir trettanda. Lestur: 1. Mós 48,8-12 og 15-16. Evangelium: Mark 10,13-16.

    Stjørnan, sum lýsir okkum vegin

    Play Episode Listen Later Jan 7, 2026 16:10


    Eins og betlehemsstjørnan lýsti vísmonnunum vegin til Jesusbarnið, soleiðis er Guds heilaga orð nú okkara bjarta stjørna, sum lýsir okkum vegin til Frelsaran!

    Ein heimur uttanfyri

    Play Episode Listen Later Jan 1, 2026 17:24


    Hesin seinasti dagurin í tí gamla árinum minnir okkum á, at tíðin gongur, og at vit - saman við Jesusi - eru ávegis móti Guds ævinleika. Og tað er nakað gott og gleðiligt, sum vit eru á veg til. Himnastrond er fyri stavni!

    Trúgvin á Jesus

    Play Episode Listen Later Dec 22, 2025 15:30


    Tá ið tú spyrt: “Nær eri eg ein kristin?” so svarar Gud: “Tá ið tú trýrt á Jesus!” Og tá ið tú spyrt: “Hvussu verði eg ein kristin?” so svarar hann: “Við at trúgva á Jesus!” Hetta er eitt einfalt, men samstundis eisini eitt undurfult svar - eitt svar, sum opnar vegin fyri øllum hjálparleysum og glataðum sálum. (Prædikutekstur: Jóh 3,25-36).

    Tað hendi faktist í teimum døgum

    Play Episode Listen Later Dec 19, 2025 14:29


    “Factum est” - soleiðis byrjar jólaevangeliið á latín. Tað hendi faktist í teimum døgum! Jólaevangeliið byrjar ikki sum eitt ævintýr: “Einaferð var tað…” o.s.fr. Nei, harafturímóti byrjar tað við orðum, sum stilla jólaundrið mitt inn í henda heim og inn í okkara heimsøgu.

    Eiðis Ljómfelag og sálmasangur í kirkjuni

    Play Episode Listen Later Dec 10, 2025 14:34


    Fríðrikur Petersen yrkti “Gleðilig jól!” til jóla í 1891. Sálmurin minnir okkum um gleðiboðskapin av himli, og at paradísportrið er opnað einum og hvørjum, tí at Guds náði í Jesusi er okkara skjól!

    Vakið tí

    Play Episode Listen Later Dec 7, 2025 20:50


    Í millumkrígstíðini lýsti týski gudfrøðingurin, Reinhold Niebuhr, religiónina hjá nútímans menniskjum soleiðis: “Við hjálp frá einum Kristusi uttan kross letur ein Gud uttan vreiði menniskju uttan synd sleppa inn í ein ævinleika uttan glatan.” Hesin boðskapurin kitlar mong í oyruni eisini í dag. (Prædikutekstur: Matt 25,1-13).

    Tá Guðs orð fór í hold

    Play Episode Listen Later Dec 2, 2025 5:28


    Gævi, at henda ársins tíð verður merkt av lovsangi fyri barninum, sum Maria ber undir belti og fyri undurfullu føðingini í Betlehem jólanátt! Og gævi, at lovsangurin fyri Jesusbarninum lærir okkum at lova og takka Guði fyri hvørt menniskjafostur og hvørt barn, sum verður borið inn í henda heim!

    Sonur tín livir!

    Play Episode Listen Later Nov 9, 2025 19:41


    Líkasum tað bar frelsu og ævigt lív við sær fyri kongsmannin at venda sær til Jesus og trúgva á hansara orð, soleiðis ber tað á sama hátt eisini frelsu og ævigt lív við sær fyri teg at venda tær til Jesus og trúgva á hann, sum doyði á krossinum fyri tínar syndir, sum reis upp frá deyðum og sum livir í dag. Prædikutekstur: Jóh 4,46-53.

    Jesu frelsandi hond

    Play Episode Listen Later Nov 1, 2025 18:18


    Eins og Pætur ápostul, eru tað mong menniskju, sum í neyðini hava rópt: “Harri, bjarga mær!” Og líkasum hjá Pæturi, síggja vit, at Harrin er nærverandi í neyðini og rættir okkum sína frelsandi hond. Allahalganna dagur - minningardagur teirra sjólátnu. Lestur: Opb 21,1-4. Evangelium: Matt 14,22-34. Sálmur fyri prædiku: 584 (Eg sigla man yvir lívsins hav).

    Kristin vøkstur

    Play Episode Listen Later Oct 12, 2025 14:36


    Tað verður sagt, at náðikeldan rennur omaneftir eins og ein og hvør onnur kelda. Sannur kristin vøkstur er niðureftir, niður í eyðmýkt og lítillæti, tí at “Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði” (1 Pæt 5,5). Evangelium: Luk 14,1-11.

    Her møtast allir vegir

    Play Episode Listen Later Oct 5, 2025 16:56


    Líkasum Jesus segði við hin deyða: “Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!” soleiðis hevur hann eisini máttin til at siga tað sama við okkum og yvir okkara grøv! Lestur: 1 Kong 17,8-10a og 17-24. Evangelium: Luk 7,11-17. Sálmur fyri prædiku: 448 (Her møtast allir vegir)

    Um tey sleppa at liva

    Play Episode Listen Later Sep 23, 2025 21:03 Transcription Available


    Jesu verk á Golgata og burturbeiningin av heimsins synd hevði ongantíð verðið til veruleika, um Jesus varð burturbeindur sum fostur. Seinni royndi Heródes at beina fyri Jesusbarninum, men Gud havi lov fyri, at tað ikki eydnaðist! Gleðiboðskapurin um hitt fullgjørda verkið á krossinum og øll heimsins lagna hekk jú óloysiliga tætt saman við hetta eina barnið. Tí er tað einans rætt av okkum at taka undir við Elisabet og siga: “Vælsignað ert tú av kvinnum, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns!” Og tí er tað eisini rætt av okkum at siga tað sama um øll fostur. Tey eru vælsigna frukt, sum kunnu verða okkum og heiminum til ófatiliga ríka signing - um tey sleppa at liva.

    Hin miskunnsami Sámáriubúgvin

    Play Episode Listen Later Sep 14, 2025 20:05


    13. sunnudagur eftir tríeindardag í Eiðis kirkju. Prædikutekstur: Luk 10,23-37

    Ljóðið av himni

    Play Episode Listen Later Sep 7, 2025 19:28


    Hóast øldir koma og fara, hóast ætt eftir ætt søkkur undir mold, so eru vit við trúnni kortini øll, bæði livandi og deyð, saman um hina somu livandi vónina í Jesusi, sum sjálvur er ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold.

    Tollarans bøn

    Play Episode Listen Later Aug 31, 2025 26:40


    Um ein í gomlum døgum vildi síggja stjørnurnar klárt, so fór ein ikki upp á ein høgan fjallatind, men heldur niður í eina holu. Har var myrkari, og á tann hátt kundi ein síggja stjørnurnar enn klárari. Soleiðis er tað eisini við andaliga lívinum. Vit stíga upp við at stíga niður. Vit verða sett høgt - ja, heilt inn í himmalin - tá ið vit seta okkum lágt og biðja tollarans bøn: “Guð náði meg syndara!”

    Legg út á dýpið!

    Play Episode Listen Later Jul 20, 2025 15:39


    Sum kristin eru vit kallað til at vera mannafiskarar, og vit hava fingið gleðiboðskapin sum gørn. Latið okkum tí, eins og Pætur, við frímóði kasta gørnini út, har ið vit eru kallað til at fiska! (Prædikutekstur: Luk 5,1-11).

    Hin stóri veitsludagurin

    Play Episode Listen Later Jun 29, 2025 15:57


    Gud elskar okkum so nógv, at hann ikki vil vera okkum fyri uttan á hinum stóra veitsludegnum! Tí sigur hann eisini við teg og meg í dag: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Lestur: Jes 25,6-9. Evangelium: Luk 14,16-24. Sálmur fyri prædiku: 461 (Til andans stóru náðifest).

    Nú er náðitíð!

    Play Episode Listen Later Jun 22, 2025 18:00


    Prædikutekstur: Luk 16,19-31. Sálmur fyri prædiku: 464 Friðleysa sál á foldum her.

    Hann er undurfult nær!

    Play Episode Listen Later Jun 8, 2025 18:58


    Hvítusunnudag í Eiðis kirkju. Lestur: Áps 2,1-11. Evangelium: Jóh 14,22-31.

    Eisini tit skulu vitna

    Play Episode Listen Later Jun 1, 2025 17:00


    Líkasum ápostlarnir eru eisini vit kallað til at kennast við frelsaran og hansara orð í øllum lívsins viðurskiftum. Prædikutekstir: Jóh 15,26-16,1-4.

    Gerningur Andans

    Play Episode Listen Later May 18, 2025 13:51


    4. sunnudag eftir páskir. Lestur: Ez 36,26-28. Evangelium: Jóh 16,5-15

    Jesus er risin upp!

    Play Episode Listen Later Apr 21, 2025 23:09


    Við Jesu uppreisn tendrast eitt ljós í myrkrinum - eitt ljós, sum skínur bjart fyri okkum og boðar okkum, at tað, sum Jesus gjørdi á krossinum á sinni, eisini er galdandi fyri okkum, sum hoyra Jesusi til í dag. (Prædika til 2. páskadag í kirkjuni við Norðskála. Lestur: Áps 10,34-41. Evangelium: Luk 24,13-35. Kórið Glymur sang).

    Maðurin á mittasta krossinum

    Play Episode Listen Later Apr 18, 2025 18:10


    Prædika til langa fríggjadag. Lestur: Jes 53. Evangelium: Luk 23,26-46.

    Lambsins blóð

    Play Episode Listen Later Apr 17, 2025 16:31


    Prædika til skírhósdag. Lestur: 2 Mós 12,1-11. Evangelium: Matt 26,17-30

    Gud gjørdist menniskjafostur

    Play Episode Listen Later Apr 6, 2025 19:16


    Allur gleðiboðskapurin og øll okkara kristna vón avhongur av hesum, at Gud gjørdist menniskjafostur við Jesusi!

    Jesus er lívsins breyð

    Play Episode Listen Later Mar 30, 2025 11:52


    Tá ið vit eta lívsins breyð við at koma til Jesus - koma inn undir hansara orð - biðja til Jesus - koma til altars og fáa breyðið har og hoyra orðini: “Hetta er likam Jesu Krists”, tá eiga vit eisini lut í hansara lívi. Tá livir hansara lív í okkum, og tað er nakað, sum ongan enda fær, men sum varir við til ævigt lív!

    Hin andaligi bardagin

    Play Episode Listen Later Mar 9, 2025 19:34


    Lestur: 1 Mós 3,1-19. Evangelium: Matt 4,1-11. Sálmur eftir prædiku: 400 (Javnt vit treingja til at biðja)

    Nikenska trúarjáttanin í 1700 ár

    Play Episode Listen Later Feb 26, 2025 14:18


    Í ár eru 1700 ár liðin, síðan Nikenska trúarjáttanin varð orðað á einum stórum kirkjufundi í Nikea, har ið dentur varð lagdur á, at Jesus er sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin. Eisini í dag hevur kirkjan brúk fyri at verða mint á henda djúpa sannleikan: Jesus er sannur Gud!

    Harri, bjarga okkum!

    Play Episode Listen Later Feb 2, 2025 26:19


    Líkasum teir óttafullu lærusveinarnir, eru tað í dag eisini nógv menniskju, sum í yvirførdari merking eru stadd í lívsins illveðrið, har ið tey áhaldandi spyrja: Hví er óndskapur og líðing í hesum heimi og í mínum lívi? Hví skal eg verða raktur av hesum? Hví skulu míni kæru verða rakt av hesum?

    Eg vil, verð reinur!

    Play Episode Listen Later Jan 26, 2025 11:59


    Jesus er komin at bjarga menniskjum, sum ikki kunnu bjarga sær sjálvum, men sum hava brúk fyri at koma til Jesus og verða bjargað av honum, líkasum hin spitalski maðurin.

    Brúdleypið í Kána

    Play Episode Listen Later Jan 19, 2025 23:00


    Jesus sigur við móðir sína, at hansara tími er ikki komin enn. Hesin tímin sipar til Jesu deyða á krossinum og hitt fullgjørda frelsuverkið. “Tað er fullgjørt!” rópti Jesus beint áðrenn hann doyði (Jóh 19,30). Tað er serliga í hesum tíma - í Jesu deyðstíma á Golgata - at Jesus opinberar sína dýrd!

    Okkara sanna heimland

    Play Episode Listen Later Jan 5, 2025 16:42


    Á okkara pílagrímsferð til Himmals er Jesus okkara einasta stavnhald! Tað er bara við at líta á hann, at vit náa vegin fram til hitt himmalska heimlandið.

    Og Orðið varð hold

    Play Episode Listen Later Dec 27, 2024 15:11


    “Harri okkara, Jesus Kristus, Guds orð, bleiv í sínum endaleysa kærleika til tað, sum vit eru, fyri at gera okkum til tað, sum hann sjálvur er” (Ireneus).

    Okkum er ein frelsari føddur!

    Play Episode Listen Later Dec 25, 2024 16:50


    Tekstir: Mika 5,1-4a og Luk 2,1-14. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!” ljóðar av himli einglalag. “Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: Jesus er føddur í dag!”

    Eldragudstænasta í Eiðis kirkju

    Play Episode Listen Later Dec 18, 2024 38:40


    Demenskórið Sangfuglarnir sang. Børn frá Korndalsgarði gingu lucia

    Ert tú tann, ið koma skal?

    Play Episode Listen Later Dec 15, 2024 15:22


    Hóast vit eru stadd mitt í lívsins oyðimørk, har einki grør, so kunnu vit kortini gleðast, tí at Jesus er Immanuel - Gud við okkum. Í hansara hondum eru vit trygg!

    Guds lítli barnaskari

    Play Episode Listen Later Oct 27, 2024 21:07


    At verða sum eitt trúgvandi barn er at vera størstur í himmiríki! Men síðan hetta eisini er kravið fyri at sleppa inn í himmiríkið, so kunnu vit eisini siga, at øll í himmiríki eru tey størstu. Tekstur: Matt 18,1-14

    Hann lív og ljós og gleði ber!

    Play Episode Listen Later Oct 20, 2024 18:22


    Líkasum Jesus kallaði lærusveinarnar til at fáa eyguni upp fyri Guds akuri í Sámariu og í bygdini Sikar, soleiðis kallar hann eisini okkum til at lata okkara eygu upp fyri akrinum í okkara lívi - tey menniskju, sum Gud hevur sett inn á okkara lívsleið: konu, mann, børn, familju, vinir, kenningar. Eisini vit hava ein akur!

    Sí, Guðslambið!

    Play Episode Listen Later Oct 7, 2024 25:04


    Lestur: 1 Mós 28,10-19. Evangelium: Jóh 1,35-52. Sálmur: Nærri, mín Guð, til tín (38).

    Fylg mær!

    Play Episode Listen Later Sep 24, 2024 22:15


    Líkasum Jesus gekk framvið í lívinum hjá Levi og sá hann, soleiðis gongur Jesus so at siga eisini framvið í okkara lívi og sær okkum. Tekstur: Mark 2,14-17. Sálmur: Mín Jesus, lat mítt hjarta fá (192).

    Jónas og vit

    Play Episode Listen Later Sep 9, 2024 84:08


    Í okkara hjørtum líkjast vit øll Jónasi. Vit standa ímóti náðini og hinum heilaga. Tann Gud, sum vit siga okkum tæna, sleppur ikki heilt tætt inn at okkara hjørtum. Øll, sum vit møta í Jónasarbók, hava tørv á tí sama, nevniliga Guds ríku náði. Hetta hava tú og eg eisini tørv á fram um alt annað! Tilfarið, sum eg havi brúkt í sambandi við hesa ljóðbók, havi eg í ein stóran mun frá bókini hjá Iain M. Duguid: Jonah - Grace for Sinners and Saints.

    Eitt er neyðugt

    Play Episode Listen Later Sep 8, 2024 16:06


    Í øllum lívsins strevi og stákan vil Jesus leiða okkum til tað staðið, har ið vit veruliga kunnu finna hvíld og andaliga føði bæði til hetta lívið og hitt komandi. Hetta staðið finna vit einans við Jesu føtur.

    Jónas (12 partur)

    Play Episode Listen Later Sep 7, 2024 7:33


    Meðan Jónas heldur vildi doyggja, enn at sleppa sannføringini um at Nineve hevði uppiborið Guds dóm, so síggja vit harafturímóti, at Jesus heldur vildi doyggja, enn at sleppa lyftinum um at frelsa sítt fólk frá Guds dómi.

    Jónas (11 partur)

    Play Episode Listen Later Sep 6, 2024 9:25


    Um vit grunda yvir hesa ómetaliga stóru náði og gávu, sum Jesus hevur givið okkum, tá ið hann fór upp á krossin í okkara stað og tók okkara dóm á seg sjálvan, so burdi hetta givið okkum ljós yvir okkara egnu dómar og yvir spurningin: “Er tað beint av tær at vera so illur?”

    Loysigjald fyri mong

    Play Episode Listen Later Aug 25, 2024 16:13


    Evangelium: Matt 20,20-28. Sálmur fyri prædiku: 305 (Leið meg Guð, á lívsins veg).

    Claim Jonhard's Podcast

    In order to claim this podcast we'll send an email to with a verification link. Simply click the link and you will be able to edit tags, request a refresh, and other features to take control of your podcast page!

    Claim Cancel