Jambalaja

Follow Jambalaja
Share on
Copy link to clipboard

Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna. Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin. Vertur er Ingi Samuelsen.

Kringvarp Føroya


    • May 31, 2025 LATEST EPISODE
    • weekly NEW EPISODES
    • 57m AVG DURATION
    • 208 EPISODES


    More podcasts from Kringvarp Føroya

    Search for episodes from Jambalaja with a specific topic:

    Latest episodes from Jambalaja

    Jambalaja - takk fyri hesaferð

    Play Episode Listen Later May 31, 2025 56:09


    Hetta er seinasta sending fyri summarsteðgin. Vit spæla nakrar eldri sangir, sum toppaðu fyri fimmti árum síðani, minnast ein 95 og ein 60 ára føðingardag, og so hita vit eitt sindur upp til countryfestivalin í Sørvági um tvær vikur.

    Jambalaja - 240525

    Play Episode Listen Later May 24, 2025 59:54


    Í Jambalaja í dag spæla vit fleiri góðar nýútgivnar sangir, í stóran mun er talan um duettir, eisini við spennandi samansetingum. Eisini fara vit eina løtu at minnast Mac Wiseman, nú hundrað ár eru liðin síðan hann varð borin í heim.

    Jambalaja - 170525

    Play Episode Listen Later May 17, 2025 59:58


    Í sendingini í dag er høvuðsevnið ACM virðislønirnar, sum vórðu latnar undanfarna hósdag. Eisini minnast vit tex-mex countrysangaran, Johnny Rodriguez, sum andaðist 9. mai.

    Jambalaja - 100525

    Play Episode Listen Later May 10, 2025 58:37


    Í Jambalaja í dag hoyra vit millum annað um fyrstu útgávuna hjá Chris Stapleton, Traveller, sum enn liggur ovarlaga á hittlistunum, hóast tað nú um dagarnar vóru liðin 10 ár síðan hon varð útgivin.

    Jambalaja - Eitt sindur um Steve Earl og okkurt nýtt

    Play Episode Listen Later May 3, 2025 60:20


    Vit spæla nakrar av kendastu sangunum hjá Steve Earle, nú hann varð bjóðaður at gerast limur í Grand Ole Opry. Eisini hoyra vit nýtt frá m.a. Jon Pardi, Shaboozey og Matt Daniel.

    Jambalaja - 260425

    Play Episode Listen Later Apr 26, 2025 58:07


    Vit hoyra nýggjan góðan tónleik, og so markera vit eisini, at ein av góðu sangarunum í Danmark, júst er farin um tey 75. Vit hoyra nýtt frá eitt nú Willie Nelson, Turnpike Troubadours og Ian Munsick.

    Jambalaja - 190425

    Play Episode Listen Later Apr 19, 2025 56:44


    Gleðiligar páskir. Í Jambalaja í dag er eitt úrval av góðum andaligum sangum á skránni. Vit hoyra m.a. George Strait, Dolly Parton, Willie Nelson, Darius Rucker og Chapel Hart.

    Jambalaja - 120425

    Play Episode Listen Later Apr 12, 2025 59:26


    Í dag hoyra vit nakrar nýggjar sangir, sum eru komnir út sum stakløg í seinastuni. Seinni helmingur av sendingini verður við góðum góðum sangum hjá sangskrivaranum Troy Seals, sum doyði herfyri.

    14. Jambalaja

    Play Episode Listen Later Apr 5, 2025 60:47


    Í Jambalaja í dag hoyra vit nýtt frá Halli Joensen, Wilder Blue, Alison Krauss & the Union Station og William Beckmann. Og so hátíðarhalda vit, at Bobby Bare fyllir 90 7. apríl..

    union station alison krauss bobby bare william beckmann wilder blue
    Jambalaja - 290325

    Play Episode Listen Later Mar 29, 2025 58:44


    Í Jambalaja í dag hoyra vit um tey trý, sum í vikuni vórð vald sum limir nummar 159, 160 og 161 í Country Music Hall of Fame. Tey eru Tony Brown, June Carter og Kenny Chesney.

    Jambalaja - 220325

    Play Episode Listen Later Mar 22, 2025 58:26


    Í Jambalaja í dag hoyra vit burtur úr nýggjastu útgávuni hjá Charley Crockett. Vit hoyra eisini um nýggja útgávu hjá Willie Nelson, við sangum hjá Rodney Crowell og hoyra heilsu frá Dolly Patron til mann sín, sum doyði herfyri. Eisini tríva vit í tveir sangir úr countrysøguni og minnast Hans Jacob Hjelm, sum andaðist fyri viku síðani.

    Sending við countrytónleiki

    Play Episode Listen Later Mar 15, 2025 62:11


    Tað er Skt. Pátríksmessuvikuskifti, og tí verður dentur lagdur á írskan og keltiskan tónleik í Jambalaja í dag. Vit hoyra m.a. Nathan Carter, The Longest Johns, Johnny Cash, Dubliners og Luke Kelly.

    Jambalaja - 080325

    Play Episode Listen Later Mar 8, 2025 59:42


    Sendingin í dag snýr seg fyri tað mesta um amerikanska kvinnubólkin Chapel Hart, sum kemur til countryfestivalin í Sørvági í summar. Vit hoyra eisini nýtt frá øðrum, sum hava vitjað festivalin áður.

    Jambalaja - 010325

    Play Episode Listen Later Mar 1, 2025 58:37


    Í sendingini í dag spæla vit góðan føroyskan tónleik í Jambalaja-stíli við eitt nú Ólavi Højgaard, Martini Joensen, Simma og Connie, Kalas, Jónasi Gaard og Sigrið F. Hansen.

    Jambalaja - 220225

    Play Episode Listen Later Feb 22, 2025 58:51


    Í sendingini hoyra vit um eitt spennandi samstarv millum Elton John og Brandi Carlile. Vit kava niður í bakkatalogið hjá Elton John og finna onkran country-kendan sang, hoyra meira um Brandi Carlile og hennara virki. Eisini er nýggjur popputur tónleikur á skránni.

    Jambalaja - 150225

    Play Episode Listen Later Feb 15, 2025 58:34


    Í Jambalaja í dag hoyra vit einans sangir, sum komu út fyri fimmti árum síðani. Vit hava tikið nakrar av teimum bestu plátunum í Jambalaja-stíli frá 1975, og hoyra dømir burtur úr teimum. Tað verður tónleikur úr bæði USA og Bretlandi at hoyra í dag.

    Jambalaja - 080225

    Play Episode Listen Later Feb 8, 2025 53:28


    Í dag hoyra vit sangararnar og sangir, ið vunnu Grammy virðislønir innan country og tað, ið líkist, farna vikuskifti. Eisini hugleiða vit eitt sindur um sangirnar "Blue Eyes Crying in the Rain" og "Fagra Blóma", nú fimmti ár eru liðin síðan Willie Nelson sang sangin inn.

    Jambalaja - 010225

    Play Episode Listen Later Feb 1, 2025 60:15


    Í sendingini í dag verður fyri tað mesta nýggir sangir at hoyra. Vit hoyra m.a. Miranda Lambert, Brad Paisley og Ella Langley. Eisini hoyra vit eina spennandi duo við eini nýinnspæling av einum gomlum Buck Owens-klassikara.

    Jambalaja - 250125

    Play Episode Listen Later Jan 25, 2025 59:12


    Eitt sindur av nýggjum, m.a. við Ringo Starr, og so heilt nógv av eldri og góðum gomlum sangum, millum annað søgan um ein sang frá 1960, ið ikki gjørdist eitt hitt fyrr enn í 1975. Og so ynskja vit einum góðum føroyskum sangskrivara til lukku við teimum 75.

    Jambalaja - 180125

    Play Episode Listen Later Jan 18, 2025 60:52


    Í sendingini hoyra vit úr nøkrum útgávum frá 2024, sum metast at vera alternativar. Tónleikurin er fyri tað mesta gamalsligur, men góður.

    Jambalaja - 110125

    Play Episode Listen Later Jan 11, 2025 58:41


    Føroyskur tónleikur - nakað av tí besta frá 2024 - er á skránni í Jambalaja í dag. Men vit markera eisini, at tað mikudagin vóru 90 ár síðani Elvis Presley varð borin í heim.

    Jambalaja - 040125

    Play Episode Listen Later Jan 4, 2025 59:16


    Í sendingini í dag spæla vit góðar sangir frá árinum, ið júst er farið. Vit spæla mest umrøddu og umkjakaðu sangirnar, teir ið settu seg tungt á hittlistarnar og so teir, sum vertinum dámdi best í árinum, ið fór.

    Jambalaja - 281224

    Play Episode Listen Later Dec 28, 2024 57:46


    Í seinastu Jambalaja sendingini í 2024 er evnið ein ávísur sangur hjá Marty Robbins frá 1959. Vit tosa um søguforteljing í sangi, um dramatiskar hendingar í og uttan fyri Rose's Cantina í El Paso og hoyra eisini nakrar sangir, har lagt verður aftur at tí, sum hendi í upprunaliga sanginum.

    Jambalaja - 211224

    Play Episode Listen Later Dec 22, 2024 56:23


    Seinasta Jambalaja-sending undan jólum. Bara við góðum gomlum sangum og sangarum. Verturin ynskir øllum Jambalaja-lurtarum eini gleðilig jól!

    Jambalaja - 141224

    Play Episode Listen Later Dec 14, 2024 59:50


    Hoyr sendingina her

    Jambalaja - 071224

    Play Episode Listen Later Dec 7, 2024 55:56


    Jólahýrurin hevur lagt seg yvir Jambalaja. Í sendingini í dag vera nýggjari sangir og onkur ikki heilt nýggjur at hoyra. Men tað eru ikki jólasangir av tí siðbundna slagnum. Meira um hvussu vit hugna okkum og halda jól saman. Í USA eins og her heima og aðrastaðir, eru jólini ein veitsluhátíð.

    Jambalaja - 301124

    Play Episode Listen Later Nov 30, 2024 57:29


    Í sendingini hoyra vit um CMA-awards, ið vórðu handaðar síðsta mikudag. Vit hoyra tveir nýggjar góðar føroyskar sangir, og so onkran desembersang - jólasangir verða ikki á skránni fyrr enn næstu ferð.

    Jambalaja - 231124

    Play Episode Listen Later Nov 23, 2024 59:30


    Evnið í dag eru sangskrivarar, sum hava merkisdagar í november og desember. Høvuðsdenturin verður lagdur á árgang 1949, sum er ríkur við góðum sangarum og sangskrivarum. Vit hoyra eisini søguna um ein kendan sang, sum hevur 50 ár á baki.

    Jambalaja - 161124

    Play Episode Listen Later Nov 16, 2024 56:45


    Sendingin hesaferð er eitt bland av nýggjum og hálvgomlum tónleiki. Vit hoyra um eina 50 ára og eina 25 ára gamla plátu. Vit hoyra nýtt frá Jamey Johnson og øðrum, og so um ein mann, ið fær serliga heiðursløn í komandi viku.

    Jambalaja - 091124

    Play Episode Listen Later Nov 9, 2024 55:53


    Tað verður mest nýggjur tónleikur á skránni í dag. Vit skulu hoyra úr nýggju útgávum hjá Cody Johnson, Ella Langley og Willie Nelson. Og so minnast vit eisini danska sangaran og sangskrivaran, sum doyði í vikuni.

    Jambalaja - 021124

    Play Episode Listen Later Nov 2, 2024 56:58


    Tað verður fyri tað mesta nýggjur tónleikur á skránni í dag. Vit skulu m.a. hoyra burtur úr nýggju útgávunum hjá Muscadine Bloodline og Billy Strings. Eisini hoyra vit um nýggju limirnar í Country Music Hall of Fame.

    Jambalaja - 261024

    Play Episode Listen Later Oct 26, 2024 57:28


    Ein sangskrivari, sum var føddur fyri hundrað árum síðani, og ein western swing-sangari, sum hevur givið út eina reggae-útgávu eru høvuðsevni í sendingini í dag, har vit eisini kaga niður í søguligu hittlistarnar, og hoyra eisini burtur úr tveimum nýggjum útgávum.

    Jambalaja - 191024

    Play Episode Listen Later Oct 19, 2024 56:02


    Aftur hesa vikuna fara vit at spæla tónleik, sum er komin út innan fyri hesar seinastu mánaðirnar. Dentur verður lagdur á "Cowboys & Dreamers" hjá George Strait, og so á komandi útgávuna hjá Jamey Johnson.

    Jambalaja - 121024

    Play Episode Listen Later Oct 12, 2024 57:22


    Í Jambalaja í dag verður mest nýggjur og nýútgivin tónleikur. Við størsta denti á countryútgávuna "F-1 Trillion" hjá hip-hop'aranum Post Malone, sum hevur fingið nógvar mætar countrysangarar at syngja saman við sær. Eisini hoyra vit nakrar forkunnugar upptøkur við Willie Nelson.

    Jambalaja - 051024

    Play Episode Listen Later Oct 5, 2024 58:44


    Jambalaja í dag snýr seg um sangaran og sangskrivaran Kris Kristofferson, sum doyði farna leygardag 88 ára gamal.

    Jambalaja - 280924

    Play Episode Listen Later Sep 28, 2024 55:50


    Sendingin í dag er kanska eitt sindur meira rokkur enn country. Vit heiðra tveimum sera dugnaligum sangskrivarum, ið júst eru farnir um tey 75, og sum ikki eru country, men kortini... Bruce Springsteen og Mark Knopfler. Eisini hoyra vit tónleik úr einum filmi við nógvum og til tíðir hartsláandi countrytónleiki.

    Jambalaja - 210924

    Play Episode Listen Later Sep 21, 2024 57:07


    Í Jambalaja í dag spæla vit burtur úr stóru rúgvuni av nýggjum spennandi tónleiki, sum er komin út meðan Jambalaja hevur ligið í summardvala. Millum teirra nakrar gott 30 ára gamlar upptøkur við Johnny Cash, ið hava ligið goymdar og gloymdar.

    Jambalaja - 140924

    Play Episode Listen Later Sep 14, 2024 57:06


    Eftirsum hetta er sending nummar 200 síðan Jambalaja varð sent fyrstu ferð 21. september 2019, hevur verturin valt at spæla sangir, sum hann heldur vera millum teir allarbestu, sum eru komnir út og spældir í Jambalaja-sendingunum hesi fimm árini.

    25. Jambalaja - 070924

    Play Episode Listen Later Sep 7, 2024 60:02


    Í fyrstu Jambalaja sendingini hesa vetrarhálvuna fara vit at minnast Petur Rouch, sum í 1001 sendingum leiddi føroyingar inn í ríka heimin við country- og americanatónleiki við sending sínari "Rót & Rútma". Petur andaðist 22. juli, 78 ára gamal.

    Jambalaja - 150624

    Play Episode Listen Later Jun 15, 2024 61:05


    Vit hoyra fleiri nýútgivnar sangir í hesi Jambalaja-sending, sum er hin seinasta fyri summarstøðgin, eitt nú við Luke Combs, Carly Pearce og Johnny Cash. Vit hátíðarhalda eisini 100 ára dagin fyri at mæti guittarsnillingurin og framleiðarin, Chet Atkins, varð føddur.

    Jambalaja - 080624

    Play Episode Listen Later Jun 8, 2024 57:53


    Í sendingini hoyra vit fyrst nakað av nýútgivnum tónleiki, eitt nú við 91 ára gamla Willie Nelson. Annars spæla vit tónleik við sangarum, sum eru við á Sørvágs Country- og Bluesfestivali hetta vikuskiftið.

    Jambalaja - 010624

    Play Episode Listen Later Jun 1, 2024 59:53


    Vit hoyra nøkur nýútgivin løg í byrjanini av sendingini, eitt nú við Jamey Johnson, sum ikki oyðslar við nýútgávum. Vit spæla nøkur fimmti ára gomul hitt, og so markera vit, at ein kendur sangari, sum í 1970'unum vitjaði í Føroyum, fyllir hálvfems.

    Claim Jambalaja

    In order to claim this podcast we'll send an email to with a verification link. Simply click the link and you will be able to edit tags, request a refresh, and other features to take control of your podcast page!

    Claim Cancel