Tveir tímar við nýggjum og gomlum, men altíð spika hamrandi feitum tónleiki. Mánakvøld klokkan 22. Ein stytt endursending er á skránni týsdagar klokkan 14. Sendingin er eisini á Facebook. Vitja facebooksíðuna her Leitisstein.
Alias Morera eitur nýggja tónleikaverkætlanin hjá Filip Mortensen úr Havn, ið flestir føroyingar kenna frá bólkum sum The Ghost, The Story Ends, Lover Lover og Lady Fire. Eftir átta ár í útlegd í Danmark, er Filip fluttur heimaftur til Føroya, og við sær heim hevur hann dugnaligu unnustuna Saruh Christensen og tónleikaverkætlanina Alias Morera, ið tey bæði hava saman. Njótið popptónleikin, ið er í heimsflokki.
Føroyska tónlistakvinnan FRUM gevur út sítt nýggjasta verk Whirlpool 23. mai. Talan er um eina plátu, ið roynir at fanga tær ævigu, snúandi rørslurnar í lívinum og alheiminum og umseta tær til ljóð. Jenny Augustudóttir Kragesteen, ið er kvinnan handan FRUM, er gestur í sendingini.
"Skull-sized Kingdom" eitur nýggja plátan hjá Lyon Hansen. Hetta er hansara onnur heildarútgáva. Lyon er gestur í sendingini, har práta verður um plátna og sangirnar, meðan øll plátan verður spæld úr enda í annan.
40 tónlistanøvn vera á skránni, tá G! festivalurin verður í Syðrugøtu í summar. Høgni Lisberg, ið var við til at stovna G! festivalin sum limur í Clickhaze, og sum nú er tónleikastjóri hjá G! festivalinum, er gestur í sendingini, har hann velur tónlistarligt gull burtur úr rúgvuni av nøvnum, sum verða at hoyra á G!
Veitst tú av, at Bruce Springsteen hevur verið í sínari tónlistarligu skattakistu og funnið sjey plátur, sum hava ligið og savna støv frá 90unum, sum hann ætlar at geva út? Hetta og nógv annað spikahamrandi feitt kanst tú hoyra um í sendingini, sum er á tremur við nýggjum, feitum, fjøltáttaðum og formativur tónleikuir í sendingin.
"A Place to Stand On" bleiv kosin ársins fløga í 2005 av lesarunum hjá Dimmalætting. Nú 20 ár seinni verður útgávan hátíðarhildin við at geva hana út sum plátu. Í tí sambandi eru Líggjas Olsen, Flóvin Viderø, Rógvi Rasmussen og Rúni Højgaard gestir í sendingini, har øll plátan verður spæld. Teir fýra hava eisini verið uppi á ovasta lofti og funnið okkurt forkunnigt frá fyrstu tíðini hjá Deja Vu, sum teir hava tikið við sær.
Feitur, fjøltáttaður og formativur tónleikur í sendingini, sum allur er nýggjur.
Sendingin er ein hugfarslig ferð inn í sermerkta tónleika-alheimin hjá avant garde duo'ini Hettarher, ið er bæði klassiska, rútmiska og elektroniska um somu leið. Menninir handan Hettarher eru Torleik Mortensen og Andreas Tykjær Restorff, og teir hava úr at gera, tí umframt nýggju plátuna "Føroyar", so hava teir eisini gjørt filmstónleikin til nýggja føroyska filmin "Seinasta paradís á jørð" hjá Sakarisi Stórá.
Blátt Gras hevur júst útgivið sína triðju plátu, ið eitur "Veðurmaðurin". Í sambandi við útgávuna eru Terje Johannesen, Richard H. Johansen, Jóhan Mikkelsen, Jarnhold Nattestad og Bjartur Fonsdal Johannesen í útvarpsstovuni og greiða frá um plátuna og serliga bólkin, Blátt Gras. Talan er um eina sera hugfarsliga sending. Uni Leitisstein leggur til rættis.
"Tá hvørt ljós líkist tær" eitur fyrsta heildarútgávan hjá Benjamin Rajani, sum er gestur í sendingini, har plátan eisini verður frumspæld.
Fimm plátur eru í uppskoti til at vinna FMA-heiðurin sum ársins útgávan. "State of the Land" hjá Lena Anderssen, "Enn" hjá Eivør, "Mens Guds hond er sterk" hjá Hamferð, "Ratking" hjá Brimheim og "Seinferð" hjá Leu Kampmann. Felags fyri allar fimm er, at tær eru allar umrøddar í LEITISSTEIN. Sendingin er ognað hesum plátum og øðrum, ið eru í uppskoti at vinna aðrar FMA-heiðrar.
LEITISSTEIN koyrir tað heim solo í sendingini, og spælir nýggja og spikahamrandi feitan tónleik við Sam Feder, Lucius, Leon Bridges, James Blake og øðrum.
Sendingin er old school, tí hon er ein samling av nýggjum og spikahamrandi feitum sangum.
Hvussu ljóðar Flóvin Bænadiktsson, Ólavur riddararós, Krabbarsker og Veturin kom, tá Teitur tulkar hesi saman við danska jazzbólkinum Girls In Airports? Tað ber til at hoyra í plátuni "Kvæði", sum er evnið í sendingini, nú Teitur er komin á gátta at greiða frá um serligu útgávuna.
Feitur, fjøltáttaður og formativur tónleikur í sendingini, sum allur er nýggjur.
"It's Been A While" eitur nýggja plátan hjá føroysku R&B-drotningini Jasmin Mote, sum spælir undir navninum Jazzygold. Plátan verður frumspæld í sendingini, har prátað verður um tónleikin og lívið og alt, sum har hoyrir til. Vetur: Uni Leitisstein Hansen
Í sendingini hoyra vit nýggjan tónleik frá eitt nú James Blake, Teddy Swims, Jack White, Foster The People, Travis, Bon Iver og øðrum. Nýtist mær at siga tað? Sendingini er spikahamrandi feit.
"ógreiða" eitur nýggja plátan hjá føroyska bólkinum Tjant, ið er vorðin elektroniskur á hesi útgávuni. Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen eru gestir í sendingini.
Simona Paula á Fríðriksmørk av Strondum er komin buldrandi á sín stilføra hátt inn á føroyska tónleikapallin við debutplátuni "Spegil", ið er ein djúpt persónlig pláta.
Í hesi sendingini rógvi eg aftur á árið 2024 hjá LEITISSTEIN. Eg havi havt nógvar spennandi tónleikagestir í sendingini, og eg spæli brot úr nøkrum av sendingunum. Pláss er tíverri ikki fyri øllum, men tit kunnu hoyra allar sendingarn her á KVF Ljóð.
Hvørjar vóru tær bestu alternativu, indie-pláturnar í 2024? Hetta eru plátur, ið ikki ordiliga eru partur av meginstreyminumn. Tað geva Eiler Sørensen og LEITISSTEIN síni boð upp á í sendingini, ið forrestin er spikahamrandi foyt.
Nú ein vika er til jólaaftan, spæla Eiler Sørensen og LEITISSTEIN alternativan jólatónleik í tveir tímar. Hvat er alternativur jólatónleikur? Ja, tað er ein góður spurningur, men lurta eftir sendingini, so fært tú eitt klú, sum Gunnar Nolsøe vildi sagt.
Hóast Teitur Lassen hevur tvígildar kenslur um jólini, so hevur hann júst útgivið eina jólaplátan, "Yule", saman við bólkinum Dreamers Circus. Teitur er gestur í sendingini, har vit spæla allar sangirnar á plátuni.
Katrina Olsen, Dania O. Tausen, Jasmine Mote, Marianna Nagata og Ari Johannesen eru gestir í sendingini, nú tey, saman við Onnu Sofíu Skoradal, hava givið plátuna Jólasoul út. Á plátuni nýtulka tey gamlar jólaklassikarar, men hava eisini skrivað fleiri nýggjar føroyskar jólasangir.
Marius DC er gestur í sendingini, nú hann hevur útgivið sína mest ambetiøsu útgávu higartil. "Listamaður" kallast hon, sum er hansara fyrsta á bara føroyskum. Útgávan er eisini hansara fyrsta konseptútgáva, ið spyr yvirskipaða spurningin: "Høvr ert tú, tá eingin annar hyggur?"
Trygvi Danielsen aka Silvurdrongur er gestur í sendingini saman við tónlistarliga spælidronginum Eyðfinni Bogasyni Lamhauge. Saman hava teir skapt tónlistarligaverkið "Nú æt eftir eftir ánni", ið brýtur upp úr nýggjum í føroyskar tónlist. Plátan ljóðar ikki sum nakað annað, ið vit hava hoyrt áður, og hon tekur eisini hornatøk við hugtakið tónleik, ásanna teir báðir, ið standa aftanfyri Silvurdrong.
"Ævir, Amen" eitur onnur plátan hjá føroyska alternativa-fusións-bólkinum GØ. Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Pauli Ellefsen, komponistar í GØ, eru gestir í sendingini, har teir tosa um jazzhugtøk sum 2-5-1 og annað spennandi.
Fyrst kom "Green" í 2016 og nú, níggju ár seinni, er so "Red" eisini útgivini av bluesrokk-tríverkinum hjá Una Debess. Blueskongurin er gestur í sendingini, har Uni Debess frumspælir "Red"-plátuna og tosar um plátuna, tónleikin og lívið.
"Greener" kallast fyrsta vaksnamannaplátan hjá fyrrverandi barnastjørnuni Beinir, sum er gestur í sendingini. Vit tosa og spæla okkum gjøgnum alla plátuna, ið er spikahamrandi feit.
Millum allar tónleikagestirnar, ið koma á gátt í sendingini, so er eisini deiligt at hava eina løtu, har LEITISSTEIN kann kava niður í allan tann nýggja og spikahamrandi feita tónleikin, sum verður givið út.
Í 2022 kom blaðunga Tina Mellemgaard blundrandi inn í almenna framljósið í sendingini X Factor, har hon sang seg til eitt triðja pláss og nógv rósandi orð. Tina Mellemgaard, sum enn einans er 21 ára gomul, hevur nú givið sína fyrstu EP, "Tanker," út undir listanavninum Tina Mellem. Tina hevur sjálv skrivað sangirnar á EP'ini, og hon eisini hevur framleitt sjálv.
Leitisstein fer í tónleikaliga ringrás saman við rúmdarfaranum Andreasi Mogensen. Andreas velur tónleik, ið honum dámar, og sum hann lurtaði eftir úti í rúmdini, meðan Leitisstein velur kendar rúmdarsangir.
"The Reson For Hardcore Vibes III" kallast nýggja plátan hjá føroyska punkrokk-bólkinum Joe and the Shitboys. "Kúllarokkur" kalla teir sjálvir tónleikin, ið eisini er hóskandi heiti. Plátan, ið einans er 10 minuttir til longdar, skilmarkar, at bólkurin eisini fer á eina longri konsertferð. Teir eru fýra, men bara tríggir í sendingini, tí Fríði Djurhuus legði sjúkur.
Á síni undanfarnu EP, "Summer", tók Jósef Zachariassen eina uppgerð við sín átrúnaðarliga uppvøkstur. Um "Summer" var ein uppgerð, so er "Fugloy" ein hugleiðing um hendan sama uppvøkstur, greiðir Jósef Zachariassen frá í sendingini. Talan er um eina spennandi plátu, ið er rættiliga avant garde í sínum upphavi og úttrykki. Umframt at Jósef roynir at finna sítt egna tónlistarliga úttrykki við at samantvinna tað klassiska við tað rútmiska, so er plátan eisini vorðin til á einum uppihaldi hjá Jósefi úti í Fugloy.
"Seinferð" er fyrsta plátan hjá Leu Kampmann á føroyskum, men onnur í røðini av heildarútgávuna. Lea er gestur í sendingini, har prátað verður nýggju plátuna og sangirnar á plátuni, ið er sprottin úr einum tungum tíðarskeiði í lívinum hjá Leu, har hon stríddist við strongd. "Seinferð", sum er eitt samstarv við Teit Lassen, er bæði ein roynd hjá Leu at grava seg niður til sínar føroyskar røtur, men eisini at leita inn til okkurt meira upphavligt og seinført-føroyskt í sær sjálvari.
Ein nýggj seasong av Leitisstein er byrjað. Í heyst og vetur kunnu tit lurtarar vænta tykkum nógvar spennandi gestir, nógvan nýggjan og spikahamrandi feitan tónleik, og so ein væl upplagdan vert - ikki at goyma. Hendan sendingin feirar, at Oasis er endurstovnaður, og so varpar hon ljós á nýggja tónleik hjá Jack White, Foster The People, Kaleo, The Cactus Blossoms og øðrum.
"ENN" kallast 10. soloplátan hjá Eivør Pálsdóttir. Plátan er tann fyrsta, ið Eivør gevur út á sínum nýggja plátufelag Season Of Mist. "ENN" verður fyrstu ferð spæld úr enda í annan í Leitisstein, so tað er ein stórur heiður, ið sendingin hevur fingið. Ein frumspæling. Njótið sendingina, ið er spikahamrandi feit. Hetta er eisini síðsta sending áðrenn summarferiuna.
Ein lekkur tónlistarlig súpan við spikahamrandi feitum nýggjum tónleiki verður kókað.
Borðreitt verður við einari ørgrynnu av feskum og spikahamrandi feitum tónleiki av alskyns slagi frá eitt nú Gossip, Lola Young, Sierra Ferrell, Beth Gibbons, Kaleo, Pearl Jam, Idles og øðrum. Lurtið, for ólukkan, lurtið.
Týr hava slóðað fyri innan føroyskan málmstónleik, síðan bólkurin varð stovnaður í 1998. Síðani er tað blivið til níggju heildarútgávur, og konsertferðir kring allan knøttin. "Battle Ballads" eitur nýggja og níggjunda plátan, sum er evnið í sendingini, har tríggir av limunum í Týr er gestir: Heri Joensen, Hans Hammer og Gunnar Thomsen.
Nógv siga, at LEITISSTEIN spælir so merkiligan tónleik. At tey skilja ikki LEITISSTEIN-tónleikin. Men skamm fáið tann, ið tvíheldur um hetta. Tónleikurin í sendingini er sera fjøltáttaður, og her er nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur americana og country tónleikur frá eitt nú Kacey Musgraves, Bonny Light Horsman, Kaleo, Angus & Julia Stone og mongum øðrum
Hvat skal til fyri at bóka eina so umfatandi festivaltónleikaskrá, sum skráin til G! festivalin? Høgni Lisberg, ið vit kenna sum bæði tónlistamann og tónleikara, varð í fjør settur sum tónleikastjóri í G! og hevur nú bókað sína fyrstu festivalskrá. Tónleikaskráin skal standa sína roynd í summar, tá Høgni Lisberg eisini er til eitt slag av próvtøku sum tónleikabókari. Høgni Lisberg er til undanroynd í sendingini, har tað eisini verður avdúkað, at enski Jamie Grey skal spæla á G! í summar. Prátað við dámliga bretan.