Breddin

Follow Breddin
Share on
Copy link to clipboard

Aktualitetssending við kjaki, perspektivering og greining av tíðindum og rákum í Føroyum og altjóða.

Kringvarp Føroya


    • Sep 17, 2026 LATEST EPISODE
    • weekly NEW EPISODES
    • 46m AVG DURATION
    • 443 EPISODES


    More podcasts from Kringvarp Føroya

    Search for episodes from Breddin with a specific topic:

    Latest episodes from Breddin

    Breddin: Evnisfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum og kópaveiða

    Play Episode Listen Later Sep 17, 2026 36:35


    Verða inntøkurnar ikki øktar, ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað elvir til ein áhaldandi skuldarvøkstur. Longu um 10 ár verður hallið í almenna geiranum ein milliard krónur. Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir miðvísar tillagingar í stundini. Tað sigur Búskaparráðið nýggju halførisfrágreiðingini, sum verður løgd fram fyrrapartin. - Hann sær nokk so fittur út, og tí vil man ikki fara eftir honum, men í veruleikanum er hetta eitt skaðadjór. - Tað er eingin ivi um, at hetta er ein alvorligur kappingarneyti, sum eigur at verða hildin niðri. Millum annað soleiðis ljóðaði í løgtinginum fyri nøkrum vikum síðani. Og nei, talan var ikki um úlv ella rottu, men um kóp. Orðini eiga tingmenn, sum vilja loyva kópaveiðu í Føroyum. Tað er eingin lóg, sum skipar kópuveiðu, men tað skal nú vera, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen. Sendinginga gjørdu Birita Matras Petersen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.

    Breddin: Fíggjarligar avleiðingar av krígnum í Iran

    Play Episode Listen Later Sep 15, 2026 35:26


    Kríggið í Iran, sum Trump segði skuldi taka einar 4 til 5 vikur, er ikki av enn - og nú er meira enn hálvt ár farið, síðani kríggið byrjaði. Hormuzsundið hevur verið meira ella minni stongt, síðani USA og Ísrael lupu á Iran í endanum av februar. Nú er Bab al-Mandeb-sundið, millum Jemen og Djibuti, eisini stongt, og einki bendir á, at kríggið fer at enda í bræði. Hvat merkir tað fyri búskapin hjá vanligum fólkum, og hvat kunnu vit gera í Føroyum fyri at avmarka avleiðingarnar? Við í sendingini: Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen, Birita Matras Petersen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur. Teknikari: Kári Annand Berg

    Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?

    Play Episode Listen Later Sep 11, 2026 42:54


    PISA-kanningin og vantandi lesiførleikarnar hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum hava sett dám tíðindaflutningin hesa vikuna. Lærarar, foreldur og granskarar harmast, og ávara um úrslitið. Laka úrslitið í Danmark hevur ført til eitt uppskot um at banna fartelefonum í skúlum. Í Svørríki er PISA-úrslitið blivið eitt av stóru evnunum í valstríðnum. Landsstýrismaðurin í Føroyum vil stinga fingurin í jørðina. Hann heldur ikki, at vit skulu fara upp at garta. Men hvat halda tingfólk? Tað spyrja vit limir í mentanarnevndini. Við í sendingini: Astrið Breckmann, Atli F. Johansen og Liljan Weihe Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Ingolf S. Olsen, sum eisini var redaktørur. Teknikari: Kári Annand Berg

    Breddin: PISA-kanningin og svenska ríkisdagsvalið

    Play Episode Listen Later Sep 10, 2026 35:39


    Fer borgarliga stjórnin hjá Ulf Kristersson at varðveita valdið eftir svenska ríkisdagsvalið, ella sleppur Magdalena Andersson, oddakvinna í svenska javnaðarflokkinum, aftur at royna seg? Tað er tað stórur spenningur um, nú sviar skulu á val sunnudagin. Umframt valið til Ríkisdagin, sum svenska tingið kallast, er eisini val til svensku kommunustýrini og regiónsráðsráðini. Vit lodda politiska dýpið í Svøríki undan valinum. Tað er í seinna partinum av sendingini, tí í fyrra partinum fara vit at tosa um úrslitið í nýggjastu PISA-kanningina, sum var almannakunngjørt týsdagin. Við í sendingini: Lydia Didriksen og Inna Törnroos Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Ingolf S. Olsen, sum eisini var redaktørur. Teknikari: Kári Annand Berg

    Breddin: Fundir í ríkisfelagsskapinum og við ES

    Play Episode Listen Later Sep 8, 2026 34:04


    Nógv fundarvirksemi er í Nuuk í hesum døgum Í gjár var ríkisfundur, har stjórnarleiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Danmark hittust. Beinir Johannesen, løgmaður, hevur eisini havt fund við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, um betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur á ES-marknaðinum. Og í dag hava londini í ríkisfelagsskapinum fund í samstarvsráðnum. Við í sendingini: Bárður á Steig Nielsen, Jóannes Eidesgaard og Niels Winther Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Ingolf S. Olsen, sum eisini var redaktørur. Framleiðari: Bárður Thomsen Teknikari: Kári Annand Berg

    Breddin: Trýstið á Evropa veksur

    Play Episode Listen Later Sep 4, 2026 44:37


    Seinastu dagarnar er trýstið í Evropa vaksið. Grannalondini hjá Ukraina ákæra Russland beinleiðis fyri yvirgang, hybridkríggj og royndir at vinna sær svíkjarar - at renna ørindi fyri russarar, tilvitað og ótilvitað. Í Danmark er PET komið við ávaringum, og mælir fólki tll at vera árvakin. Í Breddanum í dag spyrja vit, hvussu spenta støðan ávirkar okkum, skulu vit eisini verða árvakin? Og nær kunnu føroyingar vænta at fáa eina tilbúgvinarætlan, so vit eru klár, um okkurt skuldi hent? Meira um snyrilsmálið Í sendingini hyggja vit aftur at snyrilsmálinum í Grønlandi. Ein vika er farin, síðani frágreiðingin frá serfrøðingabólkinum kom, sum skuldi lýsa, hvørji brot á menniskjarættindi eru framd, og um talan var um fólkadráp á grønlendska fólkið. Hvat er fólkadráp, og hvussu við ábyrgd og revsing fyri brotsgerðir móti fólkabólkum - aftur í tíð? Vit tosa við ein løgfrøðing um hetta.   Við í sendingini: Tór Marni Weihe, Hans Andrias Sølvará, Flemming Spidsboel, Leivur Persson og Jógvan Páll Lassen. Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Katrin Petersen, sum eisini var redaktørur. Framleiðari: Mathias Dimon Næs. Teknikari: Kári Annand Berg.

    Met í arbeiðsvanlukkum - nú skulu vit hava null-hugsjón

    Play Episode Listen Later Sep 3, 2026 39:27


    Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum í arbeiðsvanlukku. Tað er tað mesta í Norðurlondum, og hetta metið í deyðsvanlukkum hava vit havt í nógv ár. Talið av arbeiðsóhappum er eisini stórt í Føroyum. Í Vanlukkutryggingarráðnum fáa tey millum 350-400 fráboðanir um arbeiðsóhapp um árið. Tað er meira enn eitt um dagin. Arbeiðseftirlitið umskipað 1. september varð Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað. Nú skal tað bara eita Arbeiðseftirlitið, og har skal burturav arbeiðast við arbeiðsmarknaðarmálum. Í landsstýrinum siga tey, at vit skulu hava eina null-hugsjón í sambandi við arbeiðsvanlukkur. Hví eru so nógvar arbeiðsvanlukkur í Føroyum? Hvat skal broytast fyri at fáa talið av arbeiðsvanlukkum niður? Og hvat verður itøkiliga arbeitt við, nú økið tykist hava fingið politiska raðfesting? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.    Við í sendingini: Margit Stórá, Evelyn Gaard, Tummas Pauli Juul og Leivur Persson. Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Katrin Petersen, sum eisini var redaktørur Framleiðari: Mathias Dimon Næs. Teknikari: Kári Annand Berg.

    Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi

    Play Episode Listen Later Sep 1, 2026 31:42


    Málið um tær fleiri hundrað grønlendsku kvinnurnar, sum uttan samtykkti fingu snyril uppsettan frá 1960-unum og frameftir, kom fríggjadagin á eitt vegamót. Ein serfrøðingabólkur kom við eini frágreiðing, sum varpaði ljós á, hvør kann ábyrgdast í málinum, og um menniskjarættindi eru brotin. Grønlendingar vilja hava rættvísi, og at øll søgan um Grønland sum hjáland og sum partur av danska ríkinum verður viðgjørd í semjutilgongdini. Við í sendingini: Sigrún Brend, Naja Lybert, Martine Lind Krebs, Anne Pilegaard Petersen, Celine Klint og Ado Holm. Gjørt sendingina: Frants Jensen, Annika Bolton Mortensen, Sigrún Brend og Katrin Petersen, sum eisini var redaktørur. Framleiðari: Bárður Thomsen. Teknikari: Kári Annand Berg.  

    gj thomsen sigr brend framlei anne pilegaard petersen celine klint
    Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið

    Play Episode Listen Later Aug 28, 2026 41:46


    Umstøðurnar á eldraøkinum eru ikki nøktandi, og trupulleikin fer ikki at minka, tvørturímóti.  Við broyttari fólkasamanseting, har vit fáa fleiri eldri, verður eldraøkið heldur ikki bíligari at reka. Síðani málsøkið fór til kommunurnar at umsita í 2015, hava inntøkurnar vaksið hvørt ár, men vøksturin steðgar í 2027. Tá er vandi fyri, at summar kommunur hokna undir byrðuni. Í dag spyrja vit politisku skipanina, hvussu eldrarøktin skal skipast frameftir - og hvussu hon skal fíggjast.  Við í sendingini: Johnny í Grótinum, Grímur Sundstein, Liljan Weihe,  Aksel V. Johannesen og Ruth Vang.  Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Katrin Johannesen, sum eisini var redaktørur.  Teknikari: Øssur Egholm. 

    Breddin: Avbjóðingar og loysnir á eldraøkinum

    Play Episode Listen Later Aug 27, 2026 24:45


    Vit liva longur, og tí verða fleiri eldri í Føroyum í framtíðini. Tað er steinur oman á byrðu hjá eldraøkinum, sum longu er undir trýsti. Í fleiri støðum í landinum er tørvur á bæði starvsfólkum og búplássum. Og pengarnir, sum higartil hava goldið fyri eldraøkið, eru farnir at ganga undan. Eldraøkið er evnið í sendingini dag. Vit tosa um avbjóðingar og loysnir.  Við í sendingini: Torbjørn Jacobsen, Hans Kári Vang, Barbara Eystberg Sørensen, Mary Anthonsdóttir, Bingerð H. Fosságil og Johnny í Grótinum.  Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen, Birita Matras petersen og Katrin Johannesen, sum eisini var redaktørur.  Teknikari: Øssur Egholm. 

    Breddin: Vit skulu venja okkum við hitabylgjur á hvørjum ári

    Play Episode Listen Later Aug 25, 2026 27:10


    Ikki færri enn fimm hitabylgjur hava rakt Evropa í summar. Í fleiri evropiskum londum hevur hitin verið meira enn 40 stig. Hitabylgjurnar hava elvt til turk og skógareld í Evropa, og fleiri eru deyð av nógva hitanum enn vanligt, meta hagtalsstovnar og heilsustovnar. Men nær er talan um hitabylgju? Hvørjar eru avleiðingarnar av hitanum í Evropa, sum setti met í summar?Tað er sannlíkt, at nógvi hitin er komin fyri at vera, so hvussu kunnu evropisku londini fyrireika seg til nýggja veruleikan? Tað spyrja vit í dag í sendingini í dag. Við í sendingini: Turið Laksá og Ragnheiður Bogadóttir.   Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen, Birgit Carina Eliasen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur. Ljóðmynd: Heini Holm Johannesen. Tøkningur: Bjørn Hentze Bech. 

    Breddin: Fiskidagar ella kvotur?

    Play Episode Listen Later Aug 21, 2026 37:11


    Burðardygd var eitt av høvuðsevnunum á altjóða fiskivinnuráðstevnuni IIFET, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. Burðardygd hevur eisini verið á breddanum seinastu mánaðirnir, tá fólk í vinnuni fóru at stúra fyri, at MSC-góðkenningin skuldi fara, tí at hon er treytað av, at fiskiskapurin verður stýrdur burðardygt. Og hvussu gera vit so tað? Fiskivinnuting var eisini á sjómannadøgunum á Klaksvík í vikuni, og har tók kjak seg upp, um vit skulu fara frá fiskidagaskipanini til kvotuskipan. Altso skulu vit lata rættindi at fiska í so og so nógvar dagar, ella rættindi at fiska eina ávísa nøgd. Tað kjakast løgtingslimir um í sendingini í dag. Gjørt sendingina: Ingolf S. Olsen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur. Við í sendingini: Petur Steingrund, Unn Laksá, Magni Laksáfoss, Fróði Magnussen og Eirikur í Jákupsstovu Tøkningur: Alvin Elleby. Vertur: Ingolf S. Olsen

    Breddin: Upplýsingar um føroyingar á netinum

    Play Episode Listen Later Aug 20, 2026 40:27


    Løgmaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum krevur, at internetveitarar skulu goyma ein logg, har tað stendur, hvør IP-adressa var online, og nær.  Upplýsingarnar skulu goymast í eitt ár. Á tann hátt ber til hjá løgregluni at síggja, hvør eigur internethaldið, og nær tað er brúkt aftur í tíðina. - Hetta uppskotið fevnir víða, men ikki djúpt, sigur stjórin í Dátueftirlitinum. - Við hesum amboðnum kunnu vit greiða nógv mál, sum vit ikki kunnu í dag, sigur løgreglan. - Vit eiga at taka kjakið um, hvar markið gongur fyri privatfriðin hjá fólki, sigur samfelagsfrøðingurin. Í sendingini verður politiskt kjak um uppskotið hjá løgmanni, og løgtingslimir vera í útvarpsstovuni.  Gjørt sendingina: Katrin Petersen og Katrin Johannesen, sum eisini var redaktørur. Við í sendingini: Tóri Højgaard, Kári Jacobsen, Laufey H. Blaasvær, Ruth Vang, Jóhannis Joensen, Sunnvá Dahl Høgfeldt, og Bjørg Brynhildardóttir Egholm. Ljóðmynd: Heini Holm Johannessen. Tøkningur: Alvin Elleby. 

    Ja ella nei til ES?

    Play Episode Listen Later Aug 18, 2026 31:47


    Ja ella nei til ES, tað er evnið á Breddanum í dag, tí 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi, har fólkið skal gera av um Ísland skal taka samráðingar við ES uppaftur, um ES-limaskap. Íslendingar eru ikki samdir og summar av grundgevingunum fyri og í móti líkjast teimum føroysku. Hvat er tað sum hendir í Íslandi í løtuni, hvørjar eru grundgevingarnar fyri og ímóti íslendskum limaskapi í ES og hví er hetta viðkomandi fyri okkum í Føroyum? Luttakkarar: Hanna í Horni, føroysk sendikvinna í Íslandi, Daði Már Kristoffersson, íslendskur fíggjarmálaráðharri og Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur Vertur: Hansa Hansen

    Breddin: Føðitíttleiki, barsilsskipan og barnakekkar

    Play Episode Listen Later May 12, 2026 51:41


    Fyrradagin var mammudagur. Føroyskar mammur eiga 2,1 barn í part, meðan miðaltalið fyri Evropa er 1,3-1,4 barn. Hvussu er tað at vera mamma í Føroyum, og hvat eiga vit at gera og ikki gera fyri at varðveita stóra føðitíttleikan. Og hvønn mun ger ein barnakekkur og hægri útgjald í barsilsskipanini?   Luttakarar:  Sólrun Foldbo, stjóri í Gigni. Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er nevndarlimur í Kongshavnar Kvinnufelag, kommunustýrislimur í Runavíkar kommunu, og sum stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til seinasta val. Rósa Tyril, sum hevur stillað upp fyri Miðflokkin og seinast fyri Fólkaflokkin, og hevur havt fleiri familjupolitisk evni á síni dagsskrá. Esther Margreth Petersen, sum er nevndarlimur í Kvinnufelagnum í Havn, og sum hevur stríðst fyri rættindum til sammøður.  

    Breddin: Gjøld á alivinnuna

    Play Episode Listen Later May 8, 2026 31:06


    Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur - sum alivinnan ynskir og onkuntíð tøkugjøld - sum ávísir politiskir flokkar hava ynskt. Men í 2024 gjørdi undanfarna samgonga eina breiða semju um leistin, hetta fyri at fáa eina varandi loysn. Sambært galdandi skipan verður gjald tikið inn eftir bæði skatti og tøkugjaldi. Politikarirnir tykjast nøgdir við breiðu semjuna og at gjøldini til alivinnuna eru komin í eina fasta legu. Men er tað ein góð loysn? Tað hyggja vit uppá í Breddanum í dag. Hoyr millum annað samrøðu við Beinir Henriksen, sum hevur skrivað serritgerð um føroysku tøkugjaldsskipanina og serskattin.  

    Breddin: Ójavni

    Play Episode Listen Later May 7, 2026 57:21


    Ein alsamt størri partur av virðunum, sum verða skapt í vinnuni fara til fyritøkurnar, meðan ein minni lutur fer til løntakararnar. Hvussu javnt er tað føroyska samfelagið? Tað er ilt at siga nakað um - men vit síggja í dag tekin um, at stórur ójavni er í samfelagnum, hóast tað sokallaða Ginitalið er lágt, tá tað kemur til inntøkur. Tað merkir í vanligum máli, at tað ikki er so stórur munur á inntøkunum hjá folki. Men hyggja vit út gjøgnum vindeygað síggja vit stórar dýrar bilar, og vit síggja húsaprísirnar fara til himmals Samstundis hoyra vit um børn, hvørs dagligdagur er merktur av, at tey mangla mat, pengar til frítíðarítriv og egið kamar í heiminum. Barnaverkætlanin, sum Barna- og Undirvísingarmálaráðið lat úr hondum áðrenn valið, vísti millum annað, at hetta eru umstøður, sum eru veruleiki hjá børnum í Føroyum. Uppgerð yvir uttanlandsskuldina vísir, at føroyingar eiga milliardir uttanlands - heilt ítøkiliga eiga føroysk húsarhald góðar 8 milliardir, meðan fíggjarlig feløg eiga 19 milliardir. Samlaða ognin uttanlands er 47 milliardir krónur Í Breddanum í dag tosa vit við Hermann Oskarson, búskaparfrøðing, Hans Ellefsen, búskaparfrøðing og Gilla Wardum, stjóra á Hagstovuni. í politiskum kjaki vóru Johannis Joensen, Frói Magnussen, Liljan Weihe og Ruth Vang

    Breddin: Politiskt kjak um mvg-frítøku av bensin og dieselolju

    Play Episode Listen Later May 5, 2026 53:22


    Ætlanin er at gera dieselolju og bensin mvg-frítt í 3 mánaðir, men hvønn mun ger tað? Og er tað rætti mátin at hjálpa sperdum familjum í løtuni? Tað kjakast limir í fíggjarnevndini um í Breddanum. Samgongan var ikki nógvar dagar gomul, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá, at landsstýrið vildi lata ein stuðul í sambandi við at oljupisirnir eru nógv hækkaðir. Men ætlanin hjá Akseli V Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum hevur fingið mótstøðu bæði inni í samgonguni og í anstøðuni. Heilt ítøkiliga gongur uppskotið út uppá at frítaka Bensin og diesel fyri mvg frá at uppskotið er samtykt til 31. juli í ár Tað fer at kosta góðar 20 milliónir krónir. Men ikki øll halda, at tað er eitt gott hugskot - tað rakar ikki rætt sosialt, er ein atfinning. Haraftrat doyva vit tað tekin, sum hækkandi prísirnir geva okkum um, at vit skulu brúka minni av olju. Vit eiga heldur at skunda undir grøna orkuskiftið, heldur FNU.  Í Breddanum er somuleiðis ein samrøða við Guðrun í Jákupstovu frá Felagið fyri Súklarar og aðra Ábæra ferðslu.  

    Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai

    Play Episode Listen Later Apr 30, 2026 54:46


    Í morgin er Altjóða arbeiðaradagur, har arbeiðarafeløg brúka høvi at gera vart við seg á teimum ymsu 1. maidagshaldunum. Men hví halda vit 1. mai? Er tað viðkomandi enn? Í sendingini fara vit aftur í søguna um arbeiðarafeløgini, og spyrja, hvat tey upprunaliga settu sær fyri. Tann spurningin seta vit Erlandi Viberg Joensen, lektara í søgu á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum granskar í m.a. føroysku arbeiðarafeløgunum. Er málið rokkið? Og hvussu er støðan hjá arbeiðarafeløgunum í dag? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag. Í útvarpsstovuni eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Verkafólki, og Hera Reynheim, formaður í Havnar arbeiðarafelag.

    Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið

    Play Episode Listen Later Apr 28, 2026 33:13


    Tað var ein feilur, at Heilsufrøðiliga Starvstovan meldaði Bakkafrost til fútan. Tað sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti um tað nógv umrødda málið um eina bót uppá 67 milliónir, sum fyrstu ferð gjørdist alment í december í 2021. Umrøðan av málinum byrjaði sum kunnugt við, at eitt telefonnotat hjá stjóranum í løgmanskrivstovuni gjørdist alment. Eitt telefonnotat, sum vísti, at fútin hevði ringt til løgmannskrivstovuna og gjørt vart við, at Bakkafrost varð blivið meldað, og at útlit vóru til eina bót uppá 67 milliónir krónur. Í farnu viku gjørdist málið aftur aktuelt - nú tí hetta stóra málið, sum var so álvarsligt, at fútin mátti ávara løgmanskrivstovuna, var tódnað niður í einki. Ein partur var fyrnaður og ein partur kundi ikki prógvast segði fútin í telefonsamrøðu við útvarpið tann 20. apríl. Breddin viðgerð hvat málið snúði seg um og roynir at kasta ljós á um tað var brot á nakrar reglur, at fútin ringdi út í Tinganes og segði, at Bakkafrost var meldað í 2021?  

    Breddin: Hvørja leið skulu vit halda í ferðavinnuni?

    Play Episode Listen Later Apr 24, 2026 57:34


    Ferðavinnan verður mett at hava 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði. Vinnan er nú triðstørsta vinnan í landinum eftir fiskivinnuna og alivinnuna. Fleiri og fleiri ferðafólk velja nú airbnb, tá ið tey skulu gista í Føroyum, og nú sova fleri útlendingar í føroyskum íbúðum og húsum í staðin fyri á hotellum. Men tað eru eisini fleiri, ið siga, at pengarnir frá ferðavinnuni ikki í nóg stóran mun liggja eftir kring landið, men at teir fara til tær stóru fyritøkurnar í Havn. Fólk í ferðavinnuni og politikarar kjakast í Breddanum í dag, um vit skulu halda á somu leið, ella broytingar skulu gerast. Gestir: Tróndur Kollsker, stjóri í Vert, Magret Heldarskarð, eigari av Café Eðge, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin og limur í vinnunevndini, og Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum og limur í vinnunevndini. Vertur: Frants Jensen.

    Breddin: Virkin deyðshjálp

    Play Episode Listen Later Apr 23, 2026 54:51


    Hvør eigur at avgera, nær eitt lív skal enda? Í Føroyum er virkin deyðshjálp ólóglig og revsiverd. Men samstundis er tað loyvt at halda uppat við lívsleingjandi viðgerð og at geva pínulinna, sum kann framskunda deyðan. Í fleiri londum er virkin deyðshjálp seinastu árini vorðin ein lógligur møguleiki undir ávísum treytum, og í hesi vikuni hevur evnið eisini verið reist í Føroyum, har fleiri faklig ráð komu við sínum íkasti til spurningin. Men tað er ikki bara ein løgfrøðiligur spurningur, hvørt vit skulu hava virkna deyðshjálp ella ikki. Tað er fyrst og fremst ein etiskur spurningur. Men hevur eitt menniskja rætt til sjálvt at velja deyðan, tá líðingin gerst ótolandi? Og eigur samfelagið nakrantíð virkið at hjálpa einum menniskja at doyggja? Í sendingini í dag seta vit sjóneykuna á eitt av truplastu málunum í okkara tíð. Gestir: Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum og Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum. Vertur: Sigurjón Einarsson.

    Breddin: Útbjóðing í kommunum

    Play Episode Listen Later Apr 21, 2026 57:05


    Tá ein kommuna keypir tænastur ella bjóðar arbeiði út, eigur tað at vera besta boðið, sum vinnur. Men er tað altíð soleiðis? Ein nýggj spurnarkanning hjá Kappingareftirlitinum vísir, at stívliga triðja hvør fyritøka, sum hevur verið við í kommunalum útboði og innkeypi, sigur seg hava verið fyri órættvísi. Fyritøkur halda, at staðseting, kennskapur til fólk í kommununi - og í summum førum óreiðiligar gerðir - kunnu hava týdning fyri, hvør vinnur. Kappingareftirlitið mælir tí til, at reglur verða gjørdar um kommunal útboð og innkeyp. Gestir: Bjarni Dal-Christiansen, fulltrúi í Kappingareftirlitinum, sum hevur gjørt kanningina. Marius Thomassen, ið starvast í Vinnuhúsinum, ráðgevi hjá Føroya Handverksmeistarafelag og staðbundnu handverksmeistarafeløgunum. Elsa Berg, næstforkvinna í kommunufelagnum og borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Vertur: Frants Jensen.

    Breddin: Rúma vit teimum við demens?

    Play Episode Listen Later Apr 17, 2026 58:02


    Í leikinum "Lear Kongur" velur Búi Dam at seta Biritu Mohr, sum hevur alzheimer, aftur á pall. Endamálið er at varpa ljós á, hvussu vit viðgera tey, sum onkursvegna eru øðrvísi - og harvið eggja samfelagnum til at hugsa meira um inklusión, sigur leikstjórin, sum eisini er sonur fólkakæra sjónleikaran. Í sendingini í dag hyggja vit nærri at nýggja heimildarfilminum "Birita", sum fylgir hesari verkætlanini. Vit spyrja m.a., um tað ber til at geva samtykki við skerdum minni og um har er eitt mark? Og so viðgera vit, um vit í Føroyum eiga at duga betri at rúma ymiskleika? Við í sendingini: Unn Justinussen, Pál Weihe, Búi Dam og Egi Dam Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. Tøkningur: Kári Annand Berg

    Breddin: Ungarn - Vígvøllur hjá stórveldunum

    Play Episode Listen Later Apr 16, 2026 39:30


    Sunnudagin var tað valið, sum politiskir eygleiðarir og viðmerkjarir hava kallað tað mest umráðandi valið í Evropa í ár. Peter Magyar vann á Viktor Orbán, sum hevur sitið við valdið í Ungarn í 16 ár. Tað var ikki nøkur loyna árðenn valið, at í Russlandi, USA og í Evropa hevði hetta valið nógv at siga. Ungarn gjørdist í valstríðnum ein vígvøllur hjá fleiri stórveldum. Stjórnirnar í Russlandi og USA stuðlaðu sitandi forsetanum Orbán, men hinvegin var gleðin stór í Evropa, tá tað gjørdist greitt at Magyar hevði vunnið. Men hví er eitt so lítið land so áhugavert hjá nøkrum av teimum mest valdsmiklu leiðarunum í heiminum? Og hvat kann ungarska valið siga okkum um stríðið millum heimsins stórveldi? Við í sendingni: Tór Marni Weihe, Regin Berg og Hans Andrias Sølvará.  Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. Tøkningur: Hans Edward Andreasen. 

    Breddin: ABC Samgongan

    Play Episode Listen Later Apr 14, 2026 40:24


    Í gjár gjørdist ABC samgongan veruleiki og Beinir Johannesen løgmaður. Dagurin var merktur av smílum, tá nýggja løgtingið kom saman fyri fyrstu ferð - og seinni eisini við pinnamati og blómum í Tinganesi, har nýggju landsstýrisfólkini tóku við starvinum.Tað eru eisini smíl og gott lag, sum hava eyðkent samgongusamráðingarnar, í øllum førum at síggja til. Men fer tað at halda fram, tá ABC samgongan av álvara fer til arbeiðis? Tað spyrja vit um í dag, tá politiskir viðmerkjarar koma í útvarpsstovuna. Vit spyrja eisini, um tær breiðu semjurnar síggjast aftur í samgonguskjalinum? Og hvat tað er fyri ein politikkur, sum vit kunnu vænta okkum í hesum valskeiðnum.   Við í sendingni: Jóhann Lützen og Hallur av Rana.  Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. Tøkningur: Kári Annand Berg. 

    Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini

    Play Episode Listen Later Feb 27, 2026 60:56


    Løgtingsval verður 26. mars og fólkatingsval 24 mars, og valstríðið er byrjað. Forfólkini í flokkunum vóru í sjónvarpsstovuni mikudagin, tá løgtingsvalið var útskrivað. Men í dag snýr tað seg ikki um tey, men um tey ungu. Bústaðir. Exit Føroyar. Lestrarumstøður. Lestrarmøguleikar í Føroyum ella lesa uttanlands. Í sendingini í dag sleppa tey ungu til orðanna. Umboð fyri politisku ungmannafeløgini koma útvarpsstovuna, og vit spyrja tey: Hvat eru týdningarmestu málini? Og hvat krevja tey ungu av politikarunum, nú val er í hondum? Vertur: Annika Bolton Mortensen Gestir: Áki Stenberg frá Unga Sambandinum, Jóannis Erlendsson frá Unga Tjóðveldinum, Rúni Hammer frá Huxa, ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, Jógvan Midjord frá Unga Sjálvstýrinum, Markus Mortensen frá Konservativ ung, ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum og Gretchen Karinardóttir frá Sosialistisk ung, ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum. Tað lá ikki fyri hjá ungmannafelagnum hjá Framsøkn, Framsøkin ung, at vera við.

    Breddin: Fakfeløgini, politisku flokkarnir og løgtingsvalið

    Play Episode Listen Later Feb 26, 2026 54:30


    Trýstið frá fakfeløgunum hevur fingið stóran part av heiðrinum fyri, at løgmaður skrivaði út val í gjár. Serliga Javnaðarflokkurin, men eisini Tjóðveldi, kundu ikki liva við at samtykkja uppskotið um at hækka pensjónsaldurin. Nógv hava nevnt tað serliga sambandið millum teir báðar politisku flokkarnar og fakfeløgini. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, sum hevur skrivað søguna um Føroya Arbeiðarafelag, fer at greiða frá søguni um sambandð millum fakfeløgini og politisku flokkarnar. Vit varpa eisini ljós á politisku støðuna, nú løgtingsval er útskrivað. Jóhann Lützen og Árni Gregersen, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.

    Breddin: Pensjónsaldur, Suðuroyartunnil og bústaðarmarknaðurin

    Play Episode Listen Later Feb 24, 2026 53:17


    Lagnudagur var í løgtinginum í gjár. Fyrst var onnur viðgerð av málinum um at hækka pensjónsaldurin, og síðani var onnur viðgerð um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Bæði málini vóru samtykt, og skulu til triðju viðgerð í morgin, mikudagin. Vit fáa vitjan av tveimum politiskum viðmerkjarum í Breddanum í dag. Vit fara at hyggja nærri at degnum á tingi í gjár, tosa um hvat man henda i sag og meta um, um vit kunnu vænta, at málini verða endaliga samtykt í morgin. Bústaðarmarknaðurin Í gjár var eisini ein frágreiðing frá greiningarfyritøkuni Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin løgd fram. Skulu vit hava nóg mikið av bústøðum í hóskandi stødd við hóskandi prísi, ja, so má annað skinn takast um bak, ikki bara hjá landsstýrinum, men eisini hjá kommunum, Bústøðum og góðkennandi myndugleikum. Vit hyggja at frágreiðingini í seinna parti av sendingini

    Breddin: Muslimskur depil í Føroyum - hvar gongur markið at savnast?

    Play Episode Listen Later Feb 20, 2026 49:39


    "Skulu vit hava ein muslimskan depil í Føroyum?". Hesin spurningur hevur veruliga sett eld á orðaskiftið í Føroyum seinastu vikurnar, eftir at tað kom fram, at ein felagsskapur við fimm fólkum, fýra útlendingum og einum føroyingi, ætlaðu at stovna eitt sonevnt muslimskt bønarhús. Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmandafígging - og um, hvussu viðbrekið føroyska samfelagið er. Politikarar eru ósamdir, sosialir miðlar kóka, og nevndarformaðurin í felagsskapinum sigur seg hava fingið hóttanir. Samstundis eru tað onnur, sum minna á, at vit hava grundlógartryggjað trúarfrælsi - umframt rættin at savnast. Hvat er í veruleikanum upp og niður í hesum máli? Hví er óttin so stórur? Og hvar gongur markið millum tolsemi og verju av egnum virðum? Gestur: Heini í Skorini, doktari í altjóða viðurskiftum og lektari í altjóða politikki á Fróðskaparsetrinum. Vertur: Birgit Carina Eliasen.

    Trygdarstøðan í Norðuratlantshavi: Hvussu útsettar eru Føroyar?

    Play Episode Listen Later Feb 19, 2026 36:03


    Tá vit tosa um trygd og hóttanir uttanífrá, hugsa mong kanska um hermenn, skip og flogfør. Men í dag liggur ein stórur partur av hóttanunum móti okkum fjaldur á netinum. Netálop, njósning og følsk kunning eru vorðin vanlig amboð hjá bæði statum og kriminellum bólkum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið, okkara fyritøkur, og skapa iva og ótryggleika í tí, sum verður rópt fyri hybrid krígsførsla. Føroyar liggja strategiskt mitt í Norðuratlantshavi - og eru samstundis partur av einum altjóða trygdarbýti. Men hvussu álvarsligar eru hesar hóttanir í veruleikanum? Hvat eru tær mest sannlíku hóttanirnar móti Føroyum? Og hvussu fyrireika vit okkum, tá hesar hóttanir gerast veruligar? Gestur: Lars Findsen, fyrrverandi stjóri í PET og FE. Vertur: Sigurjón Einarsson. Gjørt sendingina hava Katrin Johannessen og Sigurjón Einarsson, sum eisini var redaktørur.

    Breddin: Evropa má taka størri ábyrgd

    Play Episode Listen Later Feb 19, 2026 56:06


    Árliga trygdarráðstevnan í München er júst liðug - og boðskapurin var greiður: Evropa og USA skulu standa saman, men samstundis má Evropa taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd. Samstundis var sagt beinleiðis, at gamla heimsskipanin, sum vit kenna hana, er burtur. So hvar standa vit nú í dag? Eru vit á veg inn í eina nýggja og meira ótrygga tíð, har ongin veruligur leiðari er? Og hvør tekur ábyrgdina, tá USA hugsar meira um egin áhugamál? Eru vit á einum søguligum vegamóti, har ein nýggj heimsskipan er við at taka skap? Og mitt í øllum hesum stendur Evropa: Hevur Evropa veruliga viljan og førleikan at taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd - og hvat merkir tað fyri sambandið við USA? Gestir: Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, og Tór Marni Weihe, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum. Vertur: Sigurjón Einarsson.

    Breddin: Evropa vil gera seg leyst av amerikanskari tøkni

    Play Episode Listen Later Feb 13, 2026 30:21


    Vit eru í stóran mun bundin at amerikanskari tøkni.  Vit brúka hana privat, tá vit ferðast á sosialum miðlum, og lítil ivi man vera um, at hetta er vorðið størsti pallur hjá almenna kjakinum. Tí verður eisini javnan sett spurnartekn við tøknirisarnar, sum ráða har, tí vangar verða javnan strikaðir fyri politiskar meiningar - ella minni enn tað. Vit nýta eisini hesa tøknina til arbeiðis, tá vit brúka forrit sum Teams, Word og Excel.  Og í einari verð, har heimspolitiska støðan bara gerst spentari, er Evropa nú farið at tosa um at gerast óheft av amerikanskari tøkni. Í Fraklandi er eitt nú avgjørt, at almennir stovnar skulu gevast at brúka amerikanskar tænastur. Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið.  Við í sendingini: Trygvi Danielsen, Brandur Mortensen Nolsøe, Jón Tyril, Eyðbjørt Skylv Midjord og Ulla Joensen.  Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.  Tøkningur: Kári Annand Berg. 

    Breddin: Útlendingar í Føroyum

    Play Episode Listen Later Feb 12, 2026 52:54


    Nógv kjak hevur verið um tilflytarar seinastu tíðina. Tað kyknaði av álvara, tá tað frættist, at ætlanir vóru um at skipa ein muslimskan depil í Føroyum. Men eisini snarskipanin, sum hevur gjørt tað smidligari at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, hevur verið á breddanum, og fleiri finnast verandi lóggávu - útlendingalógini - sum er frá 2001. Summi halda, at lógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn.  Royndirnar í Danmark Í vikuni vóru danskir javnaðarmenn í Havn og Klaksvík og greiddu frá donsku royndunum við tilflyting. Teir ávaraðu ímóti at gera eins og Danmark og loyva ov nógvum inn uttan at seta stór krøv. Tilmælið var at finna eina breiða semju, um hvussu hetta økið skal skipast. Í sendingini í dag hyggja vit nærri at kjakinum, sum hevur verið, og vit lodda dýpið um hugburðin í politisku skipanini. Við í sendingini: Sjúrður Skaale, Frederik Vad, Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Kristianna Winther Poulsen. Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. Tøkningur: Hans Edward Andreasen.

    Breddin: Suðuroyartunnilin og Epstein-skjøl

    Play Episode Listen Later Feb 10, 2026 48:48


    Fíggjarnevndin viðger í løtuni lógaruppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnilin, sum kemur úr nevndini í næstu viku. Biðið var um ein mánað aftrat at viðgera málið, og nevndin hevur sett løgmansskrivstovuni 59 spurningar. Eitt nú vil fíggjarnevndin vita, hvussu tað bar til, at ráðgevin hjá PF Suðuroyartunlinum, SINTEF, kundi staðfesta, at tað jarðfrøðiliga var ein fyrimunur at fara av Skarvanesi, tá kanningin hjá Jarðfeingi ikki var liðug fyrr enn eitt ár seinni. Og Epstein-skjølini eru av álvara farin at fáa avleiðingar, serliga í Evropa. Í Bretlandi økist trýstið á forsætisráðharran, Keir Starmer, sum í gjár fekk boð frá floksfelaganum, formanninum í Labour í Skotlandi, um at leggja frá sær. Seinastu dagarnar hava stápsstjórin og samskiftistjórin hjá Starmer lagt frá sær, men forsætisráðharrin noktar at gera fara frá. Kann Keir Starmer verða verandi í sessinum? Hví er hetta hent, og hvat merkir tað fyri Bretland? Gjørt sendingina: Marjun Dalsgaard, Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen Gestur: Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur Tøkningur: Kári Annand Berg  

    Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?

    Play Episode Listen Later Feb 6, 2026 30:47


    Flestu evropearar vilja hava, at ES skal flyta seg enn tættari saman, vísir nýggj spurnakanning. Og tað, tey helst vilja hava Evropa at standa saman um, er verja ímóti øðrum londum. Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki? Og hava evropearar annað til felags enn at ræðast fíggindar uttaneftir? Vit tosa við Berg Djurhuus Hansen, P.hd og lektara, og Hans Andrias Sølvará, professara. Hevur tú viðmerkingar ella hugskot til okkum, so skriva ein teldupost, send hann til Breddin@kvf.fo

    Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar

    Play Episode Listen Later Feb 5, 2026 46:47


    Ungdómsting hevur verið í løgtinginum seinastu dagarnar, og har hava tey ungu yvirhálað okkum vaksnu við at samtykkja aldursmark at brúka sosialar miðlar og snildfonir. Rákið at seta aldursmark á sosialar miðlar sæst kring allan heim. Í desember í fjør bannaði Avstralia sum fyrsta landið í heiminum børnum og ungum undir 16 ár,at brúka sosialar miðlar - sum t.d. Facebook, Snapchat, TikTok og YouTube. Síðani hevur Frakland samtykt forboð. Og í Noregi, Bretlandi, Spania og Danmark umhugsa tey somuleiðis at seta aldursmark fyri nýtslu av sosialum miðlum. Hví koma tey ungu við hesum uppskotinum? Tað fara fýra ungdómstinglimir at kjakast um. Vit spyrja eisini, hvørji útlitini eru fyri, at vit fáa eitt veruligt lógaruppskot um aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum? Og hvussu ávirka snildfonir og sosialir miðalar okkum? Vertur: Annika Bolton Mortensen Redaktørur: Katrin Petersen Gestir: Eva Sofía Rein, Jenny Laura Foghill, Sigrún Eyð Haldórsdóttir Fossadal, Bára Biritudóttir Biskupsstøð, Hedvig Johansóttir, Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Djóni Nolsøe Joensen.

    Breddin: Føroyar og ES-limaskapur

    Play Episode Listen Later Feb 3, 2026 55:48


    Er tað nú, at vit vit skulu streingja á og arbeiða fyri at fáa limaskap í ES? Og ber tað yvirhøvur til hjá Føroyum at fáa limaskap? Kjak verður um evnið í sendingini í dag. Gestir í útvarpsstovuni vera Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

    Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?

    Play Episode Listen Later Jan 30, 2026 31:27


    Føroyar mangla arbeiðsmegi, og Fast Track-skipanin skuldi vera loysnin: Ein skjót og smidlig leið at fáa fólk til landið at arbeiða. Men fleiri seta nú spurnartekn við, um skipanin í veruleikanum bert er ætlað arbeiðsmarknaðinum, og ikki teimum menniskjum, sum koma higar at arbeiða og gerast ein partur av samfelagnum. Útlendingar við útbúgving og førleikum siga seg vera fastlæstar í hesi snarskipan, har tey arbeiða, men sleppa ikki víðari, hóast tey vilja tað, og vilja gerast partur av føroyska samfelagnum. Spurningurin er tí: riggar Fast Track-skipanin eftir ætlan - ella skapar hon eitt A- og B-samfelag? Og hvør hevur ábyrgdina, tá samfelagið vil hava arbeiðsmegi, men útlendingar ikki kenna seg vird sum menniskju? Tað spyrja vit í sendingini í dag. Vertur: Sigurjón Einarsson Gestir: Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum

    Breddin: Vitlíki og sálarheilsa

    Play Episode Listen Later Jan 29, 2026 53:17


    Vitlíki er vorðið ein fastur táttur í gerandisdegnum hjá milliónum av fólki - eisini børnum og ungum. Vitlíki verður brúkt sum arbeiðsamboð, sum vinur og eisini sum sálarligur stuðul. Kanningar vísa, at ung í fleiri londum venda sær til vitlíki við persónligum og sálarligum trupulleikum. Men samstundis eru dømi um, at tað hevur gingið galið, har vitlíki í summum førum hevur givið børnum og ungum ráð um sjálvsskaða, sum hava havt álvarsligar avleiðingar. Men hvat hendir, tá sálarliga samrøðan flytur frá menniskjum til algoritmur? Og hvør eigur ábyrgdina, tá vitlíki lurtar, veitir falskan ugga ella vegleiðir skeivt? Í sendingini í dag seta vit sjóneykuna á vitlíki og sálarheilsu - millum møguleikar, vandar og spurningin um, hvar markið gongur. Gestir: Tóri Slættalíð, serfrøðingur í vitlíki, og Gitte Klein, sálarfrøðingur. Vertur: Katrin Johannessen. Redaktørur: Sigurjón Einarsson.

    Breddin: Skotini í Minneapolis

    Play Episode Listen Later Jan 27, 2026 42:43


    Leygardagin var ein amerikanari aftrat skotin til deyðis, eftir at hann hevði mótmælt harðrenda átakinum hjá marknaløgregluni ICE at finna og útvísa tilflytarar, sum eru ólógliga í landinum. Hetta hevur elvt til ógvislig mótmæli, serliga í býnum Minneapolis, har skottilburðurin var. Men hetta er ikki fyrsti skottilburður av hesum slag í býnum, tí tann 7. januar drupu ICE-agentar eina amerikanska kvinnu - eisini í Minneapolis. Men hvat er ICE? Hví hava tveir skottilburðir verið í júst Minneapolis, og hvussu stóran leiklut spæla mótmælini móti ICE í býum - sum eitt nú í Minneapolis - fyri politisku dagsskránna í USA í løtuni? Gestur: Erik Løksagarð Absalonsen. Gjørt sendingina hava Katrin Johannessen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.

    Reform UK

    Play Episode Listen Later Jan 23, 2026 35:11


    Í bretskum politikki hevur stríðið um valdið, søguliga verið millum tveir flokkar.  Labour og Conservatives. Ein sosial-demokratiskur flokkur og ein konservativur. Men nú meldar ein annar flokkur seg av álvara uppí stríðið um at sjórna Bretlandi.  Reform UK er ein rættiliga nýggjur flokkur uttaliga á høgra vonginum, og hann hevur ligið á odda í veljarakanningum síðani apríl í fjør. Hvør er hesin flokkurin, hvat eyðkennir politikkin hjá honum, hví klárar hann seg so væl í veljarakanningum? Og er sannlíkt at flokkurin kann vinna eitt parlamentsval - eisini hóast valskipanin, í Bretlandi, so at siga er gjørd til at halda flokkum ytst á vongunum úti? Hetta spyrja vit á Breddanum í dag.

    Claim Breddin

    In order to claim this podcast we'll send an email to with a verification link. Simply click the link and you will be able to edit tags, request a refresh, and other features to take control of your podcast page!

    Claim Cancel