Við Tórði á túri

Follow Við Tórði á túri
Share on
Copy link to clipboard

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.

Kringvarp Føroya


    • Jun 2, 2025 LATEST EPISODE
    • weekly NEW EPISODES
    • 51m AVG DURATION
    • 181 EPISODES


    More podcasts from Kringvarp Føroya

    Search for episodes from Við Tórði á túri with a specific topic:

    Latest episodes from Við Tórði á túri

    Sámal Bláhamar: Tá føroyska pressan koyrdi út til Air Force One

    Play Episode Listen Later Jun 2, 2025 50:19


    Sámal Bláhamar er kendur sum ein veteranur í føroyskari ferðavinnu. Nú er hann 77 ára gamal og hann hevur alt lívið verið knýttur at ferðavinnuni um summarið. Í mong mong ár hevur hann rikið egið virki, og hann er framvegis virkin í vinnuni. Og Sámal hevur verið undangongumaður á ymiskum økjum. Ein minnisrík hending fór fram í Reykjavík, tá amerikanski forsetin Ronald Reagan og russiski forsetin Mikhail Gorbachev hittust til toppfund í oktober 1986. Í stóru limusinuni hjá Sámali koyrdi føroyska pressan so væl, at teir koyrdu heilt út til Air Force One flogfarið hjá amerikanska forsetanum . Millum mongu útlendsku gestirnar Sámal hevur havt í Føroyum, hava eisini verið kongaligir gestir. M.a. skipaði hann fyri einari stuttari vitjan hjá svenska konginum Carl Gustaf, sum steðgaði í Vágum í fýra tímar á veg av veiðiferð í Íslandi saman við vinmonnum. Sámal Bláhamar hevur altíð verið nógv upptikin av hendingini, tá týskur kavbátur søkti sluppina Union Jack undir seinna heimskríggi, og manningin róði í lítlum báti til Hebridurnar og varð bjargað. Pápi Sámal, Fredrik Bláhamar, skrivaði ein bókling um hendingina, ið nú er komin á breddan sum ein filmsverkætlan. Her eigur Sámal eisini sín leiklut.

    Eli Hansen: Sigldi við vápnum fyri jugoslavar

    Play Episode Listen Later May 26, 2025 50:50


    99 ára gamli Hans Eli Hansen, vanliga nevndur Eli, í Sandavági er av Slættanesi, men hann gekk í skúla og vaks fyri ein stóran part upp í Vestmanna. Verður lív og heilsan, verður hann hundrað ár 2. juli í ár. Eli er elstur av níggju systkjum, og foreldrini og hini systkini búðu á Slættanesi, til tey fluttu burtur eins og hinar familjurnar. Tey seinastu fóru í 1965. Útvarpsverturin er í dag stokkin inn á gólvið hjá Eli í Steigarbrekkuni í Sandavági. Tað var eisini her hann var staddur og fekk ein skelk, tá húsini fingu stóran skaða í einari ódn í november í fjør. Undir krígnum arbeiddi Eli hjá eingilsmonnunum í Vágum. Tá búði hann í Sørvági. Eingilsmenninir brúkti nógv kol til brennievni, og Eli lempaði ofta kol í lastini á damparunum. Einki arbeiðsmannafelag var tá kríggið byrjaði og tí var lønin lítil ta fyrstu tíðina. Tá arbeiðsmannafelag var komið hækkaði lønin, sigur Eli. Hann fór á maskinmeistaraskúla í Havn og fór síðani at sigla við íslendskum fiskiskipum og seinni norskum. Eftir tað fór hann út at sigla við farmaskipum á heimsins høvum. M.a. sigldu teir nógv ið vápnum - ofta fyri jugoslavar. -Hetta var ein sera vandamikil førningur og vit máttu ansa okkum. Høvdu vit verið tiknir eri eg vísur í, at vit høvdu ikki yvirlivað, staðfestir Eli Hansen.

    "Her er einki annað ljóð."

    Play Episode Listen Later May 19, 2025 49:39


    Jón Nónklett, bóndi í Lamba, fegnast um at tað hevur verið so turt og gott veður nú lembingin er fyri. Og seyðurin er væl fyri, sigur hann. Hagin hjá Jón, Eystursíðan út móti Mjóvanesi, ber 115 áseyðir, og hann er ein av teimum óhøgligu høvunum í landinum. Seyðurin gongur har alt árið og klárar seg sjálvan. Hann hevur nøkur ból, men einki seyðahús. Tá teir eru á fjalli um heytið, verður tøkuseyðurin fluttur við báti til Syðrugøtu og síðani við bili til Lambar. Tað eru nú 10 ár síðan Jón Nónklett tók við ættarfestinum, sum í 30 ár var á øðrum hondum. Á hesum túrinum á Eystursíðuni harmast Jón um, at so lítil heiðafuglur er at síggja. Hann ivast ikki í, at tað er rottan sum er orsøkin til stóru minkingina, tí nógv rotta er alla staðni og hon tekur eggini hjá heiðafuglinum. Jón heldur, at vit eiga at seta rottufellur út fyri at avmarka rottuna, men tað má vera eitt samstarv um alt landið, og kommunurnar hava ábyrgdina av at skipa fyri tí, tí tær hava ábyrgdina av rottutýning.. -Eg hoyrdi um at sumbingar gjørdu eitt átak at týna rottuna í fjør. Og eg havi sjálvur boðið mær til at taka mær av rottufellum í mínum haga. Men ein hagi ger einki, og tí er tað neyðugt at kommunurnar skipa fyri og gera tað í samstarvi við bøndurnar, sigur Jón Nónklett, og hann harmast um at einki hendir.

    Ása Østerø: Høvdu alt frá knappanálum til brúðarkjólar

    Play Episode Listen Later May 12, 2025 50:42


    85 ára gamla Ása Østerø, vanliga nevnd Ása í Skálabúðini, arbeiddi í Skálabúðini frá tí hon var 12 ára gomul til hon var 73. Og hon hevur nógv góð minnir og sigur í sendingini frá ymiskum minnum í handlinum í Dr. Jakobsensgøtu.   Skálabúðin var ein familjufyritøka. Saman við øðrum beiggjanum, Kára Skála, tók Ása við leiðsluni í Skálabúðini eftir foreldrini, Óla Kristian og Honnu Skála.   -Tað var eitt spennandi arbeiði og vit kunnu gleðast um, at vit høvdu sera trúgv starvsfólk í Skálabúðini, sigur Ása. Onkur starvsfólk vóru meira enn 40 ár í handlinum.   Maður Ásu, Jens John, sum bygdi hús saman við skyldmonnum úr Mikladali, fór eisini at arbeiða í Skálabúðini burturav, tí tað bleiv so nógv at gera tá bæði skúlar, missiónshús og øll onnur almenn hús eisini skuldu hava gardinur.   Eingin av eftirkomarunum hjá hvørki Ásu ella Kára, sum andaðist fyri nøkrum árum síðani, vóru at taka við handlinum, og tí gjørdu tey av at lata aftur fyri átta árum síðani.   Ása Østerø hevur verið KFUK-skóti síðani hon var smágenta, og hon er framvegis virkin í skótunum. Hon hevur verið nógv skótaleiðari og hevur verið fleiri spennandi uttanlandsferðir við skótum. Nú samlast hon og aðrir skótar fast einaferð um mánaðin og hugna sær saman. Hon hevur eisini verið nevndarlimur í KFUK í nógv ár.   Í sendingini greiðir Ása eisini frá ættini og øðrum viðurskiftum.

    Lovisa Luðvíksdóttir: Hevði tað hart undir toskakrígnum

    Play Episode Listen Later May 5, 2025 50:21


    75 ára gamla Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba, sum er ættað úr Íslandi, hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hon og maðurin Magnar Ellendersen úr Hvalba komu at kennast sum ung á Akranesi, og Lovisa kom til Føroya fyrstu ferð sum 16 ára gomul. Lovisa Luðvíksdóttir, vanliga nevnd Lullan, sigur, at tað var gott at vera barn á Akranesi, har hon vaks upp. Har vóru trý flakavirkir, og sum ung lærdi hon á tí stóra flakavinum, samstundis sum ungi hvalbingurin Magnar Ellendersen sigldi við skipi av Akranesi. Tey komu at kennast blaðung og longu sum 16 ára gomul kom hon fyrstu ferð til Hvalbiar. Síðani 1969 hevur Lovisa búð í Hvalba. Eftir at hon kom til Føroya, arbeiddi Lovisa fyrst á Bacalao í Havn, har hon lærdi tey at pakka 5-pund til Coldwater. Síðani arbeiddi hon á flakavirkinum í Hvalba. Eftir tað fór Lovisa at sigla við norska verksmiðjutrolaranum Ole Sætremyr, har maðurin Magnar eisini var við. Hon bleiv leiðari á verksmiðjuni umborð. Hetta dámdi henni sera væl. 12. august í 2000 upplivdu tey eina stóra vanukku í Barnetshavinum. Ole Sætremyr var staddur á leiðini, har kjarnorkurikni russiski kavbáturin Kursk kom í havsneyð og sakk 12. august í 2000. Øll manningin, 118 fólk, doyði. -Vit kundu havt bjargað fleiri mannalívum. Vit bjóðaðu okkum til at liggja sum eitt hjálparskip og taka upp tað, sum flotnaði upp frá kavbátinum. Men teir vildu ikki hava hjálp, sigur Lovisa, ið framvegis harmast um hesa syrgiligu vanlukku. Tíðin tá toskakríggið var millum norðmenn og íslendingar í Loynikrókinum var serlig fyri Lovisu. Viðhvørt virkaði hon sum tulkur uppi á brúnni, so at norðmenninir kundu skilja hvat íslendingar søgdu í sendaranum. Lovisa heldur framvegis, at íslendingar høvdu rætt at fiska í Loynikrókinum, tí tað var altjóða havøki. Saman við manninum Magnari hevur Lovisa fleiri ferðir verið við á sjómannatúrinum við Norrønu og Mortani Johannesen, sála, yvir á Eysturlandinum í Íslandi. Og sjálv hevur hon eisini havt ein dreym um ein annan túr yvir á Eysturlandið, sum kortini ikki er blivin veruleiki enn. Talan er um ein berjatúr, har eitt ferðalag kann fara yvir á Eysturlandið at henta ber, tí á Eysturlandinum eru berini bæði nógv og góð, sigur hon.

    Oliver Joensen: Heimagjørdu jollurnar skaptu áhugan

    Play Episode Listen Later Apr 28, 2025 51:30


    Oliver Joensen, sum átti og rak lokalblaðið Norðlýsið í Klaksvík í samfull 43 ár, er framvegis virkin, hóast hann nú er 78 ár. Umramt at hann hevur verið eldsálin á Norðlýsinum, hevur hann verið stigtakari og eldsálin ymsum lokarum verkætlanum, og hann hevur framvegis nýggjar verkætlanir á skrá. Vit hitta Oliver fyrst í neystinum uppi á Borðoyarvík, sum hann eigur saman við beiggjunum, stendur. Hoyr samrøðuna við Oliver Joensen her.

    Dreymurin er at ganga berføttur gjøgnum Sahara

    Play Episode Listen Later Apr 14, 2025 45:35


    Meðan Petur Martin Johannesen gekk berføttur á ferð í Marokko, kom hann í samband við fólk sum  hava gingið nógv í Sahara oyðimørkini. Hann fekk spennandi frásagnir um henda langa túrin, ið tekur 50 samdøgur. Tá vaknaði dreymurin um at ganga gjøgnum Sahara, berføttur.   Trupulleikin er bara, at nú er tað so nógvur kriminalitetur í økinum og tí er tað vandamikið at ganga har, serliga fyri útlendingar. Tí verður tað fyribils framvegis ein dreymur, men hann hevur vónir um at tað einaferð fer at eydnast.   Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum er lærari og leiðari fyri Musikkskúlan í Vági og hevur keypt hús í Fámjin, hevur altíð havt útferðarlongsul og hann hevur verið ótaldar túrar úti í heimi. Honum dámar ógviliga væl londini í Miðeystri og serliga í Iran, har mentanin og tað sera fyrikomandi fólkið hugtekur hann.   Hann er eisini hugtikin av Ytru Hebridunum, har hann var eitt heilt summar. Tað eydnaðist honum m.a. at koma út í forvitnisligu oynna North  Rona, har einki fólk býr, men har hava fólk búð fyri fleiri hundrað árum síðani. Ytru Hebridurnar minna eitt sindur um Føroyar, hóast týðandi munir eru.   Petur Martin sigur, at Fámjin hevur alt sum ein føroysk dreymabygd eigur at hava. Ikki minst friðin.   Petur Martin hevur fingið sær hønur, og hann hugsar nógv um hvat hann etur.   Lurta eftir sendingini her. 

    Meinhard Hentze: Hetta var tað

    Play Episode Listen Later Apr 7, 2025 47:53


    Handilin í Skúgvi hevur verið meira enn bara ein handil. Hann hevur eisini verið ein miðdepil í bygdini, har bygdarfólkið hittist fyri at frætta tíðini og hitta onnur fólk. Seinast í hesum mánaðinum Meinhard Hentze handlað í 50 ár í heimbygdini og tá gevst hann og snarar lykilin um. 83 ára gamli Meinhard Hentze hevur, umframt at hava verið handilsmaður, havt fleiri álitispostar í bygdini. M.a. var hann formaður í kirkjuráðnum í mong ár. Hann er framvegis deknur og hann hevur lisið lestur í mong ár. Meinhard hevur havt postin, eins og pápin, og hann hevur verið maðurin hjá IRF í Skúvoynni. Hoyr her vitjanina í handlinum hjá Meinhardi

    Stuttligar søgur úr gomlu Havnini (3:3)

    Play Episode Listen Later Mar 31, 2025 51:33


    Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - m.a. í gamla býlinginum úti á Reyni, har omman og abbin búðu og har hann var nógv í uppvøkstrinum. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Jørleiv andaðist í 2018, men Kvøldskúlin syrgdi fyri, at tiltakið varð tikið upp, og tí hava vit søgurnar framvegis. Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016, og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt tríggjar sendingar við tilfari frá hesum kvøldunum til rættis til Útvarpið. Í hesum 3. og seinasta parti hevði Jørleif systkinabarnið Kem Poulsen við. Kem, sum tíverri eisini er farin, visti eisini nógvar stuttligar søgur úr gomlu Havnini og dugdi eisini væl at siga frá teimum.

    Stuttligar søgur úr gomlu Havnini (2:3)

    Play Episode Listen Later Mar 24, 2025 51:09


    Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni, har hann var nógv í uppvøkstrinum. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Jørleiv andaðist í 2018, men Kvøldskúlin syrgdi fyri, at tiltakið varð tikið upp, og tí hava vit framvegis søgurnar. Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016, og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt tríggjar sendingar til rættis. Í hesum parti hevur hann vinmannin Rasmus Rasmussen, sála, sum vanliga varð nevndur Rasmus Klipp, við sær. Hann sigur eisini frá nøkrum søgum.

    kv hann mikkelsen rasmus rasmussen
    Stuttligar søgur úr gomlu Havnini

    Play Episode Listen Later Mar 17, 2025 50:54


    Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í tilveruni. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Hóast Jørleiv tíverri andaðist í 2018, liva søgurnar víðari, tí Kvøldskúlin festi tiltakið á band, og tí hava vit møguleikan at hoyra ein part av teimum her. Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016 og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt hesa sending til rættis.

    Petur Martin Petersen: Valdi gomlu Bíbliuna fram um nýggja bilin

    Play Episode Listen Later Mar 10, 2025 49:42


    Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum verður 80 ár í summar um Gud vil, byrjaði at samla bøkur sum sjey ára gamal við einari Kingosálmabók, og nú hevur hann eitt fullfíggjað savn við øllum kongabíbliunum og teimum reformertu Bíbliunum heilt frá 1553 og til dagin í dag. Harafturat hevur hann eitt spennandi savn við bókum, ið snúgva seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, og øll stovan sum hon er er eitt spennandi og forkunnugt savn við list hjá morbróðrinum Jóannesi Kristiansen, ið varð róptur Leirvíksmálarin. Hann doyði í 1988. -Tá fólk samla plastikkkúlupennar ella øletikettir, verður ofta sagt, at tað er einki forgjørt í tí. Sjálvur haldi eg, at tað ger einki um vit eiga eitt ektað eintak av tí andaliga lestnaðinum, sum føroyingurin hevur havt at styðja seg við á reisuni frá vøggu til grøv, og í einum landi sum kallar seg kristið, sigur Petur Martin Petersen. Gomlu Bíbliurnar eru nógvar í tali og summar eru serliga spennandi, sum Petur Martin eisini greiðir frá í sendingini. Bóka- og bíbliusavnið er í kjallaranum. Stovan í erva er øll sum hon er eitt spennandi savn yvir listina hjá Jóannesi Kristiansen, sum var morbróður Petur Martin. Sethúsini á Bøvegi 16 í Fuglafirði eru enntá innrættað eftir modelli av barnaheiminum hjá Jóannesi og mammu Petur Martin, sum stóð á Toftanesi í Leirvík. Fyri góðum tveimum árum síðani gav Petur Martin Petersen út tvær ymiskar listabøkur um listamálaran Jóannis Kristiansen og sermerktu impressionistisku málningar hansara. Onnur bókin er stór og umfatandi við stórum myndum, og hon fæst ávíkavist á føroyskum og enskum - og á donskum og týskum. Tann minna bókin er á føroyskum. Petur Martin heldur seg merkja væl, at Jóannes Kristiansen hevur fingið eitt slag av nýggjum lívi eftir at bøkurnar komu út.

    Jóhanna Petersen: Havi verið nøgd við alt

    Play Episode Listen Later Mar 3, 2025 49:15


    Jóhanna Petersen í Saltnesi, sum leygardagin fylti 100 ár, býr einsamøll í húsi og klárar seg sjálv. Hon býr í Skúla í Saltnesi, har gamli skúlin í Saltnesi var frá 1845. Hon giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvardi fyri 75 árum síðani og her býr hon framvegis. Jóhanna er ættað av Strondum. Hon var fýra ár tá mamman doyði í barsilssong, og Jóhanna fór fyrst til ommuna og abban á Tvøroyri at vera. Níggju ára gomul fór hon til skyldfólk á Húsum at vaksa upp, og har var hon búði til hon var 15 ár. Tá fór hon út aftur á Strendur. Jóhanna giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvard í Saltnesi fyri 75 árum síðani og har býr hon framvegis.   -Eg havi altíð trivist væl her og eg eri væl nøgd við alt, sigur Jóhanna Perersen, sum helt stóran 100 ára føðingardag á Svangaskarði leygardagin 1. mars. Hon hugsar lítið um sín aldur, men viðgongur tó, at hon dugur illa at venja seg við at hon nú er 100 ár.

    Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið

    Play Episode Listen Later Feb 24, 2025 50:39


    Tað er ein serligur partur av okkara søgu, tá føroysku saltfiskalínuskipini í seksti- og sjeytiárunum fóru longu leiðina yvir á Flemish Kap at fiska og vóru burtur í fleiri mánaðir. Stórur partur av manningini vóru ungir dreingir, heilt niður í 14 ára aldur. Vaktirnar hjá manningini vóru langar og frívaktirnar samstundis stuttar, og ungu menninir stóðu sárhentir í egningarskúrinum og egndu dag út og dag inn allan túrin. Ein av teimum, sum fóru yvir á Flemish Kap sum 14 ára gamal, og sum kann siga livandi frá hesi tíðini, er 64 ára gamli Leon Sólheyg í Klaksvík, og tað ger hann í hesari útvarpssendingini. Hesi seinnu árini, síðani hann bleiv heimamaður, er Leon betri kendur sum bóndi og hevur bæði havt neyt og seyð. Nú hevur hann eini 180 áseyðir í trimum ymsum hagapørtum í Borðoynni. Ein lítlan hagapart á Norðoyri og tveri óhøgligir hagar á vestursíðuni av Borðoyarnesi.   Hoyr sendingina við Leon Sólheyg her.

    Karl Vidtfeldt: Beri felagið í hjartanum

    Play Episode Listen Later Feb 17, 2025 51:42


    Karl Vidtfeldt á Sandi var bara 15 ára gamal, tá hann bleiv formaður í B71 og hann hevur øll árini síðani verið ein eldsál í felagnum. Umframt at hava verið formaður í nógv ár, hevur hann havt nærum allar leiklutir í felagnum. Hann hevur verið fótbóltsspælari, kassameistari, venjari, dómari, liðleiðari, ferðaleiðari og mangt annað. Karl var formaður í B71 tá felagið hevði aðalfund í fjør, men avgjørdi at taka fótin av speedaranum og ikki at taka við afturvali. Hann er kortini framvegis virkin í felagnum. -Vit hava marknaðarført felagið sum tann góða felagsskapin, og eg haldi at allir sandoyingar kenna B71 sum sítt felag. Frá fyrsta degi hevur felagið havt stóra undirtøku í Sandoynni, sigur Karl. Hægstu tindarnir hjá B71 hava verið, tá felagð bleiv føroyameistari hjá monnum í 1989 og steypavinnari í 1993. Karl Vidtfeldt sigur, at tað var tann góða samansetingin millum ungar menn í felagnum og úrmælingar úr Póllandi sum gav úrslitið.   Síðsta kappingarár vunnu U21-dreingirnir hjá B71 greipuna.   Hoyr Karl Vidtfeldt her siga frá einari drúgvari tænastu í Sandoyar Ítróttafelag.

    Rasmus Joensen: Øll eiga hann, sum brúka hann

    Play Episode Listen Later Feb 10, 2025 46:03


    -Tað er so stórt virði í føroyska dansinum, at vit kunnu ikki lata hann fara. Hann er ein dýrgripur, sum er einastandandi í heiminum. Tað sigur 74 ára gamli eiðismaðurin Rasmus Joensen, sum er búsitandi í Havn. Hann er ein av teimum, sum gera eitt stórt arebeiði at varðveita okkara gomlu kvæðamentan. Dansifólk siga, at Rasmus er altíð klárur tá brúk er fyri honum.  Vit hitta hann í sambandi við eina kvæðastevnu fyri fólkaskúlanæmingar í Norðurlandahúsinum. Tiltakið var í tríggjar dagar og tilsamans 1.200 næmingar í 4. til 7. flokk kring landið vildu vera við. Henda kvæðastevnan hevur verið í nøkur ár. -Tað er gleðiligt at síggja, at næmingarnir hava gjørt stór framstig á dansigólvinum síðani tey fyrstu ferð vóru á kvæðastevnuni, sigur Rasmus. Hann var ein av dómarunum  og skuldi siga, hvussu væl flokkarnir kláraðu seg á dansigólvinum. Eitt av stóru frítíðaráhugamálunum hjá Rasmusi Joensen hevur verið og er framvegis staðarnøvn á Eiði. Hann sigur, at í uppvøkstrinum var hann nógv saman við pápanum Edvardi Joensen, vanliga nevndur Edvard í Skorini, og pápin kundi læra hann nógv viðurskiftum í náttúruri. -Tað bleiv til tað at pápi og eg fóru at skriva niður staðarnøvn. Og pápi hevur skrivað um nógv onnur viðurskifti frá gamlari tíð, og fólk komu ofta til hansara at spyrja um ymisk viðurskifti. Ikki minst gekk pápi nógv upp í seyðarøkt og landbúnað, og fyri tað fekk hann eina virðisløn frá landsstýrinum, sigur Rasmus Joensen. Hann og nøkur onnur eru nú í einum toymi, sum skal fáa staðarnøvnini á Eiði og søgur um tey út alment. Eiðismaðurin í Havn gongur nógvar túrar í haganum uttan um Havnina. Hann heldur, at møguleiki er fyri nógvum ymiskum túrum, tí nógvar gøtur eru uttan um høvuðsstaðin. Honum dámar eisini væl at ganga túrar frá heimbygdini Eiði. -Tað er gott fyri bæði likam og sál at ganga og eingin sigur, at man ikki tekur onkra vísu á túrinum, sigur Rasmus Joensen skemtandi. Hvørt týskvøld í dansitíðini er hann norðuri á Eiði og dansar saman við teimum í Dansifelagnum á Látrinum. Og hesa tíðina er hann eisini einaferð um vikuna í Tilhaldinum í Havn og dansar saman við teimum. Uppmøtingin er góð, sigur Rasmus.   Her kanst tú hoyra sendingina við Rasmusi Joensen.

    Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð

    Play Episode Listen Later Feb 3, 2025 51:08


    89 ára gamli bíggjarmaðurin Gullberg Gullfoss, sum í mong ár hevur búð í Hoyvík, fór til skips sum ungur maður og hann sigldi nógv sum kokkur. Hann var onkran serliga ringan túr, sum hann greiðir frá í sendingini. Tá hann fór til Havnar, arbeiddi hann í fleiri ár fyrst á minkagarðinum í Hoydølum. Men serliga er hann kendur sum arbeiðsformaður á Bacalao, har hann var í mong ár og har fleiri hundrað fólk arbeiddu. Og hóast nógv var at gera og stórt trýst á arbeiðsformanninum, eru minnini frá hesi tíðini bara góð. -Vit minnast altíð tær stuttligu løturnar, tá eg møti konum sum arbeiddu á Bacalao, sigur Gullberg. Hann hevur frá ungum av verið ein serliga hugagóður grindamaður og greiðir frá onkrum stuttligum hendingum í grind. Men nógv grindadráp vóru ikki vøkur, sigur Gullberg, og hann gevur Paul Watson æruna fyri, at tað nú er nógv betri skil á drápunum. -Grindin hevur havt og hevur framvegis stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hugsa tær allar teir pengar vit hava spart við at fáa grindina ókeypis, sigur Gullberg Gullfoss. Saman við Gullbergi vitja vit eisini í heimbygdini Bø, har hann sigur frá ymiskum hendingum í bygdarlívinum.   Gullberg Gullfoss greiðir frá í útvarpssendingini "Ein rík tíð" og hana kanst tú hoyra her.

    Frá skakandi hendingum á sjónum til seyðahald á Viðareiði

    Play Episode Listen Later Jan 27, 2025 49:59


    Akki Heinesen hevur upplivað sjáldsamar hendingar á sjónum. Við 50 tons stóra Varðanum, sum hann sjálvur átti og førdi, hevur hann tvær ferðir bjargað sama manni. -Tað er meira millum himmal og jørð enn vit skilja, sigur Akki. Í 1993, tá teir lógu við Varðanum á Norðdepli og trolið var í landi, fekk hann í stýrhúsinum at vita frá einari rødd, uttan at nakar segði nakað, at hann skuldi taka trolið umborð og fara vesturum. Hvørki Akki ella manningin skilti hvat var á vási, tí teir vóru ókendir vestanfyri. Teir skuldu jú fara norður um aftur, har teir plagdu at vera. Tá teir vóru komnir vesturum, figu teir at vita, at ein annar bátur, Norðingur, hevði sent út neyðarkall, tí teir høvdu rent á land á vestursíðuni í Vágum. Og tá teir fingu boðini, lógu teir beint út fyri har Norðingur var farin á land og kundu sigla inn og taka teir fýra menninar, sum annars høvdu verið illa staddir, umborð á Varðan. Við Varðanum var pápi tveir av manningini á Norðingi. -Tað er vist at tað var onkur annar, sum stýrdi skipinum tann dagin, sigur Akki . Fimm ár seinni hevði trolbáturin Raðhamar úr Klaksvík borið við land við Skoruna á Borðoynni. Varðin, har Akki Heinesen aftur var skipari, var á veg inn at landa, og teir høvdu beint frammanundan møtt Raðhamri. Tá Raðhamar kallaði og segði at teir høvdu borið við land, vendi Varðin beinanvegin. Teir sóu beinanvegin, at her var heilt galið, tí teir sóu ígjøgnum skipið, sum fyltist fyltist skjótt við sjógvi. Manningin fór umborð á Varðan, og løtu seinni sakk Raðhamar. Tað løgna við hesum var, at ein av monnunum við Raðhamri var eisini við Norðingi, sum Akki og teir høvdu bjargað fimm ár frammanundan.   -Hetta var sera sjáldsamt, tí tað er sáldan at menn verða tiknir av skipi, sigur Akki. Sjálvt um hugurin til seyðin var lítil í uppvøkstrinum, so tók Akki Heinesen við festinum eftir pápan, Jógvan. Og síðani er seyðahugurin støðugt vaksin. Í sendingini greiðir Akki frá seyðahaldinum. Hann hevur slakar 100 seyðir og miðalvektin er nógv økt síðani fyrst hann minnist. -Fjallmenninir fáa altíð tey bestu lombini. Í mínum uppvøkstri var eitt lamb, sum vigaði 32 pund, eitt gott fjalllamb. Vigar eitt fjalllamb í dag ikki omanfyri 45 pund, er tað einki at reypa av, sigur Akki. Hann leggur stóran dent á, at ærnar eru væl fyri tá tær fara í hagan við lombunum um várið. Umframt hoyggj og gras, gevur hann seyðinum kraftfóður undan lembingini. Og tað gevur úrslit, tí nú í heyst fóru tveir triðingar av veðurlombunum upp um 40 pund. Tað eru eini 40 lomb. Akki Heinesen greiðir frá í útvarpssendingini "Frá skakandi hendingum á sjónum til seyðahald á Viðareiði" og hana kanst tú hoyra her.  

    Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri

    Play Episode Listen Later Jan 20, 2025 51:48


    Jóna Hammer úr Oyndarfirði situr og bindur til treingjandi fólk úti í Heimi. Tað hevur hon gjørt í mong ár og tað ger hon framvegis, sjálvt um hon 1. jaunar í ár fylti 100 ár og kundi halda stóran føðingardag. -Tað er gott at fáa at vita, at tey sum fáa bundnu pløggini eru glað fyri tey. Tað er ein góð kensla at kunna gleða onnur, eisini langt úti í heimi, tí tað eru nógv sum treingja tað, heldur Jóna Hammer. Hennara fulla navn er Jóna Apolonia, Marjun Hammer. Nú bindur hon fyri Reyða Kross og fyrr bant hon til Absalon Matras, sum koyrdi við hjálp til Rumenia.   Í samrøðuni hevur Jóna nógv gott at minnast aftur á, men tað eru eisini syrgiligar hendingar, sum hava sett djúp spor. Ikki minst tá sonurin Jógvan sum lítil fekk meningitis og bleiv brekaður, tí hann ikki fekk rætta heilivágin, og doyði bert 35 ára gamal.   Í 1938 var Jóna í Danmark saman við hundrað øðrum skúlabørnum úr Føroyum at vísa føroyskan dans fram. Hesin túrurin gjørdist eitt minni fyri lívið og Jóna hevur framvegis samband við fleiri fólk frá tí túrinum. Jóna býr nú hjá dóttrini Kirstin og dótturmanninum Helga Djurhuus á Blómubrekku í Havn. Hon hevur eitt sindur av heimahjálp til ávís ting, men klárar seg annars sjálv. Sum sagt bindur hon nógv og hon lesur nógv.   Hoyr sendingina her.

    Húsbóndin í gulu húsunum

    Play Episode Listen Later Jan 13, 2025 51:20


    Fótbóltslívið í Gøtu hevur fylt nógv og fyllir framvegis nógv í lívinum hjá 87 ára gamla norðragøtumanninum Martin Juul Jarnskor. Hesum greiðir hann frá í sendingini, og hann greiðir eisini frá sínum dramatisku upplivingum á sjónum. Kona Martin Juul, Henny, vaskaði øll klæðini hjá GÍ-leikarunum og hon hevði átta snórar runt um húsini, har allir teir gulu búnarnir hingu til turkingar. Tí fekk heimið hjá teimum navnið gulu húsini. Hjúnini áttu harafturat ein stóran part av GÍ-liðnum, tí allir synirnir spældu við. Martin Juul sigur, at íslendingurin Gisli, ið var venjari hjá GÍ í nøkur ár, var rætti maðurin felagið fekk fatur á.   -Tað er eingin ivi, at Gísli Magnusson úr Vestmannaoyggjum, sum var venjari hjá GÍ frá 1976 til 80, eigur størstu æruna av at fótbólturin í Gøtu hevur klárað seg so væl síðani. Eingin hevði kunnað gjørt honum tað eftir. Men Jóhan Petur Poulsen, sum nú er venjari, hevur sanniliga eisini klárað tað væl, sigur Martin Juul, sum avgjørt var ímóti at leggja fótbóltsfeløgini GÍ og LÍF saman. Hann heldur at GÍ kláraði seg so mikið væl, at tað var óneyðugt at leggja saman við felagnum hinumegin fjallið. Men fyri tað stuðlar hann kortini Víkingi líka nógv. Hann er framvegis dagliga  niðri á vøllinum og hyggur eftir venjingum.   Martin Juul er upphavsmaður til vinarlag millum Gøtu og seinni Eysturkommunu og Vestmannaoyggjar. Fólk úr báðum støðum hava fleiri ferðir vitjað hjá hvørjum øðrum og búð hjá privatfólki, og ein barr í Vestmannaoyggjum er uppkallað eftir norðragøtumanninum. Í útvarpssamrøðuni greiðir hann eisini frá skelkandi hendingum á sjónum. M.a. tá eldur kom í línuskipið Gøtunes og allir menn blivu bjargaðir, og eisini tá teir vóru illa staddir umborð á gamla Skálabergi. Og ein hægri hond var eisini við, tá hann tvær ferðir var illa staddur, tá hann fiskaði gággu á Gøtuvík.   -Tað er yvrhøvur eingin ivi. Fleiri ferðir hevur ein hægri hond verið yvir mær og bjargað mær á sjónum og tað eri eg takksamur fyri, sigur Martin Juul Jarnskor.  

    Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið

    Play Episode Listen Later Jan 6, 2025 26:32


    Tann vinarligi og lítillætni Hilmar Heinesen var kendur kring landið sum lutaseðlaseljari fyri Deyvafelagið. Hann vísti eitt skelti fram sum segði, at hann kom frá Deyvafelagnum og spurdi fólk um tey vildu keypa lutaseðil og harvið stuðla teimum deyvu í Føroyum. Umstøðurnar gjørdu, at Hilmar fekk eitt øðrvísi lív enn flestu føroyingar. Men sjálvur segði hann, at hann var ógviliga glaður fyri lívið og alt hann hevði upplivað, bæði á sjógvi og landi. Hann doyði í 2013, 102 ára gamal, og hann er grivin í heimbygdini Miðvági. Her kanst tú hoyra samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen í 1994 hevði við Hilmar Heinesen, ið tá var 83 ár. Ditlev Olsen, fyrrverandi stjóri á Skúlanum á Trøðni, tulkar.

    Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (2:2)

    Play Episode Listen Later Dec 29, 2024 46:57


    Tað gongur á 55.-instjúgunda ári síðani 74 ára gamli gjáarmaðurin Jákup Matras, sum býr í Havn, fór at arbeiða hjá SEV, og hann arbeiðir har framvegis. Í hesum seinna partinum hitta vit Jákup fyrst á Eiðisverkinum, sum hann var við at byggja miðskeiðis í áttatiárunum. Alt vatnið úr áunum heilt frá Selatrað og norður á Gjáarskarð kemur í Eiðisvatn, og rennur síðani oman á Eiðisverkið, har vatnturbinurnar gera streym út á netið hjá SEV. Har og aðra staðni hjá SEV arbeiðir Jákup við stýringum. Fyrr var hann linjumaður um veturin og arbeiddi við stýringum um summarið, Men hesi síðstu mongu árini hevur hann mest arbeitt við at montera stýringar til motorar, koblingar og annað. Jákup Matras hevur arbeitt nógv í útoyggjum. Og longu sum lærlingur varð hann í 1968 sendur til Fugloyar at leggja elektrisitetið inn til húsarhaldini í oynni. Hann fekk eisini konu burtur úr hesum túrinum, og hann og Masa av Kirkju hava verið gift í mong ár. Á túrinum í Fugloy greiðir  Jákup frá nógvum serligum minnium hesi mongu árini hjá SEV. Jákup fór til skips sum 14 ára gamal, men einaferð teir komu aftur segði mamman honum, at hann hevði figið lærupláss í Havn sum elektrikari. Og hann tók av. "Mamma man hava havt varðhugan av at eg hevði hug og hevni til hetta, tí hon rakti væl", sigur Jákup Matras. Og hugurin til elarbeiðið er framvegis líka góður. Vit koyra eisini ein túr til Hattarvíkar, har Jákup kendi øll fólkini í bygdini og minnist hvørja einastu innlegging. -Mær hevur altíð dámt væl hjá SEV. Eitt skifti, tá nógvir elektrikarar fóru til Norra at arbeiða, umhugsaði eg tað eisini. Men ábyrgdarkenslan fyri SEV gjørdi, at eg bleiv verandi her og tað eri eg glaður fyri. Og teir flestu eru komnir heimaftur úr Norra, sigu Jákup Matras.  

    Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)

    Play Episode Listen Later Dec 22, 2024 47:18


    Tað gongur á 55.-instjúgunda ári síðani 74 ára gamli gjáarmaðurin Jákup Matras, sum býr í Havn, byrjaði sum linjumaður hjá SEV. Og sum linjumaður varð hann mangan boðsendur at fara á fjøllini at finna feilin, tá klaki var lagstur á linjurnar og húsarhaldini sótu myrk ymsa staðni kring landið.   Jákup arbeiðir framvegis hjá SEV og vit hitta hann fyrst á gamla Havnarverkinum í Gundadali, sum nú er støð hjá montørunum, og síðani á stóra Sundsverkinum, ið klárar at føða 80 prosent av landinum við streymi. Har arbeiðir Jákup ofta.   Annars ferðast hann framvegis nógv kring landið, ikki minst í útoyggjarnar. Í hesum fyrra partinum sigur Jákup Matras frá ymsum upplivingum og einum drúgvum og spennandi arbeiðslívi í SEV. Í frítíðini er hann nógv í heimbygdini við Gjógv, har hann røktar ein hagapart og sjálvur eisini hevur seyð, og honum dámar eisini væl at fara á flot. Tórður Mikkelsen hevur lagt til rættis, og hetta er sum sagt fyrri partur.

    Við Tórði á túri í Koltri (3:3)

    Play Episode Listen Later Nov 11, 2024 51:09


    Aftur í dag er evnið tann lítla oyggin uttan fast ferðasamband. Har fýra festi vóru í gamlar dagar. So blivu tey tvey, síðani eitt, og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Teir eru tveir sum skiftast og teir verða eisini róptir oyggjavørðar.   Granskarar skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Tjóðsavnið sigur, at oyggin skal vera dragandi fyri granskarar, samstundis sum ferðafólk og skúlabørn skulu sleppa at uppliva hesa serligu oyggj, ið longu nú er tann mest granskaða og best lýsta oyggin í Føroyum. Seinastu trý árini hava tey funnið nógvar nýggjar plantur og nýggj ryggleys dýr í Koltri. "Í framtíðini verða lærubøkurnar skrivaðar út frá hesum", sigur Janus Hansen, sum hevur ábyrgdina av lívfrøðiliga arbeiðnum í Koltri. Útvarpsreportarin var í Koltri saman við fólki frá Tjóðsavninum 11. september, og í hesum triðja og seinasta partinum av túrinum í Koltri hoyra vit hvussu Tjóðsavnið fer at brúka oynna og um teir ymisku tættirnar í Koltursverkætlanini. Eisini hvat skal byggjast í verkætlanini. Tey, sum eru við í hesum triðja partinum í Koltri, eru: Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum, Jóhannus Hansen, oyggjavørður, Inga Katrin Winther, arkitektur, Janus Hansen, lívfrøðingur, Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum, og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur.

    Við Tórði á túri í Koltri (2:3)

    Play Episode Listen Later Nov 4, 2024 51:20


    Sjúrður Joensen, vanliga nevndur Sjúrður í Koltri, greiðir m.a. frá barnaárunum í Koltri og broytingunum sum hendu, tá festið fór úr familjuni. Koltur var frá gamlari tíð eitt liviligt pláss, og ofta komu børn aðra staðni frá út í Koltur at ferðast. "Hetta var serliga áðrenn mína tíð og summi av hesum børnum vusku upp her úti. Tað var ein traditión", sigur Sjúrður. Frá gamlari tíð vóru fýra festi í oynni. Síðani fór tað niður í tvey. Seinastu mongu árini hevur eitt festi verið og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Tjóðsavnið hevur eina stóra Koltursverkætlan, sum vit fara at hoyra meira um í seinasta parti. Í dag greiðir annar av fyristøðumonnunum í oynni, Dánjal Egilstoft, frá hvussu tað er at koma nýggjur út higar, og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, og Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiða frá kornvelringini í Koltri. Tær eru komnar út at skera akurin.

    Við Tórði á túri í Koltri, fyrsti partur

    Play Episode Listen Later Oct 28, 2024 51:04


    Í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen, eisini róptur Sjúrður í Koltri, frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini, sum uttan iva er landnámsbygd. -Koltur hevur verið eitt liviligt pláss. Umframt tað sum oyggin sjálv gav, er stutt til fiskimiðini. Í oynni hava búð upp í 50 fólk, sigur Sjúrður.Nógv fólk aðra staðni frá er komið út í Koltur at vera. Men tey, sum hava búleikast í Koltri, hava eisini veruliga upplivað sterkar náttúrukreftir, tí nakrar ferðir hevur brimið vestanífrá brotið upp um oynna. Frá gamlari tíð vóru fýra festi í oynni. Síðani fór tað niður í tvey festi. Seinastu árini hevur eitt festi verið, og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Tjóðsavnið hevur eina stóra Koltursætlan, sum vit fara at hoyra um í næstu sending úr Koltri.  

    Við Tórði á túri við tveimum aldargomlum systkjum

    Play Episode Listen Later Oct 21, 2024 50:24


    Systkini Myrtley Helgason og Jens Pétursson, sum eru ættað av Nesi í Vági, eru nú 100 og 102 ára gomul og trívast væl í hvør sínari eldraíbúð á Vidatorgi í Reykjavík.Har búgva tey hurð um hurð. Bæði hava búð í Íslandi síðani fjørutiárini. Upprunaliga eftirnavnið hjá teimum er Splidt.   Myrtley spælir bingo tá útvarpsverturin kemur á Vidatorg at hitta systkini. Fríggjadagur er og bingospæl er har hvønn fríggjadag og tá er Myrtley fastur fúsur. Vidatorg mitt í Reykjavík er fleiri blokkar við íbúðum fyri eldri fólk,sum skulu klára seg sjálvi og her eru nógvir ymiskir aktivitetir fyri tey eldru, sum búgva her og í økinum uttanum. Beiggin Jens Pétursson fór til Íslads undir seinna heimsbardaga og búði tey fyrstu árini á Akureyri. Seinni flutti hann til Reykjavíkar saman við familjuni. Konan Maja var úr Hovi og hon andaðist í 2007. Tey eiga fýra børn. Dóttirin býr í Íslandi og teir tríggir synirnir búgva allir í Føroyum. Ein býr í Hovi og hinir báðir á Tvøroyri. Jens er væl kendur í sambandi við Sjómansheimið Ørkina, har hann hevur verið stýrisformaður og stýrislimur, og Myrtley fyri arbeiðið í Sjómanskvinnuringinum.  Myrtley, sum fylti 100 ár 15. august, kom til Reykjavíkar í 1947. Tá vóru boð eftir føroyingum at koma til Íslands at arbeiða. Í 1962 giftist hon við Thorstein Helgason av Ísafirði, vanliga róptur Steine. Hann doyði í 2011. Tey eiga eina dóttir og hon býr í Danmark, og eftirkomararnir hjá henni búgva í Danmark og Svøríki. Summi í blokkinum eiga íbúðina og onnur leiga. Myrtley leigar og tað heldur hon er ein stórur fyrimunur, tí tá kann hon bara ringja eftir fólki um okkurt er galið. Systkini hava gott at bregða til. Mamman, Andrea Splidt á Nesi í Vági, bleiv 101 ár, og ein systir hennara bleiv eisini 100 ár. -Tað er ikki høvuðssakin hvussu leingi man livir, men hvussu man livir, staðfestir 102 ára gamli Jens Pétursson.

    Við Tórði á túri á Eydnufestivali

    Play Episode Listen Later Oct 14, 2024 51:30


    Tey á Eydnufestivalinum eru øll væl nøgd við tiltakið, sum Verkhúsið Stíggjur í Saltangará skipar fyri. Tey, sum vit hitta í sendingini, eru: Atli Petersen, Hildur Joensen, Petur Hans Hansen, Vivian Midjord, Finnbogi Berg, Sjúrður Húsgarð, Eli Olsen, Tove Hjørleifsdóttir, Unn Mortensen, Anita Danielsen, Hallur Joensen, Daniel Joensen, Joan Olsen, maregit Petersen, Súsanna Petersen, Árni Andreasen, Ruborg Haraldsen, Tóra við Keldu, Sharon Sivertsen, Johan Hansen, Joanna Jarnskor Poulsen, Bergljott Jarnskor Poulsen, Steintór Rasmussen og Elin Løkin.

    Við Tórði á túri á Trøðni í Húsalíð

    Play Episode Listen Later Oct 7, 2024 51:15


    Fornu húsatoftirnar á Trøðrni í Húsálíð á vestursíðuni av Kalsoynni tala sítt egna mál. Tað hava tey á Húsum altíð vitað, men hetta var ókent fyri tey á Tjóðsavninum, sum skráseta fornar toftir. Tá útvarpsverturin fekk avtalu við húsamannin Andrass Joensen og fornfrøðingin Ann Sølviu Selmarsdóttir Pukrhús um at vitja á Trøðni fyri at hyggja eftir umstøðunum, bar ikki til at ganga av Húsum og upp um Húsaeið og vesturum, tí tað loyvdu knøini hjá Andrassi ikki. Tí setti útvarpsmaðurin seg í samband við tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways, og tað var leyst og liðugt beinanvegin. Tyrlan fleyg tey millum túrarnar á staðið. Bæði Ann Sølvia og Andrass søgdu seg fáa nógv burtur úr og nú eru ókendu toftirnar á Trøðni í Húsalíð skrásettar. Ann Sølvia ætlar sær at gera meira við málið, og Andrass vónar at hann hevur bjargað hesum fornminninum í Húsa søgu.

    Við Tórði á túri í Gáshólmi

    Play Episode Listen Later Sep 30, 2024 49:33


    Manningin er stór nú farið verður út í Gáshólm eftir teimum 15 veðrunum, sum vórðu sleptir út í hólmin í vár. Spenningurin er stórur hvussu seyðurin er fyri, tí tað hevur ikki eydnast at koma út eftir ólavsøku at royta og geva heilivág sum vanligt plagar at vera. . Í Gáshólm, sum er uttanfyri Tindhólm, koma nærum bara teir sørvingar, ið hava seyð gangandi har um summarið. Har eru 16 frælsi og í ár hava 15 veðrar gingið har úti. Sjálvt um nógv ferðavinna er í økinum, koma ferðafólk ikki í Gáshólm, tí har er torført at koma upp. Úti í hólminum verður ein søgulig mynd tikin. 83 ára gamli Jørleif Ole-Jacobsen er við úti í hólminum og har verður mynd tikin av honum saman við soni, abbasoni og langabbasoni. Tey hildu, at tað man vera fyrstu ferð at fýra ættarlið hava verið saman úti í Gáshólmi. Annars eru tey, sum tosað verður við í sendingini: Tórhallur Halgaklett, Høgni Nielsen, Lý Dánjalsdóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Ragnar í Haraldstovu, Jørleif Ole-Jacobsen, Brandur Sigurdsson Nielsen, Sigurd Nielsen, Jóhannes Henriksen og Jógvan Heinesen.

    Við Tórði á gongutúri millum Mikladal og Trøllanes - seinni partur

    Play Episode Listen Later Sep 23, 2024 49:49


    83 ára gamli trøllanesmaðurin Helgi Wolles, sum í ein mansaldur røktaði hagapartin úr Djúpadali og norðureftir, greiðir á hesum gongutúrinum frá ymiskum viðurskiftum í norðara parti av gomlu bygdagøtuni millum Mikladal og Trøllanes. Báðar bygdirnar eiga stóra dalin, Djúpadal, sum er miðskeiðis milum bygdirnar. Síðani Trøllanestunnilin eisini kom út í Djúpadali, hevur tað verið sum eitt spæl aftur ímóti fyrr at røkja seyðahaldið í Djúpadali, greiðir Markus frá.  

    Við Tórði á gongutúri millum Mikladal og Trøllanes - fyrri partur

    Play Episode Listen Later Sep 16, 2024 49:34


    Mikladalsmaðurin Markus í Norðnástovu er við okkum og greiðir frá á aldargomlu bygdagøtuni millum Mikladal og Trøllanes, sum fyrr var høvuðsfarleiðin millum bygdirnar. Í hesum fyrra partinum verður gingið til Djúpadals. Báðar bygdirnar eiga stóra dalin, Djúpadal, sum er miðskeiðis milum bygdirnar. Síðani Trøllanestunnilin eisini kom út í Djúpadali, hevur tað verið sum eitt spæl aftur ímóti fyrr at røkja seyðahaldið í Djúpadali, greiðir Markus frá. Á túrinum norður í Djúpadal hitta vit eisini Rana Nolsøe, sum í henda dagin er ferðaleiðari fyri ungdómum úr ymsum londum.

    Við Tórði á túri við skotgravirnar við Toftavatn

    Play Episode Listen Later Jun 10, 2024 51:29


    Tríggir toftamenn ætla nú at grava tær gomlu skotgravirnar hjá bretum frá øðrum verðaldarbardaga fram aftur. Tær vóru partur av verjuni av Skálafjørðinum

    Við Tórði á túri í prestagørðum

    Play Episode Listen Later Jun 3, 2024 51:55


    Tey, sum tosað verður við á hesum túri, eru: Símin Johansen, Gerhard Jónsson Mikkelsen, Jákup Reinert Hansen, Bárður Dam í Baianstovu, Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Jóannes Purkhús, Jógvan Fríðriksson, Hanus Pál Jógvansson og Maria Jørðdal Niclasen

    Við Tórði á túri hjá 101 ára gomlu Astrid Joensen á Eiði

    Play Episode Listen Later May 27, 2024 43:42


    -Eiði hevur verið ein góð bygd av vaksið upp í, bæði fyri okkum systkini og míni børn, sigur Astrid Joensen, sum í dag fyllir 101 ár og býr á Korndalsbýlinum í heimbygdini. Í sendingini greiðir hon frá ymiskum úr sínum drúgva lívi.

    Við Tórði á túri í Skálhøvda

    Play Episode Listen Later May 13, 2024 51:46


    Tey, sum tosað verður við á túrinum niðan í Skálhøvda, eru: Tróndur av Trøð Trondesen, Mass Hoydal, Marjun Svartafoss, Lív Reynheim og Sabina Widenqvist

    Við Tórði á túri í Húsavík - seinni partur

    Play Episode Listen Later May 6, 2024 51:39


    Tey, sum eru við í hesum seinna partinum av túrinum í Húsavík, eru: Eyðstein Ólason, Mary-Ann Anthoniussen, Basa Hansen, Tórun Magnussen og Kristina á Reynatúgvu.

    Við Tórði á túri í Húsavík - fyrri partur

    Play Episode Listen Later Apr 29, 2024 51:28


    Tey, sum eru við í hesum fyrra partinum av túrinum í Húsavík, eru Eyðstein Ólason, Kristrunn Petersen, Max Petersen, David Wilhelmson, Tummas Pauli Olsen, Miriam Fossdalsá, Kári Sørensen

    Við Tórði á túri á Sevmýri á Tvøroyri

    Play Episode Listen Later Apr 15, 2024 51:52


    Tey, sum eru við á túrinum á Sevmýri, eru: Mortan Vang, Oddbjørg Øster, Anton Øster, Kriss Jan Michelsen, Andrea Sørensen, Páll Sørensen, Julia Sørensen, Petur Hammer, Jóan Pauli og Ása Ludvig.

    Við Tórði á túri við Petur Jacobi Sigvardsen

    Play Episode Listen Later Mar 25, 2024 50:10


    91 ára gamli Petur Jacob Sigvardsen hevur í sínum mongu bókum væl og virðiliga lýst heimbygdina Gjógv og lívið har. Høvuðsverkið hjá honum eru tær fimm bøkurnar "Torvið í Føroyum". Við tilsamans 2.000 blaðsíðum lýsir hann torvmentanina í Føroyum.  

    Við Tórði á túri við demenskórinum Sangfuglum

    Play Episode Listen Later Mar 18, 2024 51:56


    Vit eru við kórinum Sangfuglum, sum er stovnað fyri minnisveik fólk, á Sandi, har tey syngja fyri teimum eldru í Tilhaldinum. Í kórinum eru eisini nøkur avvarðandi og nøkur starvsfólk á stovnum hjá Almannaverkinum, har tey minnisveiku búgva ella eru í dagtilhaldi. Demenskórið Sangfuglar hevur nú seks ár á baki. Tey venja einaferð um mánaðin í Vesturkirkjuni og eru úti og syngja fyri fólki einar 12 ferðir um árið. Tey hava m.a. sungið á flestu røktarheimum og eldrasambýlum. 

    Við Tórði á túri á kvinnudegnum

    Play Episode Listen Later Mar 11, 2024 51:55


    Stóra kvinnutiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sjálvan kvinnudagin var aftur í ár og har umrøddu kvinnur við ymsum sjónarmiðum aktuell evni. Onnur evni í hesum túrinum eru spennandi framsýninguará Tjóðsavninum í Hoyvík, stórt tiltak í Havnar kirkju við evninum "Kirkjan og kvinnurnar" og samrøða um seinastu gandakellingina í Føroyum,    

    kirkjan

    Claim Við Tórði á túri

    In order to claim this podcast we'll send an email to with a verification link. Simply click the link and you will be able to edit tags, request a refresh, and other features to take control of your podcast page!

    Claim Cancel