Plátubarrin

Follow Plátubarrin
Share on
Copy link to clipboard

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta s…

Kringvarp Føroya


    • May 4, 2025 LATEST EPISODE
    • weekly NEW EPISODES
    • 52m AVG DURATION
    • 229 EPISODES


    More podcasts from Kringvarp Føroya

    Search for episodes from Plátubarrin with a specific topic:

    Latest episodes from Plátubarrin

    TEMAPLÁTAN 40: 'Brothers In Arms', Dire Straits, 1985

    Play Episode Listen Later May 4, 2025 52:41


    Ein 40 ára heiðurssending í Plátubarrini. LP-plátan og fløgan 'Brothers in Arms' varð send á marknaðin tann 13. mei í 1985. Útgávan fekk ein heilt serligan status sum fløguútgáva, Compact Disc; eitt rættiliga nýtt format á veg fram, og haraftrat var hon tøk sum kassettuband. Talan var um ta fimtu studioútgávuna hjá enska rokkbólkinum Dire Straits og higartil hava fleiri enn 30 milliónir fólk keypt verkið. Dire Straits spælir ikki longur. Tilsamans vann bólkurin fýra amerikanskar Grammy Awards virðislønir, tríggjar bretskar Brit Awards, og tveir MTV Video Music Awards heiðrar. Í 2015 gjørdi Ultimateclassicrock.com síðan eina raðfesting av teimum seks studioplátunum hjá Dire Straits. Aftast er 1979 útgávan Communique. On Every Street frá '91 er nummar fimm. Nummar fýra hevur miðilin Love Over Gold, sum bólkurin gav út í 1982. Nummar trý er Making Movies frá '80. Henda Temaplátan, Brothers In Arms, er nummar tvey, og sum bestu útgávuna hjá Dire Straits hevur Ultimateclassicrock frum- og sjálvheitisplátuna frá 1978. Men Brothers In Arms Temaplátan er tann nógv mest keypta. 'Money For Nothing', 'So Far Away', 'Brothers In Arms',' Why Worry', 'Walk Of Life', og 'Your Latest Trick' eru øll løg frá Brothers In Arms, ið spæld hava verið í føroyskum útvarpi síðani 1985. Plátubarrin 3. mai 2025  

    TEMAPLÁTAN 30: 'Made in England', Elton John, 1995 - øll løgini!

    Play Episode Listen Later Apr 26, 2025 59:52


    Amerikanska tíðarritið Rolling Stone gav útgávuni tríggjar og eina hálva stjørnu av fimm møguligum. Best kendu løgini eru 'Believe', 'Made in England' og 'Blessed'. Sum ein kann hoyra á Elton John útgávum í hesari øldini, eitt nú 'Songs From the West Coast', hava Elton John og Berni Taupin roynt at finna fram aftur tað einfalda frá sjeytiárunum, og kanska byrjaðu teir longu her í 1995. Talan er ikki um eina singleplátuútgávu, eins og fleiri í sjeytiárunum heldur ikki vóru tað, og flestu løgini hava bara eitt orð sum heiti. Sputnik Music síðan heldur plátuna vera sera enska, altso ljóða enska; báði í instrumentering og stílistiskari ávirkan á tónleikin. Sputnik Musik metir ikki, at Elton John lurtarar, ella fjepparar, halda 'Made in England' vera millum bestu Elton John pláturnar, verri enn so. Miðilin heldur hinvegin, at sangarin og tónleikararnir føra hana trygt í havn, kanska enn betur enn flestu útgávurnar síðani sjeytiárini, ja heilt síðani 1975. Hon er ein góð ferð gjøgnum tónleikin hjá Elton John, sum her tann 25. mars í 2025 fylti 78 ár. Plátubarrin 26. apríl 2025  

    Temaplátan 50: 'Abba', ABBA, 1975 - tað stóra gjøgnumbrotið!

    Play Episode Listen Later Apr 19, 2025 53:08


    Eftir grandprixsigurin við Waterloo tíðliga í apríl 1974 og stóru undirtøkuna og umrøðuna í tess kjalarvørri, dalaði undirtøkan aftur. ABBA visti ikki rættiliga, hvussu framhaldið fór at vera, ella um eitt framhald var gjørligt. Í november fóru teir fýra svenskararnir á konsertferð í Europa, men úrslitið livdi ikki upp til væntaninar, tí flestu konsertirnar vóru ikki útseldar. Um sama mundið seint í 1974 royndu tey seg í Bretlandi við singleplátuni 'So Long', og aftur um summarið 1975 við aðrari nýggjari singleplátu, 'I do I do I do I do I do', men sama skilið, BBC Radio 1 hevði ikki hug at spæla hesi løg og tað sást aftur á hittlistanum. Men tá LP-sjálvheitisplátan Abba varð send á bretska og aðrar marknaðir saman við einari singleplátu seint í 1975, raknaðu bretar og onnur við, og ferð kom á karrieruna hjá ABBAfólkunum. Nú var tað ikki longur 'Another Town, Another Train' í ørkymlan. Skýggini vóru rýmd. AllMusic dátustovnurin segði plátuna og bólkin bilsna, tí ongantíð fyrr var tað hent, at ein poppbólkur úr einum landi við øðrum tungumáli enn enskum hevði gjørt ein so stóran vørr á heimsmarknaðinum. Í samband við endurútgávu í 2012 skrivaði BBC, at tað var eitt sindur løgið, at hetta var plátan, ið gav ABBA tað stóra gjøgnumbrotið, tí hon vevjist í ymsum ymiskum sjangrum við onkrum hitti mitt í. Plátubarrin 19. apríl 2025  

    Temaplátan 30: 'Jagged Little Pill', Alanis Morissette, 1995 + eykaløg

    Play Episode Listen Later Apr 14, 2025 58:44


    Temaplátan í Plátubarrini er við stakløgunum frá Jagged Little Pill, umframt okkurt albumlag og trý eykaløg frá øðrum útgávum, ið hava til endamáls at lýsa Alanis Morissette í eitt sindur breiðari merking, enn bara frá Temaplátuni. Fleiri Temaplátutættir við henni verða neyvan gjørdir. "Jagged Little Pill" er tað triðja studióalbumið hjá kanadiskt-amerikansku songkvinnuni, Alanis Morissette, og tað varð útgivið tann 13. juni í 1995. Víða um verður verkið mett sum ein tann best lagaði tónleikavarðin í 1990-unum og ein markapeli í alternativum rokki og kvinnuligari styrki. Albumið fevnir um eina blanding av alternativum rokki, post-grunge og popp-rokki, við sera persónligum og 'bart út' tekstum. Fyri 'Jagged Little Pill' vórðu Alanis Morissette og hennara fólk í 1999 heiðraði á amerikansku Grammy Awards handanini við fimm tónleikavirðislønum, harav 'Ársins pláta' og Ársins rokk album' vóru tvær av teimum. Her í 2025 er talið á útgávueindum omanfyri 33 milliónir eintøk, ið er frammanfyri so klassiskar plátur sum Elton John verkið 'Goodbye Yellow Brick Road' og '21' hjá Adele, eisini sjálvheitisplátan 'Metallica', og 'Dangerous' hjá Michael Jackson eru aftanfyri Jagged Little Pill í sølutølum. Plátubarrin 12. apríl 2025

    TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980

    Play Episode Listen Later Mar 29, 2025 47:53


    Harð-rock plátan 'Back in Black' hjá australska bólkinum, AC/DC er ein av heimsins mest keyptu útgávum. Seinasta uppgerðin sigur 50 milliónir seld eintøk, tó torført er at eftirkanna talið. Onkuntíð eru 'væntað' søla og óseldar goymslur íroknaðar sølutøl fyri tónleik. Henda AC/DC heildarútgávan varð givin út tann 25. juli í 1980 hjá Atlantic Records og tað var tann fyrsta við enska Brian Johnson á forsangi. Hann kom ístaðin fyri Bon Scott, sum fyrr um árið var deyður. Her í 2025 livir plátan enn væl og heimsins mongu útvarpsstøðir spæla framvegis løg sum 'You Shook Me All Night Long', 'Hells Bells', og 'Back in Black'. Við 'Let There Be Rock' útgávuni gjørdi AC/DC tann fyrsta stóra vørrin í 1977. Í 1979 kom stóra søluframbrotið, 'Highway To Hell', meðani AC/DC manning gjørdi bart við hesari temaplátu, 'Back in Black', ið so at siga onga kapping hevði um tað mundið í 1980-81; somikið nógv varð hon keypt. Kravgangur var eisini eftir fleiri av singleplátu a-síðunum frá albuminum, til dømis eru fleiri enn 11 milliónir eintøk av 'Back in Black' heitislagnum farin um søludiskin. Framleiðarin fær ein part av heiðrinum fyri hetta. Hann var Robert 'Mutt' Lange, sum umframt 'Highway to Hell' og 'Back in Black' eisini legði til rættis upptøkuna av 'For Those About to Rock (We Salute You)' fyri AC/DC í 1981. Plátubarrin 29. mars 2025  

    TEMAPLÁTAN 40: 'Eyes of a Woman', Agnetha Fältskog, 1985

    Play Episode Listen Later Mar 22, 2025 54:57


    Onnur einstaklingaútgávan hjá Agnethu á enskum hevur løg um 'One Way Love' og 'I Won't Let You Go', ið javnan hava verið spæld í føroyskum útvarpi. Ljóðið er eyðkent fýrsáraljóð við nógvum synthi, men vanlig ljóðføri sum gittar, bassur og trummur verða eisini nýtt. Abba-bassgittaristurin, Rutger Gunnarsson, lat el-bassspæl til hesa plátuna, umframt at synthbassur varð nýttur aftrat. Framleiðarin, Eric Stewart, skrivaði fleiri løg til útgávuna og 'I Won't Let You Go' saman við Agnethu sjálvari. Haraftrat vóru har fleiri aðrir kendir tónlekarar, ið lótu løg til útgávuna; fyrst og fremst eingilsmenn. Elvis Costella sigst vera ein Abba-fjeppari, ið fegin vildi, at Agnetha nýtti sín sang, 'Shatter Proof', men eftir øllum at døma hevði Fältskog ikki hug at hava hann við á Eyes of a woman. Hvat Costello segði til tað, vita vit ikki. Men annar kendur komponistur á útgávuni er Justin Hayward frá Moody Blues. Hansara íkast var tað sorgblíða 'The Angels Cry'. Endalagið, 'We Move As One, skrivaðu Asia-tónleikararnir, John Wetton og Geoff Downes. Og 'One Way Love' var ein bílegging frá Jeff Lynne í E.L.O. Plátubarrin 22. mars 2025  

    TEMAPLÁTAN: 'Moirae' 1996 - øll løgini og prát við Terja og Kim

    Play Episode Listen Later Mar 15, 2025 104:02


    Sjálvheitisfløgan hjá Moirae hoyrist framvegis í føroyskum útvarpi. 'Longbrá', 'Vónloysi', 'Vátir logar', 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka' eru dygdarløg, umframt onnur, sum Kaj Johannesen, sáli, skrivaði einsamallur. Í prátinum við Kim Hansen og Terja Rasmussen verður týdningurin av tí Kaj Johannesen megnaði, lýstur, og sagt verður m.a. eisini frá tónleika- og lívsskeiðnum hjá teimum báðum. Í løtum er prátið álvarsligt, men fyri tað mesta lætt og stuttligt; til dømis tá Terji og Kim siga søguna um stóra hittið, 'Tú'. Annar nógv spældur sangur, 'Rúsevnistoka', har Gentukórið í Nólsoy er við, tekur beinleiðis støði í húsinum, har Terji og Kim búðu í felagsskapi eitt skifti. Har var nógv balling og eisini 'syrgiligar lagnur' komu á gátt. Talan er um eitt rokkverk við nógvum ymiskum íblástri og tí er tað rættiliga fjølbroytt. Ljóðdygdim er eisini góð. Jón McBirnie tók upp í West River Recordings, hann spælir eisini við á einstøkum løgum. Uttanhýsis gestatónleikarar, lagskrivarar, og tøkningur tóku eisini lut. Óli Poulsen mixaði í Sun Studio, Keypmannahavn. Moirae høvuðsmanningin: Terji Rasmussen, sangur og kór Kim Hansen, tangentar, sangur og kór Mikkjal Joensen, bassur Hjalti Joensen, gittarar Kaj Johannesen, slagverk og trummur, sangur og kór Plátubarrin 1. og 15. mars 2025. Upptøkan varð býtt í tvey og send í tveimum Plátubarrum, meðani alt tilfarið varð lagt saman til hesa netúgávu. Samrøðan varð gjørd tann 27. februar í tónleikabarrini, Maggie's, í Nólsoy.  

    TEMAPLÁTAN: 'Diamond Life' hjá Sade frá 1984

    Play Episode Listen Later Mar 8, 2025 49:19


    Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Sade, og fólk bera ivaleyst kenslu á verkið, tá tey hoyra løg sum "Your Love is King" og "Smooth Operator" ljóða, tó eisini onnur lagaavrik eru góð. Níggju løg eru á hesi Sade frumútgávuni, 'Dimond Life', harav sangarin, Sade Adu, og saxofonisturin, sum eisini spælir gittar, Stuart Matthewman, skrivaðu sjey í felag. Eitt var eitt tøkulag og Sade Adu skrivaði eitt saman við øðrum manni, Ray St. John, sum hon spældi saman við í fyrrverandi bólki sínum, Pride. BBC skrivaði: Debutplátan hjá Sade, Diamond Life, staðfesti, at hon var meira enn bara eitt vakurt høggmynda-andlit. Beinanvegin dugdi hon at syngja. Men í mun til vanligu sang-teknikkirnar, sum vit eru vorðin von við frá soulsangarum, var røddin hjá Sade hvøss og afturhaldandi, fylt við klassa og bendi hugtølandi á hart vunnar upplivingar, ið høvdu við sær, at hon ljóðaði sum ein Billie Holiday á palli í Soho. Og, leggur BBC afturat, at umframt góðu, sensuellu, og so nógv annað røddina, dugdi hon harafturat at skriva sangir, hvat tú eisini fert at hoyra fleiri dømi um í hesum Tematátti. Plátubarrin 8. mars 2025  

    TEMAPLÁTAN 50: 'Ritchie Blackmore's Rainbow', 1975

    Play Episode Listen Later Feb 22, 2025 50:04


    Henda fyrsta Rainbow-plátan verður framvegis spæld í føroyskum útvarpi, harav 'Temple of the King' og 'Man on the Silver Mountain' eru mest at hoyra. Ritchie Blackmore skrivaði mesta tónleikin og Ronnie James Dio skrivaði flestu tekstirnar. Tvey tøkuløg eru á plátuni. Gittaristurin Ritchie Blackmore var farin úr Deep Purple og fyrsta ætlanin var at innspæla ein singleplátu sum solistur. A-síðan skuldi vera ein endurinnspæling av Black Sheep Of The Family, ið enska trioin Quartermass átti. Sum B-síðu ætlaði hann Sixteenth Century Greensleeves, ið var nýkomponerað lag. Henda studiospæling skuldi fara fram í Florida saman við sangaranum og trummusláaranum í amerikanska rokkbluesorkestrinum ELF, Ronnie James Dio og Gary Driscoll. Eisini var fyrrverandi E.L.O.-sellospælarin, Hugh McDowell, við á studioliðnum. Men stutt seinni broytti Ritchie Blackmore útgávuætlanina frá einari singleplátu til eina heila Long Playing. Hann fekk teir eftirverandi limirnar í ELF at koma uppí dansin eisini; tangentspælaran Micky Lee Soule, og bassistin Craig Gruber, og upptøkan var flutt úr USA til Musicland Studios í Múnsjen, Týsklandi. Tann 4..august í 1975 var fyrsta Rainbow-plátan tøk í handlunum. Hon hevði fingið heitið 'Ritchie Blakcmore's Rainbow'. Umframt góðan rokktónleik og stóra sølu kom tað burturúr, at heimurin hevði fingið ein nýggjan rokksangara av fyrstu skuffu, Ronnie James Dio. Tá hann sum 67 ára gamal doyði í 2010, hevði hann selt 47 millónir album eintøk - bæði sum bólkalimur og solistur. Í Rainbow var hann við á teimum trimum fyrstu studioplátunum, umframt konsertplátuni On Stage (og øðrum konsertplátum, ið givnar vórðu út seinni), og síðani skiltust hann og Blackmore. Hóast nógvir lurtarar halda Rainbow Rising frá 1976 vera veruliga sveinastykkið hjá hesum bólki Blackmores, helt Ronnie James Dio sjálvur frum- og Temaplátuna, Ritche Blackmore's Rainbow, vera ta bestu. Í 2025 fer hon um hálva øld í aldri og tað er eisini hana, sum vit leggja dent á í hesi sending. Spæliskráin: 1..Still I'm Sad 2..Self Portrait 3..Catch the rainbow 4..Sixteenth Cetury Greensleeves 5..Snake Charmer 6..The Temple of The King 7..Man on the Silver Mountain 8..If you don't like rock and roll 9..Black Sheep of the Family Plátubarrin 22.2.25  

    TEMAPLÁTAN 40: 'Whitney Houston', Whitney Houston, 1985 + eykalag

    Play Episode Listen Later Feb 15, 2025 54:57


    'The Greatest Love of All', 'How Will I Know', og 'Saving All My Love For You' eru sangir frá hesi útgávu hjá Whitney, sum fravegis eru at hoyra. Heildarverkið 'Whitney Houston' setti sølumet fyri eina frumútgávu í einstaklingahøpi. Talan er um soul-popp. Whitney Houston var amerikanari av afrikanskum og niðurlendskum uppruna, sum í 1963 varð fødd inn í eitt gospel- og soulsangumhvørvi í New Jersey. Mamman, Cissy, sang bæði gospel og annað, tað gjørdi systkinabarnið, Dionne Warwick, eisini, og stóri soulsangarin Aretha Franklin hevur sterk vinarbond við Houston familjuna. Whitney kallaði Arethu fyri tantu. Í baptista- og hvítusunnusamkomum menti hon sín sang og longu sum 11 ára gomul var hon solistur í einum junior gospelkóri. Og tað gekk skjótt hjá Whitney Houston, eisini hvat poppverðini viðvíkur. Her eigur at vera lagt afturat, at mamma hennara, Cissy Houston, sang í náttklubbum og longu sum genta undir lágaldur slapp Whitney við mammuni út í náttarlívið....og enntá av og á á pallin at syngja okkurt lag. Sum 14 ára gomul sang hon bakrøddir á einari útgávu hjá Michael Sager Band og sum 15 ára gomul sang hon kór á 'I'm Every Woman' hjá Chaka Khan. Sjálvt um tað tók sína tíð at fáa gjørt tað fyrstu LP-plátuna, kunnu vit siga, at harfrá var leyst og liðugt. Eisini hevði ein fotografur fingið eygað á ta vøkru Whitney og stutt seinni prýddi hon alla forsíðuna á ungdómsblaðnum 'Seventeen'. Plátubarrin 15. februar 2025  

    TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985

    Play Episode Listen Later Feb 8, 2025 52:38


    Í hesum Temaplátutátti hoyra vit um amerikanska bólkin Heart og spæla løg frá 1985-útgávuni, Heart, ið sum tann fyrsta hjá bólkinum varð givin út í samstarvi við Capitol Records plátufelagið. Talan var um eitt come back, ið vildi nakað, tí hetta sjálvheitisalbum var tað fyrsta og einasta plettskotið hjá Heart á US Billlboard 200. Harafturat inniheldur albumið fyrstu Heart singleplátu-a-síðuna, sum tey fingu fult fyri á US Billboard Hot 100 popplistanum fyri stakløg. Fyrsta januar 2019 hevði Heart útgivið tilsamans 16 album við upprunatilfari, umframt konsert- og savnsútgávur, og sølan sigur góð 35 milliónir eintøk, harav fleiri enn 22 milliónir eru seld í USA. Plátubarrin 8.2.2025  

    Starlight frumlagið er ein rokkari í náttini

    Play Episode Listen Later Feb 8, 2025 18:14


    Plátubarrin 8. februar 2025: Samrøða við Starlight manningina og frumspæling av nýggja sangi bólksins, sum er teirra fyrsta útgáva nakrantíð, hóast bólkurin varð stovnaður í 1979. Virksemið hevur tó verið lítið seinastu nógvu árini. Heitið á sanginum er "Knáir gamlir menn" og talan er um popprokk við góðari og klárari ljóðmynd, sum Jóhan Martin Jacobsen hevur skrivað og Tutl gevur út. Støðið er tikið í teimum sjálvur, nú teir eru farnir um miðjan aldur. Tað er eisini stuttligt at eldast og lívið kann sum onki gerast enn stuttligari enn tá ein sum ungur gekk upp í hvørja pirru. Mangan verður ein eisini dugnaligari við árunum. Niclas Johannesen og Óli Poulsen hava framleitt og miksað, og Starlight manningin hevur sjálv arrangerað. Prátað verður við sangararnar, Jákup Hansen og Fimmboða Lisberg, og gittaristin og lagskrivaran, Jóhan Martin Jacobsen. Talan er um fyrra avrikið av fyribils tveimum Starlight sangum, sum eru gjørdir lidnir. Hin seinni verður sleptur á marknaðin um nakrar vikur. Manningin: Jákup Hansen Fimmboði Lisberg Jóhan Martin Jacobsen Kári Lisberg Sámal Samuelsen  

    TEMAPLÁTAN: Happy Nation (U.S. Version), Ace of Base, 1993 + eykaløg

    Play Episode Listen Later Feb 1, 2025 54:46


    Størstu hittini eru 'All That She Wants' og 'The Sign', tí amerikanarar keyptu hesi stakløg sera nógv. Seinni vóru 'Lucky Love' og 'Beautiful Life' frá aðrari útgávu eisini hitt vestan hav og tey verða spæld sum eykaløg í hesum tátti. Happy Nation er á listanum yvir hundrað tær mest seldu tónleikaútgávurnar yvirhøvur. Onkustaðni stendur, at hon er seld í 21 milliónum eintøkum, aðrastaðni stendur 23 milliónir seld eintøk. Men tá er amerikanska versjónin av verkinum, The Sign, ikki tikin við. Og sum eg dugi at síggja á yvirlitinum yvir platin, tað er ein markørur fyri eitt ávíst, stórt tal av seldum eintøkum, hava US-búgvar og kanadiubúgvar keypt The Sign einar 10 milliónir ferðir. Útgávan var eisini nummar eitt í USA. Í Bretlandi hevði fyrra útgávan av Happy Nation megnað eitt 21.pláss á albumlistanum fyrr á árinum í 1993, men tá so Happy Nation (U.S. Version) varð givin út í september við sínum hitt-eykaløgum, streyk eisini henda útgávan av aktuella heildarverkinum upp á fyrstaplássið á UK Albums Chart. Plátubarrin 1. februar 2025  

    TEMAPLÁTAN: 'Whitesnake 1987' - eitt minni um John Sykes

    Play Episode Listen Later Jan 25, 2025 68:48


    Hetta er net-útgávan av hesi sending. Net-útgávan er meira fullfíggjað enn tað, ið sent varð í Plátubarrini. Øll løgini verða spæld í fullari longd. Talan er um sjeynda og eisini mest selda Whitesnake albumið. Tað er tað seinna við John Sykes, sála, á gittarinum. Sera kend løg eru 'Is This Love' og 'Here We Go Again '87'. Hetta er meira áttatiára-glam ella hármetall-rokkur enn tað Whitesnake hevði verið kent fyri. John Sykes doyði 20. januar, 65 ára gamal, og henda sendingin er tí partvíst honum til minnis. Útgávan Whitesnake varð nummar tvey á amerikanska popplistanum, US Billboard 200, og nummar átta á bretska UK Album Charts. Í Europa umframt Bretlandi varð hon nevnd '1987', í Japan kallaðist útgávan 'Serpens Albu's, meðan hon bæði í Bretlandi og USA bara varð kallað 'Whitesnake'. Stóra undirtøkan av verkinum hevði tann ringvirkning, at sølutøluni fyri plátuna frammanundan frá 1984, 'Slide It In', fleirfaldaust. Plátubarrin 25. januar 2025  

    TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984

    Play Episode Listen Later Jan 18, 2025 68:18


    Netmiðilin Popdose.com lýsti stílin sum: 'Village People hittir Pink Floyd', meðani bólkalimirnir sjálvir søgdu 'Kiss hittir Donnu Summer'. Tað var sambært framleiðaranum, Trevor Horn, og hann skilti hvat teir hugsaðu um. Donna Summer var dansur og Kiss var uppá fleiri mátar eitt sindur ov nógv av tí góða. Serliga 'Relax' varð spælt nógv í Føroyum, tó næstu tvær a-síðurnar frá albuminum eisini vóru javnan at hoyra. Tónleikurin á Temaplátuni er pumpandi synthpoppur/-rokkur við fleiri synthezisarum sum grund, meðani vanligi ljóðførini eru har onkustaðni aftanfyri. Itunes hjá Apple kallar stílin 'Dance'(diskotek)', hvat hann eisini er, tó hetta sjálvandi ikki kann sigast um róligu løgini, harav 'The Power of Love' framvegis er ein væl dámdur 'sjelari'. Bólkalimirnir, Holly Johnson og Paul Rutherford, vóru millum teir fyrstu mannligu popptónleikararnar, sum ærligani og opið lótu okkum vita, at teir eru samkyndir. Tað var samstundis sum teir nýttu rættindastríðið fyri samkynd og tann sexualitetin sum evni í tónleikinum og framførslunum á palli. Og teir fóru langt, næstan alt var loyvt, ja, nógv vóru sokallaðu frávikini hjá Frankie Goes To Hollywood, men okkum dámdi tónleikin. Plátubarrin 18.1.25  

    TEMAPLÁTAN: 'Glass Houses', Billy Joel, 1980 (2025)

    Play Episode Listen Later Jan 11, 2025 40:57


    Talan var um ein meira rokkutan stíl, enn tað vit kendu Billy Joel fyri í sjeytiárunum. Hetta var sera tilvitað, og tað riggaði. Annað sera kent 'Glass Houses' lag er 'You May Be Right', og 'Sometimes a Fantasy', 'All For Leyna', og 'Don't Ask Me Why' hava eisini verið nógv spæld. Í 2015 var ein styttri umrøða av hesi somu plátu gjørd í Plátubarrini, men nú tíggju ár seinni verður alt verkið spælt og er tað tí ein meira fullfíggjað útgáva av sama evni. Eisini í nútíðini verða tónleikaummæli skrivaði av Temaplátuni. So seint sum í november '24 var skrivari hjá tónleikasíðuni, HcSpire.com, frammi við herðaklappum og gav 'Glass Houses' níggju av tíggju stjørnum. Tá ummælarar framvegis vísa útgávuni ans, kann ein staðfesta, at verkið framvegis livir væl. Plátubarrin 11.1.2025  

    TEMAPLÁTAN 40: 'Hunting High and Low', a-ha, 1985

    Play Episode Listen Later Jan 4, 2025 49:10


    Allar tær tríggjar fyrstu album-útgávurnar hjá a-ha rukku til eitt 2.pláss á bretska popplistanum fyri heildarútgávur. Fyri sítt 15.pláss í USA stendur henda fyrsta enn sum besta albumavrikið hjá a-ha í Amerika. Men teir megnaðu kortini fyrstaplássið vestan hav við einari av singleplátunum frá 'Hunting High and Low', nevniliga 'Take On Me'. Stílurin er new wave, ið er tað sama sum poppur, men tað er eisini synthpoppur-synthrokkur, syntetisku fýrsáraljóðini eftir enskum máti merkja upptøkurnar nógv. Her er ongin ivi um tíðarskeiðið. Enski tónleikarin og framleiðarin, John Ratcliff, fekk eyga á a-ha og vildi fegin føra bólkin fram í tí stóra. Hann presenteraði teir tríggjar fyri sínum egna managara, londonaranum Terry Slater og tá avtornaði vóru báðir umboðsmenn fyri a-ha; Ratcliff fyri tí tekniska og tónleikaliga partinum, meðani Slater tók sær av umsitingini og sambandinum við høvuðsskrivstovuna hjá Warner Brothers í Los Angeles. Teir báðir stovnaðu í tí sambandi undirfelagið TJ Management. Haraftrat var tað Alan Tarney, sum legði upptøkurnar av 'Take On Me' lagnum til rættis. Plátubarrin 4. januar 2025  

    NÝGGJARSVÍSA: Víð ársenda taka vit samanum

    Play Episode Listen Later Jan 1, 2025 5:05


    Teksturin kann lesast á Facebooksíðuni Plátubarrin.

    TEMAPLÁTAN 40, Saman við tær, Frændur, 1984 + Steintór Rasmussen luttøka

    Play Episode Listen Later Dec 31, 2024 66:40


    Í 2024 hevur tema-dentur verið á fleiri útgávur, ið vórðu givinar út í 1984, tað vil siga fyri 40 árum síðan. Hetta eru alt útgávur, ið hava dygd til kunna heiðrast og soleiðis er eisini við tí seinastu av ársins heiðursplátum, frumplátuni hjá Frændum, kallað 'Saman við tær'. Prátað verður við Steintór Rasmussen um teir ellivu sangirnar, ið festir vórðu á 'Saman við tær'. Hann skrivaði sangtekstirnar til útgávuna og komponeraði átta av løgunum. Tann einsamalli týddi teksturin er til lag hjá Rodrigues, til ein annan varð Paul Simon lag lánt, og Torberg Johannesen skrivaði lag til ein teirra. Upptøkan varð gjørd í MZ Ljóðteknikk í Havn, og Anker Eli tilevnaði plátuhúsan. Útgevari var Framtíð Føroya. Løg Hundurin brúni (orð & lag: Steintór Rasmussen). Sangur til frælsi (orð & lag: Rodriquez - týtt til svenskt: Afzelius - týtt úr svenskum Steintór Rasmussen). Ráðaleysi yrkjarin (orð: Steintór Rasmussen, lag: Torberg Johannesen). Minnist tú gildið (orð & lag: Steintór Rasmussen). Brennivínsvinir (orð & lag: Steintór Rasmussen). Kærleiki (orð & lag: Steintór Rasmussen). Kuffert (orð & lag: Steintór Rasmussen). (Upprunaliga:) Baby Reagan (lag: Paul Simon, orð: Steintór Rasmussen). Lívsmynd (orð & lag: Steintór Rasmussen). Hví situr tú so (orð & lag: Steintór Rasmussen). Saman við tær (orð & lag: Steintór Rasmussen). Plátubarrin 31.12.24

    TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978

    Play Episode Listen Later Dec 27, 2024 37:48


    Smokie er framvegis virkin bólkur, men her í 2024 er ongin eftir frá sjeytiáramanningini. Teir, sum í 1978 spældu og sungu við í studio, tá Montreaux albumið varð tikið upp, vóru: Chris Norman, forsangari, rútmugittaristur og tangentspælari, Alan Silson, gittaristur á el- og kassagittar og hann syngur lead á 'You Took Me By Surprise', Terry Uttley, bassgittaristur, og Pete Spencer, trummusláari og saxofonistur, og Spencer er eisini forsangari á lagnum 'Petesey's Song'. Umframt bólkalimirnir fáa tveir aðrir harrar, Mike Chapman og Nicky Chinn, stóra umrøðu í samband við henda Temaplátutátt, tí teir skrivaðu fleiri av kendastu løgunum á plátuni, umframt at Mike Chapman framleiddi verkið - og tí at teir tá í '78 høvdu verið Smokie viðspælarar í nøkur ár. Plátubarrin 26.12.2024    

    TEMAPLÁTAN: 'Metallica', Metallica 1991 - tann óskerda netútgávan

    Play Episode Listen Later Dec 27, 2024 76:35


    Tískil er henda net-útgávan uml. 25 minuttir longri enn tað, ið sent varð í Plátubarrini og fer at verða endursent í útvarpinum. Vit uppliva eitt heavy metal trash orkestur, sum framdi broytingar, ið høvdu við sær eina útgávu, sum er millum tær yvirhøvur mest keyptu. Metallica er heavy metal, tungmálmur, tó meira trashut enn til dømis Black Sabbath. Og sjálvt um vit hesa Temaløtuna eru 'innløgd' saman við tveimum riffutum og hálvskitnum, fuss-knýttum, elektriskum gittarum, er útgávan nógv reinari heavy metal enn undanfarnu útgávur, ið mest vóru trash metal. Men teir mundu heldur ikki komið á mál við upptøkuni, tí framleiðarin, Bob Rock, vildi nakað annað enn teir sjálvir - í øllum førum partvíst, og teir broyttu eisini meining, tá gongd var komin á. Trummusláarin, Lars Ulrich, hevur sagt, at teir um tað mundið kendu á sær, at teir framvegis høvdu ta bestu plátuna í sær. Og plátan streyk eisini beinleiðis inn á fyrstaplássið á hittlistunum í tíggju londum. Plátubarrin 28.12.24  

    TEMAPLÁTAN: 'The Christmas Present', Robbie Williams, 2019

    Play Episode Listen Later Dec 21, 2024 55:18


    Temapláta í Plátubarrini eru 'The Chrismtas Present' frá 2019. Tá hevði Robbie Williams ikki gjørt eitt album síðan 2016; 'The Heavy Entertainment Show', og her á jólum í 2024 hevur hann framvegis ikki gjørt nakra vanliga poppútgávu síðan 2016, tó hevur hann verið partur av elektronisku ætlanini, Lufthaus. Løgini á 'The Christmas Present' eru fyriskipað í orkestur-útsetingum og vanligum popp-arrangementum. Fleiri gestasangarar eru á plátuni; Rod Stewart, Bryan Adams og onnur. Robbie Williams er ikki er ein gamal jólafjeppari, jólini søgdu honum ikki tað stóra fyrr, men tað er broytt nú. Grundin er konan. Onkur tykkara minnist kanska, at hann í tveimum umførum helt saman við songkvinnum í Spice Girls, men har ímillum var tað eisini ein í All Saints bólkinum, til hann so hitti hesa amerikansku kvinnuna, sum í skrivandi stund er 45 ár, meðani hann er 50. Tey giftust í 2010 og hava fýra børn. Tað er øll hennara jólastákan og hugnin saman henni og fittu børnunum, sum hava ført við sær, at Robbie er blotnaður og í dag ein stórur jólafjeppari, hvat okkara Temapláta frá '19 jú eisini er tekin um. Tvey ár seinni kom hin kendi maðurin í Take That, Gary Barlow, eisini við sínari jólaútgávu, men meðan Robbie Williamsa jólaverk var plettskot á UK Albums Chart, rakk tað hjá Barlow Top 5. Robbie Williams fór burtur úr Take That í 1995, men bólkurin hevur verið saman onkuntíð síðan tá. Tempapláta í Plátubarrini tann 21. desember 2024  

    TEMAPLÁTAN 40: 'Purple Rain', Prince & The Revolution, 1984

    Play Episode Listen Later Dec 14, 2024 49:30


    Temapláta í Plátubarrini er 'Purple Rain' frá 1984, ið var tann sætta í røðini av útgávum hjá sangaranum og gittaristinum, Prince. Samanumtikið í 2024 er hon eisini hansara nógv mest keypta pláta, men tað er ikki alt. Talan er nevniliga um eina ta best umtóktu útgávuna í rútmiskum tónleiki yvirhøvur. Hon lyfti idolið Prince til eitt slag av 80'ára eyðkenni. Haraftrat er Purple Rain ein filmpláta, men í hesum tema-tátti verða tað fyrst og fremst Prince og tónleikin, ið vit umrøða og spæla. Fyri fyrstu ferð varð hansara backingbólkur nevndur á húsanum, The Revolution, og fleiri vóru eisini saman um at skrivað lagið, 'Computer Blue'; Prince, John L. Nelson, Wendy & Lisa og Dr. Fink. Hini átta løgini á Purple Rain skrivaði Prince einsamallur, og hann framleiddi eisini verkið. Plátubarrin 14. des. 2024  

    TEMAPLÁTAN 40: 'Agent Provocateur', Foreigner, 1984

    Play Episode Listen Later Dec 7, 2024 52:38


    Agent Provocateur var líkasum tann seinasta av teimum heilt stóru seljarunum hjá Foreigner, tó útgávan eftir hesa, 'Inside Information' frá '87 var hampiliga vælumtókt. Balladan, 'I Want to Know What Love Is', er at meta sum yvirhøvur best umtókta lagið hjá bretskt-amerikanska bólkinum, Foreigner. Hesin táttur varð settur saman í samband við 40 ára dagin fyri albumið 7.12.24. Einaferð fyrr hevur dentur verið lagdur á Agent Provocateur. Í 2015, tá albumið varð lagt undir luppin fyrstu ferð, vórðu ikki øll løgini á plátuni spæld; hvørki 'Reaction to Action' ella 'Tooth and Nail'. Men í hesum jubileumssambandi verða øll tey tíggju temaløgini at hoyra. Hóast verkið aftur hesaferð verður lýst sum meira popput enn onnur Foreigner verk, er talan so sanniliga eisini um eina rokkplátu.   Plátubarrin 7 .12.24  

    TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984

    Play Episode Listen Later Nov 30, 2024 52:12


    Á Isolation eru popput løg sum 'Holyanna', 'Carmen', og 'Stranger In Town', men eisini rættiliga rokkut avrik, ið eru meira hardrokkur enn popprokkur. Broytingar høvdu verið framdar í bólkinum. Sangarin, Bobby Kimball, hevði fingið durafjórðingin og nýggjur í hansara stað var komin annar amerikanari, Fergie Frederiksen, oftast kallaður Fergie. Hann sang einans við á hesari Toto-útgávuni, umframt einari filmplátu við Toto-tónleiki. Talan er um heiðurstátt í Plátubarrini 30. november 2024, tí henda útgávan er 40 ár.  

    TEMPLÁTAN 50: 'Stormbringer', Deep Purple, 1974

    Play Episode Listen Later Nov 16, 2024 52:59


    Stormbringer var tann seinna útgávan við sokallaðu Mark III manningini í bólkinum; tann fyrra var Burn frá fyrr á árinum í eisini 1974. Fyri Ian Gillan á sangi og Roger Glover á bassinum vóru David Coverdale og Glenn Hughes komnir. Hesin seinni er, hóast basspælari, haraftrat kendur fyri sína sangrødd og syngur eisini fyri á Stormbringer lagnum, 'Holy Man'. Øll løgini á plátuni verða spæld. Alment verða stílirnir á plátunini kallaðir harðrokkur, funkrokkur, og bluesrokkur. Funkrokkur var ikki tað mest vanliga hjá Deep Purple og gittaristinum, Ritchie Blackmore, sigst hava dámað tað lítið. Árið eftir í '75 kom Ritchie Blackmore við tí fyrsta Rainbow verkinum, har ein nýggjur framtíðarsangari, Ronnie James Dio, var við. Men 1974 var eisini árið, har annar ókendur sangari varð kendur, nevniliga David Coverdale, sum syngur á hesi Temaplátu, ið er frá 8. november 1974. Plátubarrin 16.11.2024  

    TEMAPLÁTAN, 'The Dude', Quincy Jones, 1981

    Play Episode Listen Later Nov 9, 2024 54:41


    Henda Temapláta verður send í samband við deyða Quincy Jones tann 3. november 2024. 'Ai No Corrida', 'Razzamatazz', 'One Hundred Ways', og 'Just Once' eru fýra av løgunum, harav tvey tey seinast nevndu vóru ovarliga á Billboard Hot 100. Eitt annað við stórari dygd er 'Betcha' Wouldn't Hurt Me'. Fyri 'The Dude' varð manningini handað tríggjar Grammy-virðislønir. Útgávan var á amerikanska Top 10. Stigtakari var Quincy Jones, ið longu sum 20 ára gamal spældi við í teimum stóru jazz-orkestrunum, m.a. tí hjá Lionel Hampton. Um hetta mundið var hann tann virkni framleiðarin, sum í 1979 hevði lagt innspælingina av Michael Jackson albuminum, 'Off The Wall', til rættis saman við sangaranum sjálvum. Teirra samstarv helt fram í samband við útgávurnar 'Thriller' í 1982 og 'Bad' í 1987. Plátubarrin 9.11.2024.  

    TEMAPLÁTAN 40: "Reckless", Bryan Adams, 1984

    Play Episode Listen Later Nov 2, 2024 45:18


    Talan var um fjórðu útgávuna eftir Bryan Adams. Í fyrstu atløgu megnaði útgávan eitt sættapláss á Billboard sølulistanum í USA. Síðani snávaði hon og grulvaði niður eftir listanum aftur, men tá "Heaven" og "Summer of '69" komu sum singleplátur, hevði tað stóra ávirkan á LP móttøkuna. Reckless fór nevniliga upp eftir listanum aftur, og, ja, í august árið eftir í '85 var útgávan fremst á Billboard Top 200. Tær almennu seks singlepláturnar vóru allar á Top 15 í USA. Lagið 'Kids wanna rock' var eisini ein singlepláta, men ikki ein altjóða singlepláta og telur tí ikki við Í hagtølunum. Stílurin er popprokkur, okkurt lag kann eisini nevnast hardrokkur. PB 2.11.24.

    TEMAPLÁTAN 40: 'Perfect Strangers', Deep Purple, 1984

    Play Episode Listen Later Oct 27, 2024 54:58


    Mark II er eykanavn fyri tað mest vælumtóktu (aðru í røðini) Deep Purple manningina, ið var tann sum gjørdi sjeytiáraútgávurnar 'In Rock', 'Fireball', 'Machine Head', og 'Who Do We Think We Are. Her í 1984 bóru teir sjeytiárini við sær inn í áttatiárini, men teir lagaðu seg eisini eftir tíðarrákinum. Eitt nú vóru teir farnir at nýta synthezisarar. Plátubarrin 26.10.2024  

    PLÁTUBARRIN: Norðkraft bjóðar nýtt rokklag á føroyskum

    Play Episode Listen Later Oct 27, 2024 7:12


    Edmund Jacobsen, sangari, og Mikkjal Hvannastein, gittaristur, stovnaðu í 2019 bólkin Norðkraft. Higartil hava teir givið trý løg út og tað fjórða, 'Marianna', verður til taks fyri brúkaran tann 1. november '24. Í hesum sambandi samstarva teir við trummusláara og bassist í Danmark, har Edmund eisini býr. 'Marianna' er bara tað fyrsta av fleiri løgum, sum teir ætla at geva út í næstum. Sostattt kann sigast, at ferð aftur er komið á Norðkraft, sum ikki hevur givið tónleik út síðan 2021. Norðkraft leggur seg eftir at gera føroysktmæltan rokk. Eitt sjónband er gjørt til 'Marianna', ið kann síggjast á Youtube. Henda útvarpssamrøða við Edmund varð gjørd í Plátubarrini 26.10.2024. 'Marianna": Orð & lag: Edmund Jacobsen Lægt til rættis: NorðKraft Mix & Master: Christoffer Borg NorðKraft er:  Mikkjal Hvannastein - guitar Edmund Jacobsen - sang Matthew Anyanwu - tremor Peter Jakobsen - bass  

    TEMAPLÁTAN 40: Tiden er klog, Tøsedrengene, 1984

    Play Episode Listen Later May 11, 2024 51:49


    Talan er um fyrstu útgávuna uttan ein av stovnarunum, bassistin og komponistin, Klaus Kjellerup, sum seinni stovnaði Danser Med Drenge. Fyri hann var komin René Szczyrbak at spæla bass. Sigast kann, at í albumhøpi var hetta hæddarpunktið hjá Tøsedrengene. Temaplátan er tann fimta í røðini, meðani tann fyrsta í 1979 kallaðist 'Det går fremad', hvat tað ikki gjørdi fyrr enn við 'Sig du ka' li' mig' lagnum, sum Anne Dorte og Stanley sungu inn til annað albumið í 1981.

    TEMAPLÁTAN 40: 'Private Dancer', Tina Turner, 1984

    Play Episode Listen Later May 4, 2024 54:41


    Private Dancer var tann fimta útgávan, sum Tina Turner legði navn til einmanna. Plátan kom í 1984 og varð hennara gjøgnumbrot sum solistur. Private Dancer gjørdi Tinu Turner kenda um allan heim, sølutølini, góðar 20 milliónir eintøk, prógva jú tað, og tað er eisini hennara best umtókta pláta nakrantíð. Verkið varð tilevnað í Bretlandi og fýra framleiðslueindir stóðu fyri tilrættaleggingini. Vit kunnu nevna Rupert Hine og Heaven 17 tónleikaran, Craig Marsh, ið eisini var tann sum tók stig til at fáa Turner úr Los Angeles til London at taka upp.

    TEMAPLÁTAN: Crowded House, Crowded House, 1986

    Play Episode Listen Later Apr 27, 2024 50:53


    Ný-sælendingurin, Neil Finn, stovnaði Crowded House saman við nøkrum australiumonnum. Tí hann og aðrir høvdu spælt í Split Enz, ið hevði havt eitt atljóða hitt, trúði plátufelagið Capitol uppá Crowded House ætlanina. Annað temalag og singlepláta, Something So Strong, rakk til nr. 6 á Billboard Hot 100.

    TEMAPLÁTAN 40: 'Love At First Sting', Scorpions, 1984

    Play Episode Listen Later Apr 20, 2024 54:44


    Í 1984 vóru skorpiónirnar ikki heilt ókendar, til dømis rakk 'Blackout' verkið frá 1982 til nr. 10 á Billboard 200; amerikanska albumhittlistanum. Tað er plátan við 'No One Like You'. Frá '82 bleiv útrykkið heldur mjúkari og tónleikurin tóktist miðja beinleiðis eftir popplistunum. Í 1990 kom 'Crazy World', ið hevur 'Send Me An Angel' og 'Wind Of Change'. Tá bleiv Scorpions av álvara ein bólkur fyri øll.

    TEMAPLÁTAN 30: 'The Division Bell', Pink Floyd, 1994

    Play Episode Listen Later Apr 18, 2024 57:50


    Henda fjúrtanda Pink Floyd útgávan frá 1994 er eins og flestu aðrar útgávur hjá Pink Floyd gjøgnumførd og væl úr hondum greidd tekniskt. Bretin, Alan Jackson, var tøkningur, hann hevur mixað nógv fyri Pink Floyd, og av tí hann hevur avrikað fyri onnur, kann eg nevna lagið, I Don't Like Mondays,, ið hann hjálpti Boomtown Rats við. Divison Bell framleiðarar vóru enski gittaristurin, David Gilmour, og kanadiski Bob Ezrin, sum eisini spælir keyboard á nøkrum løgum, umframt at hava hjálpt til við lagsmíðnum, tá 'Take It Back' varð sett saman.

    Táttur í Plátubarrini 7.4.24: Shakin' Stevens hittparada

    Play Episode Listen Later Apr 11, 2024 35:41


    Valisarin, Shakin' Stevens, gav á fyrsta sinni tónleik út í 1970 og helt fram øll sjeytiárini, men tað var ikki fyrr enn í 1980, at hann byrjaði koma við teimum løgunum, sum vit lurta eftir í Føroyum: Marie Marie, This Ole House, You Drive Me Crazy, Green Door, It's Raining, Oh July, Cry Just a Little Bit, Shirley, Give Me Your Heart Tonight, Hello Jospehine, og onnur. Hann hevur selt 2,5 milliónir album-eintøk. Og so seint sum í 2020 var hann á bretska album Top 10.

    TEMAPLÁTAN: Boston, Boston, 1976

    Play Episode Listen Later Mar 23, 2024 54:55


    Talan er um rock and roll og harðrokk. Frammanundan hevði bólkaleiðarin, Tom Scholz, tikið tað mesta av tónleikinum upp í kjallaranum heima og spælt tey flestu ljóðførini sjálvur, tó ikki trummur og forsang. Hann byrjaði síðst í trýssunum at manna ein bólk, sum hann kundi trívast við, men alt riggaði ikki, sum hann ætlaði. Tí vóru tað næstin ongir aðrir tónleikarar enn hann sjálvur, sum spældu við á endaligu upptøkunum, ið gjørdar vóru til fyrstu Boston plátuna.

    TEMAPLÁTAN: 'Tíð', Deiggj, 2023 + prát

    Play Episode Listen Later Mar 16, 2024 56:31


    Næstan fjøruti ár eru millum 'Stormávaring' í 1985 og 'Tíð' í 2023, men Deiggj hevur kortini verið virkin konsertbólkur. Nýggja útgávan frá 30. november 2023 hevur eitt mildari úttrykk, enn tann í 1985. Tekstliga eru báðar djúpar, men tann nýggja er meira lýsandi enn lærandi, og lagsmíðið er mjúkari.

    Temaplátan: 'NALJA', Elin & Kári, 1988 + prát við Elina um verkið

    Play Episode Listen Later Mar 9, 2024 61:21


    “NALJA útgávan var væl umtókt millum fólk í Føroyum síðst í 80'unum - ikki bara tí hetta var ein útgáva við góðum sangbærum poppløgum, sum fólk kundu dansa til, men eisini tí útgávan rakti beint niður í tíðarandan tá. 

    TEMA40: 'The Works', Queen, 1984 + eykalag

    Play Episode Listen Later Mar 2, 2024 58:00


    Queen hevði slept rótleysa elektroniska átakinum í Hot Space í 1982, sum vit lurtarar heldur ikki tímdu. Vit vildu hava Queen sum vit kendu tað aftur, so tær meira discokendu arrangementini vórðu fyri tað mesta goymd til fyrru soloútgávuna hjá Freddie Mercury í '85. Tó er hetta albumið ikki heilt 70?ini aftur, og tað hevði eisini verið løgið. Árið er jú 1984 og ljóðførismenningin gav nýggjar møguleikar í tónleikinum. Á The Works verða synteseisarar nýttur á seks av níggju løgum. The Works er eisini eitt prógv um, at Queen var annað enn Freddie Mercury.

    TEMAPLÁTAN: London Town, Wings, 1978 + eykaløg

    Play Episode Listen Later Feb 24, 2024 64:23


    Á plátuni eru fleiri fyrstafloks poppløg, men nakrar av innspælingunum tykjast at vera ífylla. 'London Town' var eitt nógv spælt album í føroyskum útvarpi.

    TEMAPLÁTAN 40: '1984', Van Halen '84, við viðmerkingum og eykatilfari

    Play Episode Listen Later Feb 3, 2024 54:53


    Fyrst í síðsta mánað, ið var januar 2024, varð kendasta albumið hjá Van Halen 40 ár. Tí verður tað tikið fram aftur nú við dagføring og viðmerkingum frá rokkgittaristinum, Mikkjali Hvannastein, sum eisini fer at spæla nakrar kendar Van Halen tónar, ið tú kanst gleða teg til. Haraftrat er henda Temapláta ein heiðran av Eddie Van Halen, guitaristi, sum fór frá okkum í 2020, 65 ára gamal. Í august í fjør (2023) kom sonur Eddie, Wolfgang Van Halen, við endaligum boðunum, at bólkurin Van Halen er ikki til meira. Plátubarrin 3. februar 2024  

    Claim Plátubarrin

    In order to claim this podcast we'll send an email to with a verification link. Simply click the link and you will be able to edit tags, request a refresh, and other features to take control of your podcast page!

    Claim Cancel